Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til mín góða vin Rasmus Rasmussen

Tú vísti mær tónleikin, lærdi meg tolsemi og tú lærdi meg eisini um sálarsjúku. Tú vísti mær nógvar síður av lívinum, sum eg ongantíð hevði havt fingið eyga á, um tað ikki var fyri teg.

Vit hava kent hvønn annan síðan vit vóru 3-4 ára gamlir, so tú hevur altíð verið ein partur av mínum lívi. Tá vóru vit trý tú, eg og Linda, nakrir lítlir bollar, sum livdu luksus lívið við at verða trillaði runt í grannalagnum av Gunnvá og Beintu. Tær virkaðu sum livandi taxabilar, og tá vit so ikki tímdi at trillast meir, so var tað bara stop og so út at spæla.

Tey bondini, sum vórðu knýtt tá, loysnaðu ongantíð aftur. Vit fylgdist allan vegin upp gjøgnum árini. Bæði gjøgnum grannalagið, skúla, ítrott og tónleik. Tú vart eitt ár eldri, so eg sá altíð upp til tín, tí tú vart altíð eitt skritt frammanfyri – ella nei, kanska ikki altíð. Meðan eg hevði eina fancy fjallasúkklu við 21 gearum, so hevði tú eina lítla grøna barnasúkklu. Hon var eitt stórt minus hjá tær í nógv ár, men tú brúkti eisini nógva orku upp á at forsvara hasa vælsignaðu súkkluna. Og tú fekk tað eisini at ljóða, sum tað var tann besta súkklan í verðini, og onkuntíð var eg líka við at trúgva tær, at tín lítla grøna barnasúkkla var betri enn mítt djór av eini súkklu.

Vit byrjaðu eisini at spæla badminton. Tú bleivst eisini rættiliga góður og vann eisini nakrar medaljur, men eg minnist eisini, hvussu ringt tú hevði tað við, at eg knappliga bleiv betri enn tú. Tað var ein katastrofa, at eg sum var eitt ár yngri, skuldi verða betri enn tú.

Tónleikurin

... men so kom løtan, sum vendi alt á høvdið. Tú opnaði hurðina fyri tónleikinum og ein nýggj verð opnaði seg fyri mær. Eg lánti Guns n’ Roses, Bon Jovi og AC/DC bond frá tær. Vit vóru faktiskt totalt bygdasligir, tá vit kopieraðu kassettubond og gingu við walkmonnum. Plagdu at taka sama sang og so trýsta á play ísenn, so sami sangur koyrdi hjá báðum í senn. Tað var okkara egna lítla privatkonsert - og sjálvandi for frá. Vit vóru til konsert hjá Metallica og tað vóru hini ikki, og vit føldu okkum sum teir feitastu fýrarnir í Føroyum ta løtuna.

Tú var eisini rættiliga badass, tá tú kom aftur úr Íslandi við nýggjum klædnastíli, nevtubbakki og roykti Marlboro - tí tað gjørdi Slash. Tú vart altíð eitt stig frammanfyri, og eg royndi so at renna aftaná. Tað endaði so við, at vit báðir vendu ítrottinum bakið, tí tónleikurin var nógv meir spennandi. Hatta var tann heimurin, sum vit báðir trivist best í. Har var ikki neyðugt við meiningum ella politiskari korrektheit – alt var loyvt og tónleikurin tosaði sítt egna mál. Tað var gjøgnum tónleikin, at mann kundi droyma seg vekk til onnur støð og vekja kenslur, sum annars lógu í dvala.

Hetta førdi við sær, at vit fóru at gera tónleik saman, og hetta var byrjanin til eina fantastiksa ferð. Tað var rættiliga skjótt, at mann fann útav, at sjálvt um eg var betri í ítrotti og hevði eitt djór av eini súkklu, so hevði eg ongan kjans, tá tað kom til tónleikin. Har sorlaði tú meg sundur.

Tað var ein opinbering, hvørjaferð tú gandaði ein genialan nýggjan melodi úr gittarinum. Tú hevði nakrar heilt serligar gávur, tá tað kom til at gera tónleik. At eg so slapp at verða vitni til tíni fantastisku evnir er ein gáva, sum eg altíð fari at seta prís á. Og hóast vit hava brúkt óteljandi tímar saman í venjingarhølum, studio, á palli osfr. so skilji eg ikki enn, hvussu tað bar til at vera so extremt kreativur og begávaður. Tað var verðins lættasta sak hjá tær, at gera ein melodi, sum onnur bara kunnu droyma um at gera.

Hetta var startskotið til, at vit endaðu í Prix Føroyar, Musiktilraunir og MTV finalum, blivu nummar 1 á 15 teimum bestu, vóru við sum Muscleman kór hjá 200, spældu konsertir í Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra og Sveis, góvu 3 fløgur út saman, fingu tons av nýggjum vinum og fingu upplivingar fyri lívið.

