Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tíðindi: 3. flokkur í Sands skúla Ársins Vitanarfróðu 2021

Týsdagin, 1. juni,  varð kunngjørt, at 3. flokkur úr Sands skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu 2021. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: “Hví bresta poppkorn?”.

Handanin fór fram á Sands skúla. Avtala varð gjørd við læraran og skúlastjóran, at umboð fyri Granskingarráðið skuldu koma á vitjan. Næmingarnir vistu ikki av hesum frammanundan, so tey vóru rættiliga ovfarin.

Tá tey komu aftur frá svimjing tóku umboð fyri Nám og Granskingarráðið ímóti teimum í skúlastovuni og avdúkaðu, at tey høvdu vunnið. Stroymt varð frá handanini.

Sí:  https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/3-flokkur-i-sands-skula-arsins-vitanarfrodu-2021/ 
 
Fleiri myndir og stroyming á Facebook vanga okkara: https://www.facebook.com/gransking