Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilmelding til Vísindavøku lat upp í gjár

Tað er neyðugt at melda seg til luttøku á Vísindavøkuni í ár. Hetta er orsakað av koronustøðuni.

Til ber at melda seg til við at stovna ein brúkara á netappini vísindavøka.fo og síðani skráseta, hvørjar framløgur tú/tit ynskja at luttaka í. Tilmeldingin letur upp fríggjadagin kl. 12.

Tilmeldingin verður send okkum til støðutakan. Av tí at tað í mesta lagi kunnu vera 100 fólk til hvørja framløgu, og fleiri kunnu melda til í senn, so kann tað vera, at tað longu er fullteknað. Tú hevur tí ikki vissu fyri plássi, fyrr enn vit venda aftur við boðum og váttan um luttøku. Hetta gera vit skjótast gjørligt,

Tað fer eisini at bera til at síggja allar framløgurnar beinleiðis á netinum 6. november. Leinki til stroyming verður kunngjørt á vísindavøka.fo, á hesi síðuni og á Facebook.