Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilfeingisútjavning sera áhugaverd

Í nógv ár havi eg verið fyri eini rættvísari kommunalari útjavning, sum umfatar annað enn at javna almenn størv úr høvuðsstaðnum. Men tá talað verður um at javna tilfeingi og inntøku í og úr fiskivinnuni, so er ongin áhugi, tí kjakið hevur bert snúð seg um at finna tey fáu økini, har høvuðsstaðurin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur, og so javna munin um alt landið, tó helst norðureftir.

Samstundis sum fíggjarmálaráðið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at geva alivinnuni skattalætta og at avtaka tilfeingisgjaldið, so kemur Norðlýsið sum ketta úr høvdatrogi og heldur fast um, at ein útjavning av almennu rokningini fyri at virðisøkja fiskatilfeingið er alneyðug!! T.v.s. at nú skal eisini høvuðsstaðurin gjalda tilfeingisgjald fyri tann fiskin, sum høvuðsstaðurin ikki fær tillutaðan.

Sambært Norðlýsinum gjalda Norðoyggjar og Eysturoy um 80% av samlaða tilfeingisgjaldinum. Jamen, hetta er jú tað, vit hava sagt í mong ár, at alt tað, sum landið lutar út av fiskiloyvum og tilfeingi annars, fellir uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Og tá Eysturoyggin og Norðoyggjar sita á øllum tilfeinginum og øllum loyvunum, so er væl nátúrligt, at tey ikki senda rokningina fyri tilfeingisgjaldið (sum nú helst verður avtikið) til onnur, sum onki fáa.

Norðlýsið lýsir tað so sera væl. 77% av inntøkunum frá bara makrelinum og sildini fella í Norðoyggjum og í Eysturoy. Tí fellir øll inntøkan har. Og at kalla øll aliøkini eru løgd uttanfyri høvuðsstaðarøkið, sum tí heldur onga inntøku fær haðani. Hetta lýsir jú avbera væl almenna politikkin seinnnu árini, har alt er javnað úr høvuðsstaðarøkinum í so stóran mun, at í dag stava minst 25% av lønarsumminum í Norðoyggjum frá fólksins ogn - fiskinum - meðan tilsvarandi talið í høvuðsstaðarøkinum er um 5%. Og her búgva 40% av fólkinum, harav helst ein triðingur betalir skatt uttanfyri Havnina.

Býta javnt og gjalda javnt

Tað er púra rætt, at Eysturoyggin og Norðoyggjar eiga nógvar og óføra raskar vinnulívsmenn. Tíbetur. Men tað merkir, at teirra ágóði frá bæði aling og fiskivinnu annars, mest kemur lokalsamfelagnum til góðar. Arbeiðsplássini og bestu lønirnar fella har. Norðlýsið hinvegin heldur fast um, at "Tórshavnar kommuna einsamøll fær allar inntøkurnar av útflutninginum av alifiski og pelagiskum og øðrum fiskasløgum!" Hetta er fullkomið møsn, tí Tórshavnar kommuna fær onki.

Tá vøra kemur um føroyskan keikant letur hon eitt gjald. Tá Norðborg leggur upp í Klaksvík verður goldið eitt gjald, tað sama, tá vøran verður avskipað norðuri í Ánunum. Um bingjur verða fluttar til Havnar, so gjalda tær fyri at fara um keikantin í Havn - hóast innskipingargjaldið fall í Klaksvík. Men hesum stýrir fría vinnan í eini fullkomiliga fríari kapping, og her er Tórshavnar havn ein partur av vinnuni. Virksemið hjá Tórshavnar havn er størsta einstaka virksemi, sum enn tryggjar, at yvirhøvur nakað maritimt vinnulív er eftir í høvuðsstaðarøkinum.

Tað, Norðlýsið í veruleikanum avdúkar er, at landsins leiðsla í mong ár bert hevur lutað út fiskiloyvi og tilfeingi uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Nátúrligi konsekvensurin má tí vera, at tilfeingis- og líknandi avgjøld eisini fella uttanfyri høvuðsstaðarøkið. Einasta logiska alternativ er, at landið lutar fiskiloyvi, aliloyvi og tilfeingi annars púra javnt um landið eftir fólkatali, so haldi eg høvuðsstaðarøkið meira enn fegið hevði goldið sín part.

Tað ber eftir øllum at døma til at gerast so lokalbedøvaður, at mann bítur seg sjálvan í halan.

Heðin Mortensen

borgarstjóri