Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tiltak um árin og seinárin av krabbameinsviðgerð og sjúku

Mikudagin 3. november kl. 16.30 - 18.00 skipa Krabbameinsfelagið og Tjaldurs Apotek fyri upplýsandi og kunnandi tiltaki um árin og seinárin av viðgerðini fyri krabbamein, og um hvørjar vørur Apoteksverkið hevur, ið kunna hjálpa og linna um ymisk seinárin.

Viðgerðin fyri krabbamein er tíbetur blivin nógv betur seinastu árini, og alsamt fleiri gerast frísk. Tað eru tíverri nógv, sum fáa seinárin av sjúkuni og viðgerðini. Seinárin kunnu vera til stóran ampa, og tey kunnu eisini vísa seg , tá long tíð er fráliðin.

Starvsfólk á Apotekinum fara at greiða frá um ymisk seinárin, og hvørjar vørur tey hava, sum kunna hjálpa og lætta um árin av sjúku og viðgerð.

Tiltakið verður á Tjaldurs Apoteki mikudagin 3. november kl. 16.30 - 18.00, tað er ókeypis at luttaka.

Pláss er fyri 25 fólkum. Tilmelding á telefon 317959 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo í seinasta lagi mánadagin 1. november kl 12.00.


Tak niður tjekklista frá Apoteksverkinum um hjáárin og seinárin av krabbameini