Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðindi: Fróðskaparrit nr. 65-66 er komið

Fróðskapur hevur givið út bók nr. 65-66 av Fróðskaparritum. Í ritinum eru ellivu vísindaligar greinar, fimm um málfrøði, tvær um samfelagsfrøði og fýra um náttúruvísindi, ein stutt fráboðan og yvirlit yvir nýggjar ph.d.-arar í 2018 og 2019.

Millum greinarnar er lýsing av fuglasnaruni og hvussu hon hevur verið brúkt í Føroyum, sum Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað. Grein hjá Beintu í Jákupsstovu er um ymiskan hugburð til, hvat endamálið er við kommunum. Eisini er grein hjá Hjørdis H. Jensen og Bjørg Mikkelsen um karnitin í tvøsti og lambskjøti.

Ritstjórar eru Eyðfinn Magnussen, Firouz Gaini, Hans Andrias Sølvará, Kalpana Vijayavarathan og Malan Marnersdóttir. Helgi Jacobsen og Annika Sølvará hava samskipað arbeiðið.

Rit nr. 65-66 er 170 bls. og kostar 250 kr. í bókabúðunum.

Frí talgild atgongd til Fróðskaparrit

Forlagið og ritstjórnin hava gjørt av, at Fróðskaparrit skal hava Open Access atgongd. Tað vil siga, at allar greinar í Fróðskaparritum frítt kunnu lesast á netinum.

Seinastu árini hava greinar verið almannakunngjørdar á fsj.um.fo, so hvørt tær hava verðið mettar av uttanhýsis metarum og góðkendar av ritstjórnini til Fróðskaparrit. Miðað verður harafturat eftir, at ein prentað bók framhaldandi verður givin út árliga til teirra, sum ynskja at keypa sær eitt pappírseintak.

Tað er eisini ókeypis fyri granskarar at útgeva í Fróðskaparritum. Hetta ber til, tí at Fróðskaparfelagið hevur stuðlað arbeiðinum fíggjarliga. Eitt av høvuðsendamálunum  við Fróðskaparfelagnum hevur frá byrjan verið at upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum og at menna føroyskt sum vísindamál.

Ritini nr. 57-66 eru tøk á heimasíðuni www.fsj.um.fo. Arbeitt verður við at leggja eldri rit út eisini.