Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

tidarrit.fo virkar aftur!

Síðan í summar hevur nógv órógv verið á heimasíðuni www.tidarrit.fo

Tidarrit.fo er skipanin ið hýsir tí føroyska blaðsavninum, har atgeingi er til fleiri túsund talgildar blaðsíður av prentaða mentanararvinum, ið er varðveittur í bløðum og tíðarritum.

Talgilda bókasavnið, sum er tann parturin av bókasavninum, ið er tøkur á talgildum miðlum og á netinum, hevur verið til nú í fleiri ár. Við fleiri enn 3 mió. vitjanum síðan 2015 er tidarrit.fo ein stórur partur av hesum virksemi. Í løtuni eru 42 føroysk tíðarrit talgild í tidarrit.fo, sum er eitt arbeiðsamboð, ið okkara brúkarar hava havt gagn av.

Vit eru hørm um at skipanin hevur koyrt so seint seinastu vikurnar. Støðan var tann, at danska fyritøkan, Infomedia, ið hýsir sjálva skipanina, hevur verið ávirkað av bygnaðarbroytingum. Á Infomedia hava tey vissað okkum um, at tað nú hevur eydnast KT-frøðingum at loysa trupulleikan, og at skipanin er komin í rættlag.

Vit á Landsbókasavninum takka okkara brúkarum fyri gott tol, og bjóða tykkum enn einaferð at leita í blaðsavninum.