Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tín politikkur er ein skandala, Gunvør Balle

Gunvør Balle unnar nú ikki barnafamiljum okkara, at einans rinda fyri 1 barn, men hon letur t.d. heldur útlendingar koyra ókeypis við Bussleiðini fyri skattakrónirnar hjá barnafamiljum okkara - tað er ein skandala Gunvør.

Skattafíggjaða Bussleiðin kostar 31 mió. kr. árliga fyri kommunukassan - tú kanst taka pengar harfrá um tær vantar pengar til uppnormeringar á barnaansingarøkinum o.a. Tað líkist ongum, at 100% skattafíggjaða Bussleiðin ikki rúmar okkara egnu borgarum, av tí, at turistar fylla bussarnar, men sum okkara borgarar rinda fyri.

At siga, at tað var ein skandala at fjálga um barnafamiljurnar í Tórshavnar Kommunu við lægri barnagjaldi, og fyri at fáa barnatalið at vaksa, er púra skeivt. Tað kostaði nakrar heilt fáar milliónir krónur at seta hesa skipan í verk, umframt vøksturin síðan í barnatalinum. Men tað eru væl útgivnir pengar til okkara komandi ættarlið. 

Tann stóra skandalan er at seta 5 eindarleiðarar, ístaðin fyri at játta pengarnar inn á gólvi í barnagarðinum, sum pedagogar og hjálparfólk ynskja. Tað er eisini ein skandala, at tú nú ætlar at jagstra barnafamiljunar við hægri gjøldum til barnaansing.

Tað kann ikki vera rætt og rímuligt, at møguligar uppnormeringar á barnaansingarøkinum nú skulu fíggjast við at seta í verk aftur hægri barnaansingargjøld og harvið belasta barnafamiljurnar. Eg kann upplýsa tær, at tað eru nógvar barnafamiljur, sum hava sett búgv í Tórshavn, júst vegna hesa skipan við éinum gjaldi pr. familju, uttan mun til talið á børnum.

At standa og gráta í Útvarpinum yvir sína egnu politisku elendigheit og skylda upp á undanfarna býráð, nú tit ikki fáa endarnar at røkka saman - ja, tað lata vit barnafamiljurnar sjálvar meta um til eitt komandi val.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu