Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí má Skálafjarðartunnilin gerast nú

Síðstu dagarnir hevur nógv rok verið um Skálafjarðartunnilin, og eru tað serliga tey neiligu, sum hava ført orðið – sum so ofta fyrr. Sjálvur haldi eg, at tað er eitt bragd at hava funnið útlendingar, sum vilja útbyggja føroyska infrakervið fyri egnar pengar; og eri eg tí ein av teimum, sum var hjartans fegin at hoyra tíðindini frá landsstýrismanninum. Vil niðanfyri royna at greiða frá hví.

Skulu vit gera ein Skálafjarðartunnil?

Metingar vísa, at eini 4.000 akfør fara at koyra norð og suður ígjøgnum tunnilin, meðan eini 2.000 akfør fara at koyra eystur og vestur undir Skálafjørðin. Um vit í miðal siga, at tað eru 2 fólk í hvørjum akfari, og at hvørt akfar sparir í meðal hálvan tíma hvønn veg, so svarar hetta til, at føroyingar samla fara at spara 12.000 tímar um dagin – ella áleið 4 milliónir tímar um árið – í einum akfari. Sostatt vil tunnilin spara føroyingum eini 2.000 ársverk, sum antin kunnu brúkast til at arbeiða meira ella at hava meira tíð saman við familju ella frítíðarítrivum. Men tunnilin vil ikki einans gagna teimum privatu persónunum, sum koyra millum Suðurøkið og Norðurøkið í Føroyum – hann vil eisini hava sera positiva ávirkan á effektivitetin hjá bæði vinnulívinum og tí almenna. Somuleiðis vil tunnilin helst hava við sær færri ferðsluóháp, minni slit á vegirnar, áleið 3.000.000 færri litrar av brennievni innflutt og minni Co2 útlát.

Tá tunnilin er tikin í brúk, verður hann sera góður fyri føroyska samfelagið. Í uppskotið um Skálafjarðartunnilin frá 2007, stóð m.a. hetta at lesa: “Samfelagsbúskaparliga er fasta sambandið helst besta einstaka íløga innan infrakervið, sum tað ber til at fremja í dag. Kostnað-nyttu kanningar vísa, at sjálvt við nýtslugjøldum gevur íløgan eitt nyttuvirði fyri samfelagið, sum kann metast javnt við uml. 2-2,5 milliardir kr. í nútíðarvirði, roknað yvir 30 ár. Talan er bæði um sparda tíð og brennievni, færri ferðsluóhapp og minni slit á vegirnar og akførini.”

Almennur ella privatur?

Eg havi tosað við nógvar politikkarar, sum greitt siga, at tær almennu Føroyar ikki kunnu byggja eina alternativa farleið til Skálafjørðin áðrenn tær byggja lívsæðrina til Sandoynna. Trúgvi, at hesin hugburðurin hevur við sær, at um tunnilin ikki verður gjørdur av privatum, so verður hann ikki gjørdur tey næstu nógvu árini. Fekk hetta staðfest í skrivligum fyrispurningi frá Páll á Reynatúgvu tann 6. novembur í fjør, har hann sigur: “Øllum kunnugt var lyftið til sandoyingar og øll onnur, sum búgva her á klettunum, at næsti tunnilin, íverksettur av landinum, skuldi vera Sandoyartunnilin.

BankNordik bjóðaði seg í 2011 fram at fíggja ein almennan Skálafjarðartunnil, um allir 3 tunnlarnir vóru lagdir í eitt felag, og um norðingar og vágafólk hildu áfram við at gjalda tunnilsgjøld eftir at teirra tunnlar vóru útgoldnir. Hetta hevði sjálvsagt verið ein møgulig loysn hjá tí almenna at byggja Skálafjarðartunnilin, men eg trúgvi ikki, at tað nakrantíð fæst politiskur meiriluti fyri uppskotinum.

Skal landskassin garantera minimumsferðslu?

Eitt av punktunum, sum skilti Landsstýrið og P/F Skálafjarðartunnilin á sinni, var at P/F Skálafjarðartunnilin kravdi at landskassin skuldi garantera eina minimumsferðslu. Hetta er eitt vanligt krav, sum verður sett, tá privat feløg skulu fíggja útbyggingar av einum landi. Hetta krav merkir, at um tað gongur væl, so fær felagið vinningin, men um tað koyra ov fá akfør gjøgngum tunnilin, so tekur Landskassin váðan. Eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at um landsstýrismaðurin legði eina tílika verkætlan fyri Løgtingið, so skuldi eg arbeitt ímóti, at hon bleiv samtykt. Tað er mín sannføring, at um eitt privat felag skal hava vinningin, so skal tað eisini taka váðan – og sáttmálin, sum vónandi verður undirskrivaður 27. juni, leggur eisini upp fyri hesum.

Fær privata felagið tryggja 9,8% avkast?

