Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TILTAK UM RÚMLIGARI ARBEIÐSMARKNAÐ

Á Tvøroyri 7. mars 2013:

Vælkomin og takk fyri, at tit eru møtt upp her til hetta tiltak um rúmliga arbeiðsmarknað (hjá Varðanum Pelagic í dag). Eg fegnist um, at so mong av tykkum kundu koma til hetta fyrsta tiltak av fleiri um hetta evni.

Endamálið er, sum kunnugt, at koma í dialog við arbeiðsgevarar kring landið, í teirri vón, at báðir partar kunnu blíva klókari uppá møguleikarnar og avbjóðingarnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum anno 2013.

Hyggja vit eftir almenna kjakinum í londunum rundanum okkum, so er tað serliga eitt evni, sum allarmest verður kjakast um: nevniliga spurningurin um, hvussu mann fær fleiri at vera partur av arbeiðsmarknaðinum? Tað er onki evni, sum kemur nær námind av at fáa meiri rúmd á politisku- og fjølmiðladagsskránni í grannalondunum.

Allir reformarnir, sum t.d. danska stjórnin er í gongd við, og hevur verið í gongd við síðsta árið, hava tað høvuðsmál at fáa fleiri fólk at vera partur av arbeiðsmarknaðinum. Sama er í hinum norðurlondunum, har slagorðið hjá Jens Stoltenberg er “Arbeid til alle er jobb nummer én” og svenska borgarliga stjórnin brúkar “Jobben är vår vigtigaste framtidsfråga” – arbeiðið er okkara týdningarmiklasta/størsta framtíðar avbjóðing.

Tað er ikki av ongum, at allir serfrøðingar eru samdir um, at júst hesin spurningur er ovast á dagsskránni hjá bæði serfrøðingum og politikarum. Tí hóast búskaparvøkstur og metlágt arbeiðsloysi árini undan fíggjarkreppuna, so hevur bólkurin av teimum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, verið støðugt vaksandi.

Og tá vit tosa um fólk, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, eru tað tey, sum ikki eru tøk at fara til arbeiðis – tey, sum ikki høvdu ikki farið til arbeiðis, hóast tey høvdu fingið arbeiði í boðið.

So kann mann sjálvandi siga, at norðurlendsku samfeløgini eru eyðkend við, at tað eru fleiri, sum arbeiða, enn aðrastaðni í heiminum, og vit í Føroyum kanska eru allar raskast av øllum. Sambært Hagstovuni eru tað ongastaðni í heiminum, at so stórur partur av fólkinum, so ella so, eru partur av arbeiðsmarknaðinum, sum í Føroyum. Eg má tó skoyta uppí, at vit samstundis hava heimsmet í at arbeiða niðursetta tíð, her í Føroyum.

Tað, sum órógvar er, at vit eisini í Føroyum hava ábendingar um, at gongdin viðvíkjandi teimum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, fer skeiva vegin. Tó at tølini eru nakað ósikkur, so týður tað upp á, at hesin bólkurin veksur. Og spurningurin er alt ov álvarsamur til, at vit bara kunnu seta okkum afturá, og bíða fyri at síggja, hvussu tað fer at ganga.

Skulu vit hava eitt samfelag, sum byggir á prinsippini um at heilsuverk, skúlaverk og almannaverk er fyri øll, so er tað ein avgerandi fortreyt, at nógv fólk arbeiða.

Okkara samfelagsskipan er soleiðis, at vit hava eitt slag av trygdarneti – at øll tey, sum ikki eru partur av arbeiðsmarknaðinum, fáa okkurt slag av veiting. Samstundis verður vælferðarsamfelagið fíggjað við grundarlagi í teimum inntøkum, sum vit fáa við at arbeiða. Antin við beinleiðis skattum, ella við at vit keypa fyri inntøkuna.

Tað er so øgiliga einfalt - lækkar arbeiðsvirknið, økjast útreiðslurnar, samstundis sum inntøkurnar lækka. Eru færri fólk í arbeiði, eru tað fleiri at forsyrgja fyri færri pengar.

----

 Men at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, er so mangt annað eisini.

Umframt at vera grundarlag undir tí samfelagsskipan, sum vit hava, so snýr tað, at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, seg eisini um fíggjarligt frælsi og persónliga vælferð hjá tí einstaka. Men tað hongur so aftur saman við, tað at vera ein samfelagsborgari, sum ikki er tengdur at almannahjálp.

