Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Elin Klein, Joensen

Tíðindaskriv - Einki Orð

Sjónleikur um muslimar og samkynd á føroyskar skúlar

Nógv hevur verið kjakast um muslimar og samkynd seinastu tíðina og tí hevur leikbólkurin InTime Theatre tikið stig til at fara á eina upplýsandi leikferð á skúlar og spælistøð kring Føroyar.

Einmansleikurin "Einki Orð" við Sóley Danielsen hevði frumsýning á Tjóðpallinum í oktober 2014 og fekk sera góð ummæli. Leikurin snýr seg um 24 ára gomlu muslimsku kvinnuna Hannah, ið er samkynd og møtir tí nógvum mótgangi í lívinum. Hon verður sum ung genta gift ímóti sínum vilja við einum harðligum manni. Seinni venda maðurin, familja og vinfólk henni bakið, tá tað kemur fram at Hannah er samkynd.

Umframt at verða sýndur á ymiskum spælistøðum, er endamálið við leikferðini at koma út á skúlarnar og kunna um samkyndleika og islam. Hesi evni verða viðgjørd í leikinum og er tað tí eitt gott høvi hjá framhaldsdeildum og miðnámsskúlum at nema sær kunnleika um hesi evni. 

Tilboð um sýningar verða í hesum døgum sent út á skúlarnar og longu eru nakar sýningar umbiðnar. Fyrireikararnir vóna at enn fleiri skúlar velja at taka av tilboðnum og eisini LGBT Føroyar vónar at stór undirtøka verður fyri leikinum:

“LGBT Føroyar fegnast um vaksandi úrvalið av føroyskum LGBT relevantum undirvísingartilfari og mentanarískoyti annars. Einmannsleikurin “Einki orð” er einki undantak. Leikurin viðgerð bæði tað at vera samkynd og at vera muslim. Tveir minnilutabólkar, ið nógv kjak hevur verið um seinastu árini. LGBT Føroyar vónar, at føroysku skúlarnir nýta henda gylta møguleika og fara til komandi sýningar av ferðandi einmansleikinum hjá evnaríku Sóley Danielsen. Leikurin er upplýsandi og kann samstundis skapa læruríkt kjak millum eldru næmingarnar.”

Leikurin er ikki dømandi mótvegis nakrari trúðargrein og kemur ikki til nakra beinleiðis niðurstøðu av hvat er rætt ella skeivt. Leikurin eggjar til kjak og gevur áskoðarunum upplýsing um tvey sera viðkomandi evni: muslimar og samkynd. Leikferðin verður kunngjørd í næstum.

Manning InTime Theatre:
Sóley Danielsen, sjónleikari 
Elin Klein Joensen, samskipari
Jenný Lára Arnórsdóttir, leikstjóri og pallsnið
Jákup Bernhard Brim, umseting
Per I. Højgaard Petersen, ljóðmynd
Jón Sonni Jensen, pall grafikkur
Brynhild Jonsdóttir, seyming