Tað hevur verið ført fram av fleiri, at privata felagið hevur fingið tryggja sær eitt minsta avkast á 9,8% um árið í 30 ár. Hetta havi eg spurt bæði landssýrismann og umsiting um, og fingið váttan fyri, at tað ikki er so. Skuldi tað hent, at felagið antin einki avkast hevur ella enntá hevur undirskot, so er tað bara spell, og ein váði sum felagið má taka á seg. Tó hevur hetta við sær, at felagið fær longt tíðarskeiðið, sum tað eigur tunnilin, frá 30 árum til í mesta lagi 50 ár. Hendir tað, at felagið frammhaldandi hevur undirskot í longda tíðarskeiðnum, skal tað kortini geva landinum tunnilin ókeypis eftir 50 árum. Sostatt hevur landið ikki tryggjað felagnum nakað minsta avkast. Hinvegin hevur landið sett eitt hægstamark fyri avkast, sum felagið kann tjena. Um verkæltlanin vísir seg til at verða so góð, sum anstøðan ger hana til, skal felagið ókeypis geva tunnillin til landið fyrr enn ætla – t.d. eftir 20-25 árum.

Kostnaðurin fyri gjøgnumkoyringina

Av tí at talan er um eina alternativa farleið, verður kostnaðurin fyri gjøgnumkoyring í kapping við hina farleiðina, og má hann tískil altíð verða kappingarførur. Tá eg skal at koyra úr Leirvík til Havnar, komi eg nokk at spara einar 25 minuttir í tíð og einar 30 krónur í bensini – um eg skal gjalda 40 krónur hvønn veg, so velji eg helst altíð tunnilin, men um eg skal gjalda eitt nú 70 kr hvønn veg, so velji eg bert tunnilin tá eg havi skund ella tá veðrið er ringt. Lat meg staðfesta, at tað bert eru brúkararnir, sum koma at gjalda tunnilin aftur til privata felagið. Um onkur ikki brúkar tunnilin, skal viðkomandi heldur ikki gjalda fyri hann.

Er verkætlanin uttan váða fyri íleggjararnar?

Um vit siga, at felagið skal lána 1 milliard krónur til tunnilsgerðina, og at tað skal gjalda 7% í rentu fyri at fáa eina fastfrysta annuitetsrentu í 30 ár, skal felagið árliga gjalda áleið 86 milliónir í rentum og avdráttum. Lat okkum síðan meta, at felagið kemur at brúka áleið 30 mió árliga í rakstri av tunnlinum, fyrisiting, innkrevjing og trygging. So skal felagið hava eina árliga inntøku á einar 116 milliónir krónur, áðrenn felagið fær yvirskot. Um vit siga, at bilarnir í meðal at gjalda 40 krónur hvønn vegin, krevur verkætlanin áleið 4.000 bilar hvønn dag hvønn veg, bert fyri dekka sínar útreiðslur.

Vegna skjótu farleiðina og vegna manglandi parkeringsmøguleikar í Havn, kann tað henda, at buss-sambandið millum Klaksvík og Tórshavn verður sera gott, og at fleiri av pendlarunum fara at nýta hendan møguleikan – eisini hetta er ein váði, sum privata felagið má taka.

Avleiddar inntøkur

Um vit siga, at verkætlanin kostar 1,2 milliardir at byggja, verða áleið 400 milliónir krónur útgoldnar í lønum, sum skulu gjalda skatt í Føroyum – havi fingið at vita, at arbeitt verður fyri at fáa so nógvar føroyingar til verka sum tilber. Afturat hesum verður sjálvsagt nógvur annar avleiddur vinningur av eini íløgu í landinum uppá meir enn 1 milliard krónur. Og um felagið kemur at hava yvirskot av síni íløgu, hvat eg bæði vænti og vóni, kemur tað sjálvsagt at gjalda partafelagsskatt í Føroyum.

Niðurstøða

Hóast eg vísi á, at Skálafjarðartunnilin ikki er uttan váða, so trúgvi eg, at íløgan helst kemur at geva eitt avkast, og er hetta eisini grundin til, at eitt privat felag er sinnað at gera íløguna. Eg kann tí persónliga gott taka undir við, at tað almenna ger tunnillin, og at hesin síðani er við til at fíggja framtíðar útbyggingar – so sum Sandoyartunnillin. Men hetta krevur, at vit fáa ein politiskan meiriluta fyri, at Skálafjørðurin skal hava tvær farleiðir til Havnar, áður enn vit geva sandoyingum sín tunnil – og at hetta verður gjørt beinanvegin. Um vit ikki fáa hann gjørdan heilt skjótt, kunnu vit eins væl lata danir byggja hann fyri okkum, fyri síðan at fáa hann ókeypis frá teimum seinni. Einastu vinnararnir við at einki hendir, eru oljufeløgini, sum fáa teir pengarnar, sum privata tunnilsfelagið annars hevði fingið. Av teimum 25 feløgunum, sum blivu spurd um tey ynsktu at byggja og reka Skálafjarðartunnilin, var bert eitt teirra áhugað í hesum. Um vit nú ikki taka av hesum tilboðnum og seinni finna útav, at vit heldur ikki vilja byggja tunnilin við skattgjaldarans pengum, so kann skjótt henda, at vit lata henda fantastiska møguleikan gleppa okkum av hondum. Sjálvur vóni eg ikki, at tað eydnast andstøðuni at sabotera hesari verkætlanini, sum kann hava eitt nyttuvirðið fyri samfelagið á meir enn 2 milliardir krónur.

Reimund Langgaard,

Tingmaður í Sambandsflokkinum