Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilfeingisskatt á veiðu heldur enn gjald á rættindi

Ein fult út føroysk vinna, sum er gjøgnumskygd, ikki fremur spekulasjón í rættindum, men sum fremur størst møguliga virðisøking og nýmenning, og sum letur upp fyri, at ein og hvør kann bjóða seg fram.

Published by Ingolf S. Olsen on Mán, 2016-10-10 19:07 

So stutt kann uppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag (FF) til nýggja fiskivinnuskipan lýsast.
Í uppskotinum er tað ein tilfeingisskattur afturat partafelagsskattinum, sum skal tryggja Føroya fólki sín part av fólksins ogn – havsins tilfeingi. Onki serstakt gjald skal vera fyri sjálvt fiskiloyvið.

Útlutingin skal fara fram umvegis eina almenna tilfeingisbúð á tann hátt, at treytir verða settar til hvørt einstakt loyvi, sum verður tíðaravmarkað, og so skal ein nevnd – ein tilfeingisbúð velja út millum best skikkaðu umsóknirnar.

Tilfeingisskatturin skal roknast av úrslitinum hjá hvørjum einstøkum skipi sær – eitt felag fyri hvørt skipið – fyri at sleppa undan, at úrslitið við roknskaparligum snildum verður skrúvað niður í lítið og onki.

Vit í FF hugsa okkum ein flatan tilfeingisskatt – sama skattastig fyri allar skipabólkar – men tað kann altíð verða ein politiskur kjakspurningur, um ásetingarnar skulu vera ymiskar fyri teir ymisku skipabólkarnar.

Meirilutin í FF heldur fast um, at fiskidagaskipanin ikki eigur takast av, men uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan kann brúkast, sama um talan er um fiskidagaskipan ella kvotaskipan.

FF-uppskotið sær yvirskipað soleiðis út:FF-fiskivinnuskipan – ein skipan uttan kapitalisering av fiskiloyvum og lættari atgongd hjá fiskimonnum í fiskivinnuna har landið fær sína tilfeingisrentu

Endamál
Mál at røkka við einari nýggjari fiskivinnuskipan eru
Fleksiblir og stabilir karmar.
Fiskiskapurin skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.
Fiskiríkidømið verður verandi ogn hjá landinum og skal vera á føroyskum hondum.
Ongin kapitalisering av fiskiloyvum.
Marknaðarstýring av fiskiloyvum.
Fiskiloyvini skulu ikki savnast á ov fáum hondum.
Landið fær hóskandi part av tilfeingisrentuni.
Fiskiloyvini verða latin teimum, sum kunnu skapa størst møguliga virðisøking og/ella royna at nýmenna fiskivinnuna.
Uppboðssøla skal vera av øllum veiddum, óvirkaðum fiski.
Skipan við útlutan og innlatan av fiskiloyvum

Fiskiloyvi verða latin fyri eitt hóskandi tíðarskeið – eini 12 ár – fyri at skapa tryggar umstøður, tá tað snýr seg um at útvega fígging og at leggja veiðu, framleiðslu, sølu og marknaðarføring til rættis.

Fiskiloyvi kunnu bert verða latin til feløg, har allir eigararnir eru heimahoyrandi í Føroyum. Grannskoðaður roknskapur verður gjørdur fyri hvørt einstakt felag sær, og har einasta virksemið hjá felagnum kann vera veiða og framleiðsla umborð. Tað er bert loyvi til at hava eitt skip í hvørjum felag.

Eisini eigur møguleiki at vera fyri at lata loyvi til serligar verkætlanir, sum verða góðkendar av tilfeingisbúðini.

Fyri at fiskiloyvini ikki skulu savnast á ov fáum hondum, skal ongin einstakur persónur ella einstakt felag hava brúksrætt til meira enn ávísan prosentpart av TAC’num ella samlaðu fiskidøgunum fyri hitt einstaka fiskaslagið ella veiðibólk. Eigur ein einstakur persónur ella eitt felag í fleiri fyritøkum, verður umrøddi prosentpartur lagdur saman og skal ikki tilsamans fara upp um markið.

