Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tiltak um hvílitíðir og trygdarskipanina í Arbeiðsumhvørvislógini

Týsdagin í farnu viku skipaði Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri heimleiðistiltaki um hvílitíðir og trygdarskipanina í Arbeiðsumhvørvislógini.
 
Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, greiddi yvirskipað frá arbeiðsumhvørvislógini og greiddi meira ítøkiliga um trygdarskipanina.
 
Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, greiddi síðani frá nýggju vegleiðingini um hvílitíðir, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitinum júst hevur gjørt til tess at gera reglurnar í
 
Arbeiðsumhvørvislógini greiðari fyri brúkarin.
 

Nýggja vegleiðingin sæst her.
 
Nakað av fólki var møtt til tiltakið, sum var fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum.