Tíðin við teimum góðu lyftunum
Nýggjárið er tíðin við teimum góðu lyftunum. So hví ikki lova sær sjálvum at vitja Listasavnið nakrar til fleiri ferðir í hesum nýggja árinum?
Nú er høvi at síggja eina seruppheinging av verkum úr goymsluni, sum ikki hava verið at sæð í eina tíð, umframt ta føstu framsýningina.
Verkini eru at síggja í nýumvældu hølum Listaskálans, har tað nú ikki longur er neyðugt at brúka trygdarhjálm.
Dugnaligir arkitektar, verkfrøðingar og handverkarar hava bæði tryggjað takið og syrgt fyri at givið Listaskálanum størri reinleika og einfeldi, ið hóskar væl inn í umstøðurnar – og til verkini.
Verkini á framsýningini eru eitt umboðandi savn av modernaðari føroyskari list frá undangongumanninum Ingálvi av Reyni og frameftir.
Verkini viðgera øll á hvør sín hátt stóra spurningin innan modernaða list. Nevniliga sambandið millum figuratiónina, tað ið vit kenna aftur, og abstraktiónina, tað ið hoyrir sjálvum málninginum til: litir, flatar, rúm, skipan og tilfar.
Í teimum ”abstraktu” myndunum er figuratiónin altíð nærverandi, og í teimum figurativu myndunum liggur abstraktiónin og lúrir.
Vit eiga fyrst at hyggja við hvøssum eygum og at enda gníggja tey eitt sindur. List snýr seg millum mangt annað um at síggja, og hvussu ið vit síggja.
Framsýningin Per Arnoldi Etc. letur uppaftur fríggjadagin 20. januar, og listamaðurin kemur á savnið leygardagin 4. februar at luttaka í einari samrøðu um sína list.
Seint í februar kemur framsýningin við Tróndi Patursson, og so halda framsýningarnar og fyrilestrarnar á so hvørt gjøgnum árið.
So har eru góðar grundir til at lova sær sjálvum at vitja Listasavnið ofta í hesum nýggja árinum.
Við blíðari heilsu
Nils Ohrt
Savnsleiðari