Arbeiðsfjøldin sum heild minkar munandi komandi árini, meðan fólk í pensjónsaldri økist. Vit síggja tað longu nú - játtanin á fíggjarlógini til fólkapensjón hækkar við nógvum mió. kr. á hvørjum ári, samstundis sum tørvurin á tænastum til tey eldru økist ár um ár. At talið av eldri í mun til fólk í arbeiðsførum aldri økist munandi, merkir, at uppaftur færri verða at forsyrgja fleiri. Hetta leggur m.a. trýst á arbeiðsmarknaðin, vælferðartænastur o.a. Harvið verða sett størri krøv til arbeiðsvirkni millum tey, sum eru í arbeiðsførum aldri.

Sjálvandi gera vit. sum politikarar, okkara til, at vit fáa eitt so effektivt rikið samfelag, sum gjørligt. Men tað er onki at ivast í, at fyrsta og besta amboðið er at fáa tey, sum eru í arbeiðsførum aldri, at arbeiða, og at arbeiða so nógv sum gjørligt.

Tá vit tosa um fólk, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, so er tað ikki tað vanliga arbeiðsloysi, sum talan er um. Arbeiðsloysið broytist við konjunkturunum, og konjunkturarnir sveiggja (vanliga) upp og niður.

Mann kann siga, at vanligt arbeiðsloysi “ikki er so farligt”, tí tá konjunkturarnir venda rætta vegin, so lækkar arbeiðsloysi av sær sjálvum. Men í tíðum við høgum arbeiðsloysi, er tað tó ein stór avbjóðing at fyribyrgja, at ein arbeiðskreppa ikki verður til eina sosiala kreppu.

Vit síggja í Føroyum, at sjálvt, tá vit fyri nøkrum fáum árum síðani, høvdu eitt arbeiðsloysi, sum reelt var null, og vit faktiskt høvdu mangul upp á arbeiðsmegi, so lækkaði talið av teimum, sum eru varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, ikki.

Hetta er júst tað, sum eisini er farið fram í grannalondunum. Talið av teimum sokallaðu marginaliseraðu, er økt støðugt í heilt nógv ár – og tað er óansæð, hvussu konjunkturarnir hava verið.

Nógvir føroyingar leita sær til Nora at arbeiða, tí har er stórt trot á arbeiðsmegi, men hóast tað, so er út við fjórði hvør norðmaður í arbeiðsførum aldri, ikki tøkur at arbeiða. T.v.s. at tey eru ikki skrásett sum arbeiðsleys, tí tey høvdu ikki farið til arbeiðis, hóast tey høvdu fingið arbeiði bjóðað.

-----

Eitt sindur um støðuna her heima:

Tað eru umleið 1.800 føroyingar, sum fáa fyritíðarpensjón; tað eru út við 2.500 ymisk fólk, sum á hvørjum ári fáa sjúkradagpening frá Almannaverkinum; tað eru fleiri enn 1.000 fólk, sum á hvørjum ári fáa forsorgarhjálp frá Almannaverkinum Tað eru umleið 300 fólk, sum á hvørjum árið eru fevnd av endurbúgvingarskipanini hjá Almannaverkinum, og tað eru umleið 150-200 fólk í vardum starvi. Og í løtuni eru áleið 1.000 fólk í ALS.

Harumframt eru tað øll tey, sum eru sjúkrameldað við løn. Hesi eru ikki skrásett nakrastaðni, og vit hava í Føroyum ikki nøktandi hagtøl til at kunna siga nakað um, hvussu nógv hesi eru, og hvussu stórur trupulleikin við sjúkrafráveru er.

Tað er ikki óvanligt, at hesi fólkini passa seg sjálvi, og tað er kanska ikki fyrr enn tey verða søgd úr starvi og venda sær til Almannaverkið at søkja um fyritíðarpensjón, at “hond verður tikin um tey”. Og tá er ofta ov seint at fáa tey út aftur á arbeiðsmarknaðin.

Lyklaorðið at steðga hesa gongdini er skjótur innsatsur – at fyribyrgja at fólk eru ov leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum - á ein ella annan hátt.

Jú longri tíðarskeið fólk eru burtur frá arbeiðsmarknaðinum, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey ikki koma inn aftur á arbeiðsmarknaðin. Taka vit t.d. dagpengaskipanina, so hevur hon so at siga bara verið ein útgjaldsskipan. Fólk hava latið eina læknaváttan, og hava síðani móttikið eina veiting. Tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum mann í øðrum londum leggur so stóran dent á, hevur Almannaverkið bert í avmarkaðan mun havt møguleikar og karmar til at fremja.