Byrjanin til nýggju fiskivinnuskipanina við útlutan og innlatan av fiskiloyvum er tann, at tey, sum hava fiskiloyvi 31.12.2017, fáa endurnýggjað síni fiskiloyvi 01.01.18. Kemur onkur upp um loyvda prosentpartin av TAC ella samlaðu fiskidøgunum fyri hitt einstaka fiskaslagið, skal parturin omanfyri loyvda markið latast inn aftur ikki seinni enn 31.12.2018.

Tað skal vera møguligt at lata inn aftur fiskiloyvi í stutt tíðarbil, um tað av ymsum orsøkum ikki ber til at útnytta ávíst fiskiloyvi, soleiðis at aðrir partar kunnu gera nýtslu av tí.

Um viðkomandi, sum hevur fiskiloyvi velur at gevast ella er noyddur at gevast við fiskiveiðuni, verður fiskiloyvið latið inn aftur.

Handil við fiskiloyvum
Tað skal ikki vera møguligt at keypa og selja fiskiloyvir á privata marknaðinum.

Hinvegin kann tað koma fyri, at onkur partaeigari í einum felagi, sum hevur fiskiloyvi, ynskir at koma burtur úr felagnum, og skal tað tá vera møguligt at selja partabrøvini. Er tap av hesum handli, verður tað av skattamyndugleikunum viðgjørt sum aðrir partabrævahandlar. Er vinningur, verður vinningurin, sum stendst av vanliga skattliga uppgjørdum vinningi – sambært kunngerð nr. 131 frá 27. desember 2006 um virðisáseting av ognum – skattaður við 50 prosentum, meðan vinningur oman fyri hetta – virðið av fiskiloyvinum –  verður skattaður við 100 prosentum, sí dømi í talvu 2.

Gjald av tilfeingisrentu
Hugsað er ein nýggj og stabil skipan við einum tilfeingis- og partafelagsskattatrýstið á reiðaríið, sum samsvarar max. lønarskattin uppá 50 prosent, ið er settur saman av partafelagsskattinum upp á 18 prosent (av úrslitinum) og einum tilfeingisskatti upp á 39 prosent (av úrslitinum minus partafelagsskatt). Tað gevur eitt samlað skattatrýst á beint niðanfyri 50 prosent av úrslitinum.

Tilfeingisskatturin kann so umroknast til ein loypandi skatt av sjálvum søluvirðinum. Í døminum í talvu 1 er tilfeingisskatturin 9,36 roknað av søluvirðinum.

Hugsandi er, at tilfeingisskatturin kann vera ein annar enn her skotin upp, tó eigur at verða havt í huganum, at individuella kunnleiksrentan, sum kemur av serligum kunnleika hjá individuellum aktørum í vinnuni, eigur at verða eftir í vinnuni, umframt at lagt eigur at verða upp fyri sveiggjum, sum hoyra fiskivinnuni til.Bakstøðið fyri hesum er millum annað, at hetta er ein kendur skattasatsur – 50 prosent – og at loypandi tilfeingisskatturin er meira effektivitetsfremjandi enn ein eykapartafelagsskattur, har tað eru tey best riknu reiðaríni, sum gjalda mest.

Hugsanin er, at støði verður tikið í seinast kendu roknskapunum fyri viðkomandi veiðibólk, og mett verður síðan um veiðinøgd, fiskaprís og høvuðsútreiðslupostarnar fyri komandi ár. Á henda hátt ber til at rokna út, hvat tilfeingisskatturin skal vera, og sum skal gjaldast loypandi sum ein prosentpartur av søluvirðinum, sí talvu 1.

