Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilmeldingin til Aliráðstevnuna byrjar mánadagin 27. januar 2019

Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 28. februar. Tilmeldingin til Aliráðstevnuna byrjar mánadagin 27. januar á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
 
Árliga Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin 28. februar 2019. Á Aliráðstevnuni verða sum vanligt framløgur um gongdina í føroysku alivinnuni í árinum sum fór. Norska felagið Kontali Analyse og føroyska felagið Avrik fara hvør í sínum lagi at lýsa gongdina í alivinnuni í árinum sum fór.
 
Eisini verða eina røð av øðrum fyrilestrum um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri alivinnuna, bæði av ítøkiligum og meira yvirskipaðum slag.
 
Á Aliráðstevnuni 2020 verða eisini góðir møguleikar at hitta fólk og netverka, bæði í s.v. ráðstevnuna um dagin og til veitsluhaldið um kvøldið.
 
Til ber at melda til Aliráðstevnuna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo, frá mánadegnum 27. januar.