Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til lukku Jens-Kjeld!

Nú hava øll Norðurlond heiðrað nólsoyingin Jens-Kjeld Jensen fyri hansara mikla avrik fyri at verja føroysku náttúruna, og vit fegnast øll saman við honum, tí hansara arbeiði hevur longu í mong ár sett Føroyar á heimskortið.

Serliga hevur hansara kanningararbeiði í heimsins størsta drunnhvítabøli í Nólsoy vakt miklan ans millum teirra, sum áhuga hava fyri náttúruni.

Men vit kunnu okkum til fyrimunar taka hansara ávarðing til eftirtektar, tá hann ger vart við, at vit eiga at fyribyrgja, at rotta kemur til Nólsoyar, tí so spinnur ikki í drunnhvítanum. Vit hava jú sæð hvussu gongdin hevur verið í teimum oyggjum, har rottan er komin.

Vit skulu tí gera, sum hann ræður til, og tað er at berja niður rottunar í øllum teimum oyggjum, sum tær eru komnar til.

Hetta ber væl til um politiski viljin er til tess. Eftir lógini eru tað kommunurnar, sum hava henda setning. Her er tí neyðugt við kommunalum samstarvi. Størsta kommunan í Føroyum er Tórshavnar kommuna, sum samstundis er tann kommunan, sum varar av størsta dýrgripinum í føroysku náttúruni, drunnhvítabølinum í Nólsoy, sum Jens-Kjeld hevur varpað ljós á. Tí má nývalda býráðið í Tórshavnar kommunu ganga á odda í hesum stríði, og verður væl skipað fyri, kann væl vera, at vit í hesi setu kunnu vinna á rottunum, fyribyrgja at tær oyðileggja drunnhvítan og kanska lokka skráp og lunda aftur at koma har, hann var fyrr. Tá verður alt okkara land nógv betri at búgva í.

Zakarias Wang

valevni hjá Sjálvstýri