Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men eisini tey avvarðandi. Tá ein í familjuni gerst sjúkur ella doyr, kann tað vera ein hjálp, at hitta onnur í somu støðu. Tí skipar Krabbameinsfelagið aftur í vetur fyri einari røð av tilboðum fyri tey avvarðandi og fyri tey, ið eru rakt.

Tilboð til tey avvarðandi og fyri tey, ið eru rakt

Familjusamtalur

Tað er sjálvsagt ein skelkur hjá einari mammu ella pápa at fáa staðfest lívshóttandi sjúku, og nógvir spurningar stinga seg upp í mun til børnini: Hvussu nógv skulu tey vita? Er neyðugt at siga sum er? Hvussu skulu vit siga tað?

Børn reagera sera ymiskt, tá ið mamman ella pápin gerast álvarliga sjúk. Summi byrgja seg inni, onnur gera lítlan háva burtur úr sær og gera øllum til vildar, meðan uppaftur onnur broyta atburð og eru sjónliga ørkymlað.

Lívshóttandi sjúka ber altíð við sær broytingar í familjuni, og hesar broytingar kunnu raka børnini sera meint. Tað krevur, at foreldrini tosa við børnini um truplu tankarnar og kenslurnar. Men, ofta hava foreldrini, orsakað av sjúkuni, ikki neyðugu orkuna, og tá gerst tað enn truplari hjá børnunum at tosa opið um sjúkuna og avleiðingarnar av henni. Børnini kunnu kenna seg ógvuliga einsamøll við sínum tonkum og ótta. Ein familjusamrøða, har foreldur og børn, saman við sálarfrøðingi, fáa møguleika at tosa um alt tað svára, kann verða við til at bøta um júst hetta, og soleiðis hjálpa familjuni.

Fyri børn og ung

Børnini og tey ungu, hvørs foreldur eru lívshóttandi sjúk, gera sær nógvar tankar, og eru óttafull. Ofta hava tey ongan at tosa við um truplu kenslurnar. Í gerandisdegnum hjá hesum familjum snýr tað mesta seg um sjúku og viðgerð. Børnini verja foreldrini og øvugt, og tí fáa børnini ikki altíð heima sett orð á til dømis, at tey eru bangin. Tí kann tað hava stóran týdning fyri tey at hitta onnur, sum eru í somu støðu. Bæði fyri at kenna, at tey ikki eru einsamøll, men eisini fyri at hava eitt stað, har tað ber til at tosa trygt og opið.

Tí bjóðar Krabbameinsfelagið børnum upp til 18 ár, at savnast í einum forum, har tey fáa sett orð á sínar kenslur og kunnu hitta onnur børn í somu støðu.

Summi børn hava møguliga ikki tørv á at hitta onnur í bólki, men vilja heldur at ein sálarfrøðingur kemur heim at tosa við alla familjuna saman. Tilboð er sostatt um bæði.

9. novembur - dagur fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini og hava børn yngri enn 18 ár

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. Tá krabbamein rakar, og deyðin kemur á gátt, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Tíðin undir sjúku og tíðin eftir eitt deyðsfall, er ógvuliga tyngjandi fyri familjuna.

Gerandisdagurin broytist frá tí, sum man plagdi at gera, til fullkomnan ruðuleika, bæði praktiskt og kensluliga. Nógvar nýggjar og óvanligar støður taka seg upp. Og tað kann tykjast, sum øll skipan av gerandisdegnum hvørvur. Tann einasti, sum kann skapa ordan í kaosinum, er foreldrið, sum livir eftir. Men tað er ikki altíð, at foreldur megna tað, í eini so tyngjandi tíð, har tey sjálvi berjast við einari rúgvu av strongdelvandi broytingum og nýggjum støðum. Tí er yvirskotið ikki altíð nóg stórt, at taka sær av børnunum eins væl, og tey fegin vildu.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí aftur í vetur at skipa fyri samtalubólki fyri einkjur og einkjumenn, ið hava børn yngri enn 18 ár. Her kunnu tey hitta onnur í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er loyvt at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul og hjálp at loysa ymsar trupulleikar.

30. novembur – dagur fyri tey, ið hava mist makan av krabbameini

Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ið ein missir makan av eirindaleysari sjúku. Tí setti Krabbameinsfelagið fyri nøkrum árum síðan á stovn bólk fyri tey, sum hava mist makan av krabbameini og tørva stuðul at koma gjøgnum sorgina.

Royndirnar hesi árini eru góða, og luttakararnir siga seg hava fingið nógv burtur úr at hitta onnur í somu støðu, saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein. Aftur í vetur skipa vit fyri hesum møguleika.

Málið við degnum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/-ur gjøgnum sorgina.

7. desembur. Dagur fyri foreldur, ið hava mist vaksin børn

Á Krabbameinsfelagnum hava vit sæð ein tørv hjá foreldrum, ið hava mist vaksin børn av krabbameini, at hitta onnur í somu støðu. Hesi foreldur bera stóra sorg yvir at hava mist barn sítt, men onkursvegna kann tað vera ringt at fáa pláss at tosa um sorgina. Hetta millum annað tí, at vaksnu børnini ofta hava maka og børn, sum sita eftir, og sum tað er natúrligt, at tey flestu fyrst og fremst hugsa um.

Krabbameinsfelagið vil fegin bjóða tær, sum hevur mist vaksna barn títt av krabbameini og tørvar stuðul at koma ígjøgnum sorgina, at hitta onnur í somu støðu.

Endamálið við degnum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum missurin av barninum ber við sær, og gjøgnum samtalur at skifta royndir sínamillum um, hvussu til ber at koma longur fram á leiðina, í mun til sorgina. Ynskja luttakararnir tað, so verður nýggjur dagur ásettur, har tit kunnu hittast aftur.

18. januar kl. 14- 17. Dagur fyri makar hjá krabbameinssjúkum

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar.

Tiltøkini verða í hølunum hjá felagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira um tiltøkini, eru vælkomin at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo