Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya

Tíðindaskriv: Heilsufótbóltur er breiðspektraður heilivágur

Dan Klein --- 26.06.2018 - 07:21

Altjóða vísindaligi platformurin, “Football is Medicine”, er settur á stovn. 51 høgtmettir granskarar í fysiologi og medisini úr 20 ymiskum londum og 5 heimspørtum standa aftan fyri stóra samtakið.

Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya er ein av høvuðsmonnunum aftan fyri átakið.
Í januar í ár var fyrsta altjóða vísindaliga ráðstevnan “Football is Medicine” hildin í Lissabon í Portugal og onnur ráðstevnan verður í Odense, Danmark, 21.- 26. januar 2019.
Í sambandi við heimsmeistarakappingina í fótbólti í Russlandi í hesum døgum gevur “Football is Medicine”samtakið út eitt supplementum í altjóða vísindaliga tíðarritinum, Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports.

Í tíðarritinum eru 10 vísindaligar greinar, sum vísa at heilsufótbóltur er munadyggur heilivágur til sjúklingar við sjúkum sum týpu 2 diabetes, fleiri hjartakarsjúkum, krabbameini í prostata og beinbroyskni. Granskarar av Fróðskaparsetri Føroya og Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking eru við í fleiri greinum, har Magni Mohr er verkætlanarleiðari, og har stuðul er fingin til vega frá Sjúkakassagrunninum, Fótbóltssambandi Føroya, Fólkaheilsuráðnum og Diabetesfelagnum.

Í sambandi við útgávuna hava Magni Mohr og 50 aðrir høgtmettir granskarar í fysiologi og medisini úr 20 ymiskum londum og 5 heimspørtum skrivað ein innleiðandi editorial.

Her verður staðfest við støði í umleið 150 vísindaligum greinum í sterkum altjóða tíðarritum, fleiri skipaðum review-greinum og trimum meta-analysum, at heilsufótbóltur gjøgnumførdur sum smáspøl á smáum vøllum, er ein breiðspektraður háintensur venjingarháttur, sum samantvinnar venjing av styrki, úthaldni, skjótleika og kropsjavnvág í somu venjing.

Granskararnir staðfesta eisini, at fótbóltssmáspøl í ein tíma tvær ferðir um vikuna bæði fyribyrgja og viðgera lívstílssjúkur sum ov høgt blóðtrýst, týpu 2 diabetes, yvirvekt, ymiskar krabbameinssjúkur og beinbroyskni.

Til seinast hugleiða teir 51 granskararnir framtíðarverkætlanir, har stórt fokus er á kanningar við fleiri sjúklingabólkum, barnaverkætlanir við upplýsing og heilsuundirvísing, umframt verkætlanir fyri heilsuliga serliga útsettar bólkar. Seinasta staðfestingin er, at heilsufótbóltur er breiðspektraður heilivágur og altjóða bólkurin umboðandi granskarar úr øllum heiminum sigur seg vera kláran at íverkseta hesa vitan.

Editorial greinin kann lesast HER: https://setur.fo/fileadmin/user_upload/SFD/PDF-filar/Krustrup_Williams_Mohr_et_al._2018_SJMSS_Editorial.pdf