Ferðin frá walkmanninum til alt hetta hevði ikki borið til uttan teg, Rasmus.

Føroyar vóru ikki fyri teg

 ... men tíverri var alt ikki ljósareytt. Og tað var serliga prísurin fyri ein sjálvsagdan paragraff, sum var alt í verðini ov høgur. Átrúnaður og konservativar kreftir gjørdu alt fyri at kúga og niðurgera teg, men við einum væl stuðlaðum einmansheri, so megnaði tú at seta alt Føroyar upp á pláss og at vinna eitt stórt slag fyri rættindini hjá teimum samkyndu.

Men hóast tú gekk á odda í stríðnum fyri rættindunum hjá teimum samkyndu, so eri eg ein heilt forbannað bittur maður ídag. Hevði mann fingið okkurt slag av spray, sum mann kundi spraya á hesi eklu fólkini, sum enn brúka alla sína orku til at kúga og niðurgera síni medmenniskju, tí tey eru samkynd, so hevði eg keypt ein kassa ella kontainara. Tí høvdu hesi fólkini havt nakra sum helst samvitsku, so hevði tú møguliga verið á lívi ídag.

Hesi vemmiligu fólkini eiga øll sín lut í, at tín livitíð varð framskundað, og at eitt tað størsta talentið vit nakrantíð hava havt í Føroyum, nú er tagnað. Eg hopi, at tit eru stolt av tykkara fantastiska avriki tykkara kraft idiotar!

Eg vóni inniliga, at á sama hátt, sum tú gekk á odda fyri rættindini hjá teimum samkyndu Rasmus, at tú nú somuleiðis verður neistin, sum fer at venda ljóskastarinum á viðurskiftini hjá teimum sálarsjúku.** Rasmus, eg hevði ynskt, at tú sást, hvussu facebook sá út í gjár og ídag. Har verður skrivað síða upp og síða niður um teg, men eg kann ikki lata vera við at hugsa: Hvar vóru øll hesi fólkini, tá tú hevði mest brúk fyri teimum?

Hóast eg eri bittur beint nú, tí eg ongantíð fari at síggja teg aftur, spæla tónleik saman ella deila røvarasøgur við tær, so er tað við takksemi og góðum minnum, at eg fari at minnast teg. Tað er ikki fyrr enn nú, at eg havi fatað, hvussu nógv tú hevur ávirkað mína lívsleið og lív sum heild. Alt frá tónleiki og tolsemi til Andy Kaufmann og Tony Clifton.

Takk

Ígjár sat eg saman við okkara vinmonnum Sveinur, Hans Marius og Heðin og deildi sorgina. Tað var eitt stórt tómrúm, sum fylti rúmið og høvdið, og eg hevði ynskt, at eg tú kundi verið har saman við okkum eina seinastu ferð, so vit fingu sagt alt tað, sum vit ongantíð fingu sagt. Tú plagdi at fortelja mær, at eg var tín besti vinur og hvussu góður tú var við meg. Eg kann bara siga tað sama, og tað er við eini tsunami í eygunum, at eg skrivi hesi orðini.

Mínir tankar fara eisini heim til tykkara Kirstin, Mortan, Palma, Georg og Rannvá, sum nú eru ein færri í familjuni. Og Linda góða, hetta fer at verða serliga hart fyri teg, tí tit vóru ikki tvillingar fyri onki. Tit hava altíð verið øgiliga tøtt, og segði nakar nakað ringt um teg, so var Rasmus beinavegin klárur at verja teg.

Tað besta dømi um, at tú vart nakað heilt serligt, var lagið Forever and Beyond, sum var skrivað til tín. Eg minnist, hvussu tárini trillaðu niður eftir kjálkunum hjá tær aftan á, at tú hoyrdi okkum spæla lagið fyrstuferð. Tá eg kom av pallinum, so var tað við tárum í eygnum, at tú gav mær eitt klemm frá hjartanum, tí tú vart so rørd. Tá fortaldi eg tær, at seinasta lagið, Forever and Beyond, var skrivað til tín. Tú bleiv kløkk og trúði tí ikki heilt, men so fataði tú tað og nøkur tár trillaðu aftrat. Forever and Beyond var Rasmus’sa gáva til tín og eitt tíðarleyst minni um, hvussu nógv tú hevði at siga fyri hann.

Eitt annað lag, sum hevði nógv at siga fyri Rasmus, var lagið “Inner Silence” við hansara yndisbólki Anathema. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta vit báðir havi lurtað eftir hesum lagnum saman, men í dag er lagið vakrari og meir sigandi enn nakrantíð.

http://www.youtube.com/watch?v=DiBZH6L5btQ

“When the silence beckons

And the day draws to a close

When the light of your life sighs

And love dies in your eyes

Only then will I realise

What you mean to me.”

Takk fyri alt Rasmus.

Tú fert altíð at eiga eitt stórt pláss í mínum hjarta

Hergeir