Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilfeingisgjald komið fyri at vera

Í seinastu viku samtykti Løgtingið figgjarlógina fyri 2012. Tað, sum gjørdist ein týðandi partur av orðaskiftinum var, at minnilutin hevði hallið niðri á 145 mill, har ið 150 mill skuldu koma frá tilfeingisgjaldi , meðan meirilutin ikki kalkuleraði við tilfeingisgjaldi.

Orsøkin til drúgva orðaskiftið var tilfeingisskatturin , sum fekk nógva rúmd. Sjálvsagt eisini tilfeingiskatturin, sum landskassin fekk í 2011.

At tingfólk nú síggja øktu virðini í pelagisku vinnuni, og tað at vinnan er sinnað at rinda eitt gjald fyri hetta tilfeingið ger, at inflatíón skjótt kann koma í orðaskiftið, og fólk fara at yvirbjóða hvørt annað.

At vit skulu hava eitt gjald frá pelagisku vinnuni, eru flest øll samd um, men um talan skal vera um 100,200 ella 300 mill er ikki so avgerandi. Í fyrsta umfari er týdningarmikið, at búskaparliga yvirskotið í fiskivinnuni er av slíkum slagi, at vinna og landskassi verða tryggjað eina so góða tilfeingisinntøku sum til ber.

Visjón 2015 hevði sum aðalmál, at tilfeingisvinnurnar skuldu geva ein so góðan og støðugan samfelagsbúskaðarligan vinning sum gjørligt. Tilfeingið er landsins ogn, sum Føroya Landsstýrið umsitur.

Okkara mál skal vera, at alt skal um føroyskan bryggjukant, og alt skal fiskast ella viðgerast á føroyskum kjøli. Rávøruveitarar, hvørs vitan liggur aðrastaðni enn her í landinum, eiga ikki at sleppa framat.

Um einki kemur burturúr samráðingunum, sum skulu verða í Íslandi í februar, eiga vit skjótast til ber at fyrireika vinnuna uppá, hvussu landsstýrið ætlar at tilluta ásetta tonsatalið út á ymsu skipabólkarnar, ella hvussu landsstýrið ætlar at skipa veiðuna í 2012.

Veður hugt eftir lønunum í fiskivinnuni, so er sera stórur ójavni komin í. Hetta er hent tvey tey seinastu árini, og her er høvuðsorsøkin helst makrelurin ella pelagiska vinnan. Hesin ójavni er íkomin, tí at tey virðini eru býtt ójavnt. Botnfiskaflotin hevur havt reyð tøl á botnlinjuni í fleiri ár, meðan aðrir skipabólkar skúma fløtan. Einki galið í tí, men alt er relativt.

Spurningurin er tó ikki so einfaldur. Tað grundleggjandi er, at vit tryggja, at makrelurin og annar uppisjóvarfiskur gagnar samfelagnum sum best frameftir. Tað verður neyðugt at gera grundleggjandi broytingar í fiskivinnuni.

Skal botnfiskaflotin verða ein natúrligur partur av hesum tilfeingi? Tað er okkurt, sum bendir á, at uppisjóvarfiskasløgini hava eina lívfrøðiliga ávirkan á botnfiskastovnin. Um tað er ein av fleiri orsøkum til, at stovnarnir eru so illa fyri, er ikki óhugsandi.

Hinvegin verður sagt, at okkara botnfiskafloti er ov stórur. Tí er spurningurin viðkomandi, hvørt uppsjóvarfiskurin skal halda lív í einum ov stórum botnfiskaflota. Ein gongd leið kundi verið, at vit lótu uppisjóvarfisk fyri kvotu aðrastaðni, og á henda hátt minkaðu um trýstið á grunnarnar.

Vit hava møguleika og skyldu til at gera eina breiða semju tvørtur um politisk mørk, eina semju, sum politiska skipanin, og ikki minst vinnan kann fyrihalda seg til.

Løgmaður hevur gjørt eitt skilagott átak við at seta ein bólk við fólki úr øllum flokkum at viðgera henda spurning.

Um vit kundu komið hagartil, at ein breið politisk semja fekst um hetta mál, sluppu vit undan politiskum konfrontatiónum líkum teimum, sum vit seinastu árini hava sæð, tá ið fiskidagarnir skulu ásetast, tá ið hótt hevur verið við at spreingja bæði samgongur og flokkar í luftina. Tíðin er farin frá hesum primitiva politikki. Vit hava møguleikan nú.

Skulu vit hava burðadygga vinnu, er fyrsta treyt, at vinnan kennir fortreytirnar.

Eivin Jacobsen, løgtingsmaður

Sambandsfloksins