Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tilboð upp á skúladepil 475 mió. krónur

BYGGIÆTLAN: So upprann dagurin, tá tilboðini upp á nógv umrødda Skúladepilin við Marknagil vórðu avdúkaði. Samlaði prísurin á bíligastu tilboðunum fyri tær átta arbeiðstøkurnar er 475 mió. krónur.

Klokkan 14 í dag týsdag var lisitatión á Landsverki í sambandi við Skúladepilin við Marknagil, har tilboðini frá teimum 21 undangóðkendu byggi- og veitingarfyritøkunum vórðu latin upp saman við ráðgevum, umboðum fyri bjóðandi fyritøkurnar, Landsverk og Mentamálaráðið. Bíligastu tilboðini upp á tær átta arbeiðstøkurnar er 475,5 mió. krónur.

Niðan fyri síggjast tey bíligastu tilboðini upp á tær ymsu arbeiðstøkurnar: ** Arbeiðstøkur: (avrundaðar upphæddir)

1) Jørð, kloakk, beton og stál 138,8 mió. kr. frá TG Verk

2) Innilokan 108,5 mió. kr. frá TG Verk

3) Innrætting o.a. 99,0 mió. kr. frá TG Verk

4) EL-arbeiði 35,0 mió. kr. frá El Team Vest

5) HVS, luftskipanir o.a. 62,6 mió. kr. frá Demich

6) Múraraarbeiði 22,7 mió. kr. frá TG Verk

7) Málaraarbeiði kr. 0,9 mió. kr. frá Anskar Hansen

8) Lendisarbeiði kr. 8,0 mió. kr. frá Articon

Samlaða tilboðið er sostatt í alt 475,5 mió. kr. Hetta merkir, at byggikostnaðurin í løtuni liggur umleið 155 mió. krónur oman fyri játtanarkarmin í verklagslógini fyri handverkaraútreiðslurnar, sum eru 320 mió. krónur.

- Arbeiðið við at finna sparingar er longu farið í gongd, og fleiri sparingar eru longu á tekniborðinum. Komandi tíðin kemur at vísa, hvussu nógv ber til at spara, so samlaði kostnaðurin kann fáast munandi niður, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Flestu fyritøkurnar, ið vóru undangóðkendar og sum hava bjóðað upp á arbeiðstøkurnar, eru føroyskar, meðan hinar koma úr ávikavist Íslandi og Danmark.

Landsverk fer nú undir at kanna innkomnu tilboðini, og úrslitið av hesum verður væntandi greitt um nakrar dagar.

Í játtanarkarminum í verklagslógini á 391 mió. krónur eru ikki íroknaði innbúgv og onnur útgerð, sum væntandi fer at liggja um 60 mió. krónur.