Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Havstovan letur tann 15. juni á hvørjum ári eitt tilmæli um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa í føroyskum sjógvi fyri komandi fiskiár (1. september 2016 til og við 31. august 2017).

Upsastovnurin er hampuliga væl fyri, og vegna góða tilgongd, sum nú er á veg inn í stovnin, er stovnurin í vøkstri. Hinvegin eru toska- og hýsustovnarnir á Landgrunninum illa fyri. Báðir stovnarnir eru væl undir støddirnar, sum í longdini verður mett at geva bestu úrtøku og beint undir minstamarkinum fyri, hvat verður mett at vera ráðiligt. Ábendingar eru um, at 2015-árgangurin hjá hýsu er rættiliga góður, og nakað av hesum kemur til gýtingarstovnin komani ár. Hinvegin eru eingi tekin um góða tilgongd hjá toski, hvørki á Landgrunninum ella á Føroyabanka.

Veiðutrýstið á upsastovnin (t.e. tann parturin av stovninum, ið verður veiddur um árið) er í lagi, samstundis sum støddin á upsastovninum er oman fyri minstamarkið. Fyri bólk 2 (ið serliga veiðir upsa) verður tí mælt til at halda fram við sama tillutaða dagatali sum fyri verandi fiskiár.

Hesi seinastu árini hava teir brúktu dagarnir givið eitt veiðutrýst á toska- og hýsustovnin, ið er nakað yvir ella tætt við langtíðarmálið, sum er at fiska ávikavist 25% og 20% í tali úr stovnunum úr árið. Tí eru teir óbrúktu dagarnir (umleið 40% av teimum tillutaðu døgunum til bólk 3, 4 og 5) ov nógvir í skipanini, og tá/um teir verða virknir aftur, fer veiðutrýstið langt upp um langtiðarmálið.

Fyri bólk 3, 4 og 5, ið serliga veiða tosk og hýsu, verður mælt til ein stóran niðurskurð. Í fyrsta lagi verður mælt til at taka allar óbrúktar dagar fyri Bólk 3, 4 og 5 úr skipanini. Í øðrum lagi verður mælt til at skerja teir brúktu dagarnar við 50 %. Hetta verður gjørt fyri at fáa toska- og hýsustovnin at koma á føtur aftur. So hvørt sum stovnarnir vaksa, kann eitt samsvarandi tal av hesum niðurskurðinum av teimum brúktu døgunum loyvast aftur í skipanina.

Fyri tosk á Føroyabanka verður framvegis mælt til, at eingin fiskiskapur verður komandi fiskiár.

Tilmælið frá Havstovuni er í tráð við tilmælið frá Altjóða Havrannsóknarráðnum (ICES).

Afturat hesum hevur Havstovan m.a. mælt til tiltøk fyri at verja ungfisk og broytingar i gýtingarfriðaðu økjunum hjá toski.

Tilmæli frá Havstovuni: http://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2016/Tilmaeli_2016.pdf

Skjal 1. Report of the North-Western Working Group (NWWG) 2016: 

Er ikki leysgivið frá ICES enn. Verður lagt út her skjótast gjørligt.  

Skjal 2. The Faroe Plateau Ecosystem: http://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2016/Skjal_2.pdf

Skjal 3. Ávirkan av skiljirist og friðing á upsaveiðu hjá partrolarum: http://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2016/Skjal_3.pdf

Skjal 4. Meting av friðaðum og stongdum økjum: http://www.hav.fo/PDF/Radgeving/2016/Skjal_4.pdf