Men í veruleikanum, so gera vit nakað nú! Vit sita ikki bara afturá, og bíða til alt lagar seg.

Vit hava í Løgtinginum samtykt eina nýskipan við lógarpakkanum um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum kom í gildi nú 1. januar í ár. Lógin er ein týðandi liður í arbeiðinum at virka fyri einum rúmligum arbeiðsmarknaði, og at framtíðartryggja arbeiðsmegina.

Yvirskipaða málið er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum.

Vit hava, sum áður nevnt tey, sum “bara” hava arbeiðsloysi at dragast við. Men vit hava eisini ein stóran hóp, sum hava aðrar avmarkingar - avmarkingar av øllum handa slagi.

Tað er onki at ivast í, at ein partur av hesum fólkum - við røttu vegleiðingini og við røttu amboðunum - kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum. Eisini á jøvnum føti við øll onnur. Og tað er hetta, sum eg meti, at nýggja lógin fer at stuðla undir við.

Fyri at røkka málinum, um ein arbeiðsmarknað fyri øll, er neyðugt at hava vælvirkandi stuðulsskipanir á arbeiðsmarknaðinum. Skipanir, ið kunnu takast í brúk, tá tann einstaki og arbeiðsmarknaðurin ikki megna at loysa trupulleikarnar.

Tað fer nevniliga framhaldandi at vera soleiðis, at tað í stóran mun eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum hava høvuðsábyrgdina av, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava atgongd til og kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum.

Men vit hava nú betra munandi um karmarnar soleiðis, at vit skulu røkka málinum við einum rúmligari arbeiðsmarknaði. Tó at skipanin nú eftir 1. januar líkist tí, sum var galdandi frammanundan, so vil eg siga, at vit nú hava eina munandi betri skipan.

Tá eg sigi, at skipanin líkist, so er tað tí, at hon byggir á somu prinsippir, sum vóru galdandi við gomlu endurbúgvingarskipanini, sum tað kallaðist fyrr.

Munurin er, at vit hava fingið fleiri amboð, vit gera ein skjótari innsats, leggja størri áherðslu á ráðgeving og uppfylging. Og við tíðini fara umsitingarligu ressursurnar heilt vist, í størri mun at verða brúktir beinleiðis upp á sosialfakliga arbeiði, heldur enn til reina umsiting og útrokning av inntøkum og útreiðslum hjá borgarum niður í smálutir.

Samstundis, sum vit hava økt um tann sosialfakliga innsatsin, sum skal hjálpa borgarum at blíva sjálvforsyrgjandi, so hava vit eisini styrkt um skyldurnar og krøvini til borgarar, sum eru partar av almannaskipanunum. Tey, sum kunnu vera virkin, skulu vera virkin. Men vit fara sjálvandi ikki at trýsta fólk út, sum ikki skulu út. Tað eru ikki øll, sum eru klár ella megna at koma í eina aktiva fyriskipan. Hetta er ein lærdómur, sum royndirnar aðrastaðnis hava víst.

Hvussu og hvørji ítøkiligar møguleikar vit hava við nýggju lógini, fara umboðini frá Almannaverkinum at greiða nærri frá um eina løtu.

Men eg kann stutt siga, at átøkini eru málrættað í mun til:

• Arbeiðsloysi

• fyribyrgja at fólk missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin

• fasthalda fólk í arbeiði

• integrerað fólk, ið ikki hava tilknýti til arbeiðsmarknaðin

Tað er mín fatan, at Almannaverkið altíð hevur havt eitt gott samstarv við tykkum arbeiðsgevarar, og tað er eisini mín fatan, at tit sýna stóra ábyrgd. Og tað er m.a. tí, at vit hóast alt hava so fræg hagtøl at vísa á í sambandi við arbeiðsvirkni.

Nú nýggja lógin er komin í gildi, er vil mín eyðmjúka áheitan vera, at tit arbeiðsgevarar í enn størri mun vera við til at taka eitt tak soleiðis, at vit, tá alt kemur til alt, fáa eitt betri samfelag. Bæði fyri tann einstaka - sum verður ein virkin partur av samfelagnum - men ikki minst fyri at tryggja, at vit hava ráð at hava eitt gott samfelag fyri øll.

Takk fyri!

------