Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum handað landsstýrismanninum

Arbeiðsbólkur, sum varð settur at gera uppskot til tillagingar í fólkaskúla og á miðnámi við tí endamáli at styrkja støðuna hjá fremmandamálum í skúlaverkinum, hevur handað landsstýrismanninum tilmæli.

Tilmælini byggja á áður gjørd tilmæli og fevna um høvuðsøkini: Tíma- og lærugreinabýti, námsætlanir, undirvísingartilfar, læraraførleikar, gransking og útbúgving.

Í tilmælinum verður m.a. mælt til, at týskt verður lærugrein í 7. flokki við tveimum tímum um vikuna, og at næmingar á náttúrubreyt og búskaparbreyt hava eitt fremmandamál ella danskt aftur at enskum.

Eisini verður mælt til, at námsætlanir í donskum og fremmandamálum verða tillagaðar við meira denti á málið sum miðil og samskiftisamboð, føroyskt undirvísingartilfar skal fáast til vega, og námsráðgevar skulu setast.

Harumframt verður mælt til at granskingarstørv í fremmandamálum verða skipað á Fróðskaparsetrinum.

Í arbeiðsbólkinum eru:

Hanna Ziskason Hansen, fulltrúi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, forkvinna.
Sólvá Jónsdóttir, námsráðgevi í Námi, skrivari.
Mortan Zachariassen, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum.
Tórhallur við Gil, fólkaskúlalærari, umboðandi Føroya Lærarafelag.
Hanna Jensen, miðnámsskúlalærari, umboðandi Yrkisfelagið Miðnám.
Kalpana Vijayavarathan, adjunktur, umboðandi Fróðskaparsetur Føroya.
(Hanna Jensen er ikki við á myndini.)

Sí: Tilmæli um fremmandamál í føroyska skúlaverkinum