Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilfeingis politikkur, er ikki eitt partapolitiskt mál

Flestu skipanir eiga, at verða liðagar til, eftir náttúrligum broytingum í umhvørvinum tær virka í.

Tá fiskidagarnir vóru innførdir, meini tað var í 1996, høvdu teir til endamáls, at geva vinnuni karmar at virka undir og samtíðis at verja okkara stovnar í móti yvirfisking.

Landstýrið hevur gjørt millumtjóða avtalur við onnur lond, um at býta um fisk á okkara leiðum, við onnur fiskasløg í teirra sjógvi, soleiðis at flakatrolararnir kunnu fiska í norðuratlantshavinum.

Millumlanda avtalur eru eisini gjørdar, soleiðis at okkara uppisjóðarfloti fær sín part av uppisjóðarfiskinum her norðuri.

Alt kann nevnast, so sum Rækjur, gomlu saltfiskatrolararnir og smáu frystibátarnir yvir við new Founland osfr.

Alt hetta hevur virkað fyri, at okkara fiskivinna á sjógvi, skal hava optimalar umstøður at virka undir og tað hevur virkað rímiligt.

Fyri nøkrum árum síðani, funnu føroysku bankarnir uppá, at taka pant í loyvinum, sum flotin virkaði undir, fyri at fíggja skipabygging og skipakeyp. Og júst hetta fekk eyguni upp hjá skipa eigarunum. Nú vóru upphæddir settar á, hvussu stór virðir teir í roynd og verðu sótu á. Útlendingar funnu eisini sera skjótt út av, at nú kundi fáast fatur á hesum føroysku loyvum, tí teir kendu til loyvisbarónarnar í egnum heimlandi.

Hetta varð startskotið til, at innihavarir av loyvinum kundu selja tey, og taka vinningin (í nøkrum førum risaupphæddir) inn í egna lumma.

Í byrjanini settu fá spurnartekin við, hvør í verðuleikanum átti hesi loyvini. Flest undraðust tó á tær ovur stóru upphæddirnar, sum skipini vóru seld fyri. Seinni er hetta sundurgreinað og flest øll hava skilt, at bróðurparturin av søluvirðinum, hevur verði virðið á loyvunum. Nú er fólkið raknað við og vita, at reiðararnir bert hava fingið hesi loyvir til láns, men at teir nú, hava tikið sær ognarrættin til loyvini.

Serliga sjónligt gerst tað, nú Makrelurin bráddliga verður hvønndags tos, og á pappírinum ikki hevur nakran vinnuligan/søguligan eigara, men bert liggur í hondunum á Landsstýrismanninum. Hvussu skal nú býtast?

Tað er sjónligt í føroyska samfelagnum, at nakrir føroyingar eru vornir óvanliga vælhavandi og er hetta eisini partvíst góðtikið av fólkinum, tí hetta eru persónar, sum hava lagt lív og sál í sítt lívsverk á sjónum. Allir føroyingar taka hattin av fyri fólki, sum ofra seg so nógv, sum føroyska sjófólkið hevur gjørt.

At ein velur, at selja sítt lívsverk og leggjast upp, er ein rættur, sum øll hava. Og sjálvandi skal eigarin hava sølupeningin fyri lívsverkið, sum til tíðir kann hava stórt virði. Men tað er ikki í lagi, at viðkomandi eisini selur loyvið, sum var til láns frá føroyska fólkinum, og soleiðis fær risa inntøkur í egnan lumma. Virðir sum í roynd og verðu hoyra heima í landskassanum, sum er tann formligi eigarin og er grundarlagið undir føroyska vælferðar samfelagnum.

Burtursæð frá teimum føroyingum, sum sita á fiskiloyvinum í dag, so eru nú fleiri útlendingar, sum hava keypt seg til fólksins ogn og útvaldir føroyingar sita heitt eftir. Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn føroyingar sita sum strámenn í egnum samfelag (er longu byrjað), meðan virðini, sum áttu at verði nýtt til menning av vinnuni og samfelags rakstur, verða slúsaði út í heim.

Í seinastuni hevur verið kjakast óført millum manna um hesa íkomnu støðuna. Og tað sum eykennir kjakið er, at búskaparfrøðingar og ein partur av fólkinum, meina at vit ega at fáa fría kapping í samband við loyvini, tvs. At ein tilfangisbúð skal setast á stovn, har tey virkandi í vinnuni, kunnu keypa sær rættin at virka. Hetta merkir, at tann sum júst hevur keypt sær skip, ikki merkir annað enn, at nú skal hann gjalda kostnaðin á skipinum (lívsverkið) til seljaran, men kostnaðin av loyvinum til rætta eigaran, Føroya fólk. Samlaði prísurin er hin sami.

Hin parturin í kjakinum, eru sum oftast fólk, sum onkusvegna verða rækt av broytingunum. Tað sum kann undra er, at sum oftast eru sjófólk púra ósamd í, at broytingar skulu gerast. Tað kann lesast millum linjurnar, at sjófólkið á dekkinum, kenna til tað harða sjólívið og at landkrabbar ikki skulu gera sær meiningar um, hvussu vinnan skal skipast. Hetta sama sjófólkið upplivir, at teirra reiðari, sum sjálvdan er við á sjónum, kann geras høvuðsríkur, meðan viðkomandi dekkari slítur seg upp, uttan at fáa tað burtur úr, sum júst viðkomandi hevði uppiborðið. Fyri dekkaran, hevði ein nýggj skipan, onga broyting havt umborð, men Føroyar høvdu verði betur at liva í

Politikarar noyðast at finna eina breiða semju í hesum máli. Føroyska fólkið fer ikki at góðtaka, at føroyska samfelagið ikki klárar seg, samtíðis sum nøkur fá, sita á alstórum virðum, sum í verðuleikanum hoyra heima hjá fólkinum.

Føroyska fólkið, fer heldur ikki at góðtaka, at føroyka samfelagið framhaldandi fer at gera millumlanda avtalur, fyri at útlendingar skulu fáa hæggri inntøkur, samtíðis sum Føroyar ikki klára seg búskaparliga.

Føroyska fólkið, fer heldur ikki at góðtaka, at øll tann føroyska vitanin innan okkara fiskivinnu, verður niðurliðað og uppbygd av nýggjum, uttanfyri landoddarnar í staðin.

Tað er betur, at fólkið ger uppreistur nú og krevur at neyðugu broytingarnar verða gjørdar, heldur enn at fólkið ger uppreistur um nøkur fá ár, tí at samhaldsfestu Føroyar eru farnar fyri bakka.

Tilfeingis politikkur, er fólksins mál.

Rói Egholm