TIL TYKKARA, IÐ ERU AVBYRGD ELLA INNLØGD
Heiminum tørvar meira enn nakrantíð okkara treytaleysu empati, samanhangsmegi og skymsemi. Og heiminum tørvar samstundis okkara evni til vera í og við okkum sjálvum á ein hátt, sum fyri mong okkara er ókendur og óttafullur. Her koma nøkur løtt ráð og amboð til tykkara, ið á ymsan hátt sita einsamøll ella saman við øðrum í hesum døgum. Hetta er fyrst av øllum ætlað tykkum, sum eru eldri, einsamøll ella innløgd. Ráðini eru grundað á egnar lívsroyndir, bæði sum heild og í mun til avbjóðandi tíðarskeið í lívinum og í mun til mínar royndir frá mínum arbeiði við samskifti, mindfulness, kontemplatión, menning, retreat og meditatión. Tað er mítt inniliga ynski, at onkur tykkara fær okkurt nýtiligt til avbjóðandi tíðina, sum stendur fyri durðum.
Birita Nolsø, vaksa.fo
© So tá tú ivast: Nýt skilið - og spyr so hjartað. Lurtað veruliga - tú finnur rætta svarið.
At vera heima ella innlagdur Fleiri bólkar, eitt nú eldri, sjúk ella fólk við eini veikari immunskipan eru í løtuni heima eftir áheitan, ella egnum ynski. Nøkur sita í sóttarhaldi. Onnur eru innløgd. Tað kann vera einsligt - Netflix og fartelefonin kunnu fylla tómrúmið – í ávísan mun. Her koma nøkur ráð til tykkara, sum eru í hesi støðu – og til tykkara, ið eru kring hesi og sum av ymsum heilsuáðum eru noydd at halda hóskandi ella skiftandi frástøðu: Skipið eina dagrútmu, gjarna eitt skema til dagin, so tit fáa rútmu og reglusemi bæði til morgun, dag, kvøld og nátt. Um tit hava fólk kring tykkum, bið tey so hjálpa tykkum við at skipa eina dagsrútmu fyri tykkum, ið er gjørlig og løtt. Tryggið góðar vanar og fáið reglusemi í dagin. Sovið minst 9 tímar hvørja nátt og fáið stuttar lúrar um dagin, helst bert 30 minuttir í senn, er heilsustøðan vanlig/góð.
Tryggið at dagsrútman inniheldur okkurt á hesum økjum: © Okkurt til kroppin: T.d. morgunfimleik, gongutúr, um hetta ber til, og til dømis havaarbeiði ella annað arbeiði við kroppinum, ið er gjørligt. Nýt náttúruna til sálarbót í tann mun hetta ber til. Fá dagsljós og eygleið fuglar, lívið í haga og á sjónum.
© Okkurt til sinni: Andadráttarvenjingar í t.d. 3 minuttir, har tú bert hevur fokus á andadráttin, legg fegin hondina á búkin, meðan tú andar. Tað stillar sinni, gevur ró, betrar um hjartasláttin/pulsin og er sera munagott t.d um tú hevur tankameldur ella ótta. Tú kanst gera venjingina fleiri ferðir um dagin, eftir tørvi og hugi. Tú kanst eisini lesa eina bøn, eitt vers, ella eina góða bók, loysa krossorðagátur, lurta eftir eini ljóðbók, leggja kabal, ella gera eitthvørt annað ið gagnar sinninum. Jalig visualisering kann somuleiðis vera gagnlig. Eitt nú kanst tú ímynda tær sannar jaligar løtur í tínum lívi og lat tær fylla teg við gleði og orku.
© Hevur tú ótta ella stúran, so ven miðvísan andadrátt: Andað djúpt inn, halt ondini og tel 1 – 2 – 3 og andað leingi út. Gerð hetta 4-5- ferðir og anda so róliga inn – halt 1 – og anda út. Gerð hetta í nakrar minuttir, og tú vilt skjótt kenna munnandi meira ró. Tú mást møguliga vera tolin og venja nakrar ferðir innan tað virkar heilt. Tað snýr seg um at sløkkja ónýtiliga tankameldurin, sissa holuheilan og at koma inn í nú’ið við at nýta andadráttin sum skipara. Um tær tørvar meira ró, so kanst tú sita ella liggja og - við akkeri í andadráttinum - merkja kroppin. Heilt frá fótinum og upp til hárið, stig fyri stig merkir tú hvønn kropslut allan vegin upp. Andað róliga. Gerð hetta t.d. 1-3 ferðir um dagin, ella eftir tørvi. Leitað tær nærri vegleiðing, um tørvur er á hesum.
