Tíggju granskarar fáa tilsamans sjey milliónir
Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Tilsamans eru játtaðar 7 mió. kr. til verkætlanir á økjunum hugvísindi, samfelagsvísindi, náttúruvísindi & tøkni og heilsuvísindi.
24 umsóknir vóru um stuðul, og søkt varð um í alt góðar 23 mill. kr.
Stuðul er játtaður til 4 ph.d.-verkætlanir og 6 aðrar verkætlanir. 2 kvinnur og 8 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og hjá feløgum í Føroyum og uttanlands. Flestu granskararnir eru knýttir at Fróðskaparsetrinum.
Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2020, eru:
Hug- og samfelagsvísindi
Jan Jensen: "Rein Boð": kristiligt orðaskifti um etikk í Føroyum.
Ph.d.-verkætlan á University of Cambridge - Játtan kr. 575.000.
Jens Dam Ziska: Mynd, illusión og fatan.
Post.doc.-verkætlan á University of California og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. – Játtan kr. 500.000.
Bárður Larsen og Jose M. Lorenzo Villaverde: Skipan av lóg og institutiónum í Føroyum í sambandi við yvirtøkur innan ríkisfelagsskapin. Ein samanberandi lýsing av avbjóðingum, trupulleikum og møguleikum.
Verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - Játtan kr. 750.000.
Náttúruvísindi og tøkni
Gethin Wyn Roberts: Talgilt eftirlit av standi og viðurskiftum hjá skipum og skipsskrúvum.
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.000.000
Anni Djurhuus: Árstíðar broytingar av virus til súgdjór á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 440.000
Jóhannus Kristmundsson: Viðgerð av mátiúrslitunum frá fleiri fleirstrálaðum ekkóloddinum til nýtslu í alivinnuni.
Ph.d.-verkætlan á Fiskaaling – Játtan kr. 930.000
Heilsuvísindi
Magni Mohr: Vøddaglykogen og vøddavirkni undir hørðum intervalarbeiði við denti á kaliumregulering.
Verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 200.000
Niclas Højgaard Eysturoy: Tann føroyski knæ-kanningarbólkurin. Ein kanning av etiologi og langtíðar avleiðingum av Trochlear Dysplasi og knæ-skels keiking.
Ph.d.-verkætlan á Landssjúkrahúsinum – Játtan kr. 670.000
Noomi O. Gregersen: At eyðmerkja ílegur, sum kunnu elva til bróstkrabba í Føroyum, og kanna sambandið hjá hesum ílegum við ávísar bróstkrabba biomarkørar.
Verkætlan á Ílegusavninum – Játtan kr. 840.000
Tórur Sjúrðarson: Týdningur av angiotensin converting enzyme virkisstigi fyri tillaging til kropsliga venjing.
Ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøkt á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.100.000
Granskarstuðul ger mun
Við játtanunum í hesum umfarinum eru gott 300 verkætlanir stuðlaðar, síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani. Tá er talan um stuðul frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum, Minningargrunni fyri Dánjal Niclasen og COVID-19 átakinum, sum vinnufyritøkur stuðlaðu dyggiliga í vár.
Talan er um ph.d.-verkætlanir og aðrar verkætlanir á nógvum ymsum økjum, sum bæði klekja nýggjar granskarar og geva okkum týdningarmikla vitan at byggja víðari á.