Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TIGN vil hava normeringar og kunningarskyldu

Eingi rættarkrøv, ongar normeringar og eingin kunningarskylda er ásett í lógaruppskotinum, nú ætlanin er at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Tískil má lógin skiljast sum ein ”hensigtserklæring”, heldur enn rættartrygd

Tíðindaskriv

 Í viðmerkingunum til, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar, hevur felagið TIGN víst á, at lógin er ein sokallað "hensigtserklæring", sum ikki inniheldur rættarkrøv fyri okkara gomlu. Tey, sum hava tørv á røkt, kunnu sostatt ikki krevja heimahjálp, ella at sleppa á eitt røktarheim, tá ávísar treytir eru loknar. Tað verður tískil fíggjarstøðan hjá teimum einstøku kommununum, sum kemur at avgera tænastur og tænastustøði.

Normering neyðug

TIGN heitir á politiska myndugleikan um at áseta normeringar við lóg fyri stovnarnar á eldraøkinum, hetta fyri at tryggja tað grundleggjandi røktarstøðið. Tá hetta verður gjørt skal atlit takast til, at dement sum útgangsstøði eru meira røktarkrevjandi enn onnur. TIGN viðmerkir, at tað eyðsæð er alneyðugt at tryggja røktarstøðið við lógarásettum normeringum vísandi til núverandi støðu á røktarøkinum, har hvørki eykajáttanir ella onnur tiltøk frá politiska myndugleikanum, so sum broytingar í leiðsluni á økinum, tykjast at gera nakran mun fyri røktarstøðið í gernandisdegnum.

Kunningarskylda áleggjast

Sum eitt serstakt punkt hevur TIGN eisini gjørt vart við, at tað hevði tryggjað røktarstøðið, um ein lógarásett kunningarskylda eisini var frá stovnum til búfólk og teirra avvarðandi, í mun til broytingar í støðinum av teimum tilboðum og tænastum, sum vera veittar. Í seinastu sparirundu vóru ógvusligar sparingar framdar uttan kunning, og hetta hevði við sær, at búfólk og teirra avvarðandi ikki høvdu grundarlag at mótmæla hesum. Hetta er í veruleikanum ein stór hóttan móti verandi røktarstøði. Hóast at stovnar uttan iva longu hava eina tílíka kunningarskyldu sambært fyrisitingarrættinum, verður hendan ikki hildin sum nú er, og tað hevði tí verið ynskiligt, at kunningarskyldan bleiv ásett í lógini.

Veitingar ásetast

Eisini ger TIGN vart við, at tørvur er á neyvari áseting av innihaldinum í veitingunum á stovnunum og teirra skyldum. Sum støðan er í dag, er røktarveitingin á stovnum ein heildarveiting, og eigur at fevna um so at siga øll neyðug viðurskifti. Vísast kann tó á dømir, har stovnar flyta skyldur og útreiðslur yvir á búfólki ella avvarðandi. Sum dømi er nevnt, at onkur røktarheim hava álagt teimum avvarðandi at gera høvuðsreint á kømrum hjá búfólkum, sum tey varða av. Eitt annað dømi er, at røktarheim krevja fast gjald um mánaðan fyri eitt nú undirhald. Áður fingu búfólk tannkrem, shampoo og líknandi, sum tey í dag skulu gjalda fyri. Avvarðandi hava gjørt vart við, at grundað á høgt egingjald og aðrar útreiðslur, sum eiga at vera hildnar av røktarheimunum, kunnu tey gomlu hava trupult við at fáa sín egna pening at røkka til eitt nú klæðir og annað. Hetta kann ikki vera rætt, og okkurt má gerast fyri at tryggja, at hesar støður ikki íkoma.

Eldrarøktin umskipast

TIGN hevur áður víst á, at ein kollvelting innan alla eldrarøkt er neyðug og mælir til, at heimatænastan verður ment og lagað til tørv hins einstaka, tí tað fer at minka um trýstið á røktarplássini. TIGN metir, at neyðugt er at raðfesta heimarøkt, venjing og umlætting nógv hægri, og at náttarvakt verður ein partur av heimatænastuni.

Eisini leggur TIGN dent á, at fólk, ið hava tørv á røkt skulu kunna velja at búgva heima; víst verður til ST-grundreglurnar fyri eldri, sum sigur, ”at eldri skulu hava umstøður at búgva heima sum longst.”

Í hoyringsskrivinum frá Almannaráðnum verður nevnd sameinda heimatænastan, sum fevnir um allar borgarar og ikki bara tey eldru. TIGN minnir í hoyringssvari sínum politiska myndugleikan á at lóggeva í tráð við ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum sigur,”at fólk, ið bera brek, eiga at sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur - og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum.”