© Hevur tú nógva orku, vreiði ella frustratión av ymsum slag, so gev hesum pláss á ein konstruktivan hátt – eitt nú við at skelda ein stein, rópa inn í brimið, renna ein túr, ella skriva skeldibrøv – tó uttan at senda.
© Okkurt til kreativitetin: Tað er markleyst alt, sum tú kanst finna uppá. Og tað kann vera mark fyri, hvat ber til. Finn okkurt, ið stimbrar teg kreativt og sum er gjørligt. Tað
kann vera alt frá at seyma, binda, mála, skriva, smíða, tekna, spæla ella hoyra tónleik, dansa, velta, klippa og líma. Okkurt, ið ber til og sum tær dámar. Set fasta tíð av til hetta hvønn dag.
© Okkurt til góman: Hóast tað kanska bert er tú, ella tit eru tvey eini, so ber til at hjúkla eitt sindur um máltíðirnar. Set á borðið og njót hvønn munnbita. Verð nærverandi og ímynda tær, hvaðani tað, sum tú etur kemur frá. Hvussu tað hevur ferðast allan hendan langa vegin til Føroyar – og nú er á tínum borði. Ven takksemi og nærveru. Um orka og hugur er, so ber til at baka, ella royna okkurt nýtt. Ella njót bara tað einfalda, tak ímóti matinum og ven takksemi. Et tilvitað, heilsugott, drekk nokk og tryggjað at tú fært neyðugar vitaminir.
© Okkurt til hendurnar: Skipað eitt projekt – ella eina uppgávu, sum er gjørlig og sum ber til í mun til umstøðurnar. Uppskot kann vera: At rudda gamlar myndir, skáp, at mála ein vegg, ella tveir, at gera reint, at planta urtapottar, at binda, skriva, tekna ella smíða eina gávu, at fara á seiðaberg, matgerða, súlta, at læra at nýta telefonina ella telduna. Bið um stuðul frá familjuni, um gjørligt. Set tíð av til hetta.
© Okkurt til hjartað: Bókin 5 HJERTEFØLELSER hevur yvir 50 ymiskar venjingar til frama fyri okkara íbornu eginleikar í hjartanum. Tak tær tíð at gera viðkomandi venjingar ella reflektiónir. Tað eru eisini aðrar bøkur at tríva í innan hetta evnið. Hevur tú ikki møguleikan ella hugin til bøkur, so kanst tú bara arbeiða við tí gevandi og móttakandi hjartanum á ymsan hátt. Royn at geva tær sjálvum somu umsorgan, sum tú hevur givið øðrum gjøgnum lívið. Góðtak tørvin á eyka hvíld ella avmarkaðu orkuna, sum kann vera skiftandi. Skipað ein dag, sum er møguligur. Og ven at taka í móti frá øðrum, ið veita tær umsorgan. Lær teg at biðja um umsorgan og um hjálp, um tú kennir tørv á hesum. Hetta er trupult hjá mongum, tó er tað avgerandi í eini tíð, sum kann kennast trupul, óttafull og einslig. Ring til onkran góðan. Sig hvat tú saknar og hvat tær tørvar – og bið um eina hond – ella ber um eitt oyra, sum kann lurta. Skrivað dagbók, ella set orð á tað, sum rørir seg í innaní. Um tú vilt fara í dýpið við eginleikunum í hjartanum, so vil eg mæla til at tú fyrst av øllum arbeiðir við eginleikunum: Kærleika, álit, takksemi og samkenslu.
© Okkurt til hugdýpan: Alt omanfyri gevur tær møguleikan til at hugdýpa teg á ymsan hátt. Tað kann vera eitt innlit, ein yrking, eitt ítøklligt stig, ein gerð, ein nýggjur vani. Ella bert økt nærvera, greiðari raðfesting av tí, ið veruliga telur og stinnleika til at vera í støðuni og møta lívinum, sum er júst nú.
Við vónini um at hetta at geva tær minni stúran, økta lívsdygd og vón. Eru tit tvey ella fleiri, so ber til at gera alt omanfyri í felag og stuðla hvør øðrum. Við børnum kemur spæl, hugni og nærveran mangan heilt spontant. Eisini familjurnar kunnu gagnnýta rútmu, reglusemi og ráð.
Vaksa