Hetta tryggjar, at tilfeingisskattur verður goldin av kvotum og fiskidøgum, sama um kvoturnar verða fiskaðar, ella fiskidagarnir brúktir. Tað fer við øðrum ikki at loysa seg at leggja seg á kvotur og fiskidagar, og tískil er talan um eitt slag av innbygdari brúksskyldu.

Fyri at gera útrokningarnar meira neyvar kann gjaldið vera roknað út meira enn einaferð um árið, ella at roknað verður út eitt acontogjald, sum so verður regulerað, tá árið er liðugt.

Við at leggja tilfeingisskattingina til rættis á henda hátt, har grundstøðið verður miðaltøl fyri hvønn einstakan veiðibólk, fara væl rikin skip at klára seg, meðan tað eisini fara at verða skip, sum noyðast at gevast og at lata fiskirættindini innaftur. Hesi fiskirættindini verða so lutað út aftur, soleiðis at til- og frágongd alla tíðina verður í vinnuni.

Tískil fer alla tíðina at bera til hjá nýggjum aktørum at bjóða seg fram.

Tilfeingisskatturin skal gjaldast, um veitt verður ella ikki. Tí skal tað vera møguligt at lata fiskiloyvini inn aftur innan nærri ásetta tíð, um ein aktørur sær, at ikki fer at bera til at fiska tillutaða kvotupartin ella at brúka fiskidagarnar í tí aktuella fiskiárinum. Sostatt kann ein annar umvegis tilfeingisbúðina gera brúk av hesum fiskirættindunum.

Fyrisiting til útlutan og innlatan av fiskiloyvum – tilfeingisbúð
Tilfeingisbúðin hevur um hendi, at
útluta (herundir góðkenna serligar verkætlanir)
sundurluta/samanleggja
taka inn
skráseta
eftirkanna fiskiloyvi, og um treytir í sambandi við fiskiloyvir verða hildnar.

Ábyrgd av tilfeingisbúðini hevur nevnd sett saman av óheftum persónum, ið hava skil fyri fiskiveiðu, framleiðslu og búskapi, og sum hevur hóskandi fyrisiting til taks.

Hetta fer um skipanina hjá landinum, har tilfeingisbúðin er móttakari og útlutari av fiskiloyvum:

Tann parturin av fiskiloyvunum sum er omanfyri, hvat hvør í mesta lagi kann eiga av TAC fyri einstøku fiskasløgini ella av samlaðu fiskidøgunum.

Nýggj fiskirættindi.

Fiskiloyvi hjá teimum, sum gevast í vinnuni.

Fiskiloyvi hjá teimum, sum ynskja at lata frá sær part av ella øll síni fiskirættindi, tað veri seg fyri styttri tíð ella varandi.

Tá tað her ikki er prísurin, sum er avgerandi fyri, hvør fær tað aktuella fiskiloyvið, er umráðandi, at greið og vælgrundað kriteriir verða ásett. Hetta fyri at kunna velja á einum sakligum, gjøgnumskygdum og marknaðargrundaðum grundarlagi millum umsøkjararnar.
Kriteriini kunnu millum annað vera:

Vinnuligar royndir.
Royndir frá fiskivinnu.
Rakstrarætlan – váttað av løggildum grannskoðara – um at raksturin kann roknast at bera seg, og herundir at virksemið klárar at gjalda ásetta tilfeingisskattin.

At ætlaða veiðitólið
Lýkur myndugleikakrøv.
Kann tryggja góða góðsku.
Veitir manningini góðar umstøður.
Førir mest møguligt av avskurði við meira til lands.
Fer væl við fiskastovnunum.
Hevur við sær nýmenningar sum millum annað tryggja omanfyri nevndu atlit.
Hendan útveljingin millum umsøkjararnar minnir um, hvussu arbeiðsmarknaðurin virkar, tá fólk verða sett í starv, ella tá arbeiði verða bjóðað út millum arbeiðstakarar.