Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum

Undirritaði havi fleiri ferðir víst á, at píkadekk slíta vegirnar munandi meira enn onnur sløg av dekkum og elva til stóra dálking, til skaða fyri bæði fólkaheilsuna og náttúruna.

Tíðindaskriv
Nútímans, bleytu vetrardekkini blíva betur ár undan ári, og standa seg í allarflestu royndarkoyringum, í allarflestu koyrilíkindum, væl betri enn píkadekk. Tí er hugburðurin í grannalondunum broyttur munandi seinni árini.

Eg havi tí í dag sett landsstýrismanninum í samferðslumálum viðfesta fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini, har eg biði hann greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur um at fremja tiltøk at avmarka nýtsluna av píkadekkum.

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður