Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí hava vit demokratiskt undirskot

Nógv verður í hesum døgum tosað og skrivað um føroysku kjakmentanina. Í tí sambandinum hevur serliga verið funnist at tinglimum í samgonguni, sum ikki taka orðið í øllum málum, sum verða viðgjørd í løgtinginum. ”Tað eru bara landsstýrisfólkini og framsøgufólkini fyri flokkarnar sum siga nakað, meðan restin tigur,” sigur blaðstjórin á Dimmalætting, og onkur hevur eisini kallað hetta ”demokratiskt undirskot” og ”larmandi tøgn”.

Alla ta tíðina eg havi arbeitt í politisku skipanini, havi eg bara hoyrt tað øvugta. Kritikkurin hevur altíð verið vendur ímóti tí, at í løgtinginum taka øll orðið í øllum málum. Í okkara grannalondum er tað soleiðis, at flokkarnir hava framsøgufólk, sum umboða allan flokkin, og tað kemur næstan ikki fyri, at onnur taka orðið. ”Her fer alt upp at geila”, hoyrdi eg einaferð ein irriteraðan tingmann gremja seg.

Floksdisiplin eitur nú demokratiskt undirskot

Fyrr varð floksdisiplin roknað fyri at vera ein dygd, men nú verður tað kallað ”demokratiskt undirskot”. Kravið tykist vera, at vit skulu hava flokkar, sum ikki eru flokkar, og samgongur, sum ikki hava áralag. Øll skulu bara umboða seg sjálvan og ikki tann flokkin, tey eru vald at umboða, og fjølmiðlarnir tala at, um samgongan er blivin samd um málini, áðrenn tey verða løgd fyri í tingið.

Vit hava sæð fleiri dømi í Føroyum um flokkar og samgongur, har hvør dró í sína ætt. Tað spældi sjáldan væl av.

Nei sjálvandi eru ikki øll 19 í samgonguni samd um alt. Tað skulu nakrir kamelar svølgjast, og onkur uppskot verða eisini broytt á vegnum. Men skal nakað skil vera á, so má samgongan gera eitt gott forarbeiðið, soleiðis at landsstýrisfólkini kunnu vita, um undirtøka er fyri uppskotunum, sum verða løgd fyri løgtingið.

Lítið sigandi orðaskifti

Hvat er tað so fyri orðaskifti, sum fjølmiðlarnir eftirlýsa?

Tað sum vit uppliva í løgtinginum fyri tíðina er, at fólk taka orðið undir fyrstu viðgerð, og tey taka aftur orðið undur aðru viðgerð, har tey siga júst tað sama, sum tey søgdu undir fyrstu viðgerð. Og aftur undir triðju viðgerð fáa vit enn eina útgávu av somu røðu. Tá røðarin er liðugur (bæði undir fyrstu, aðru og triðju viðgerð), biðja partafólkini hjá røðaranum um eina viðmerking, har tey takka røðaranum fyri hesa fantastisku røðuna, og so spyrja tey røðaran, um hann ikki er samdur í tí at... (og so kemur ein leiðandi spurningur). Røðarin fær so ein minutt til at svara, at hann er samdur. Síðani reisist tann næsti sum takkar og spyr, og røðarin fær enn ein minutt at siga, at hann aftur hesaferð er samdur.

Soleiðis ganga heilir dagar í tinginum, so tað er kanska ikki løgið, at tingfólk trívast illa í tingsalinum. Tey koma inn at halda (ella endurtaka) sína røðu, og fara so útaftur.

Aftaná klokkan hálvgum seks, sløknar Tingvarpið, tí tá skal sjónvarpssendarin brúkast til at vísa barnasendingarnar ”Pingu” ella ”Kúgvin Konny”, so tá eru tað stórtsæð bara tey fáu sum sita eftir í tingsalinum sum hoyra orðaskiftið.

Ikki motiverandi

Nei tað er ikki serliga motiverandi at halda røður fyri einum tómum tingsali. Eg haldi í hvussu so er ikki, at tað sum verður sagt á løgtingsins røðarapalli er tað sum tryggjar tað demokratiska yvirskotið í Føroyum. Harafturímóti havi eg altíð hildið, at tingfólk áttu at gjørt meira við at skriva í bløðunum, fyri á tann hátt at greitt frá teirra politikki.

So heldur enn at eftirlýsa, at samgongulimir taka orðið í øllum málum, so áttu fjølmiðlarnir at eftirlýst, at tingfólk gjørdu meira vart við seg aðrastaðni, har fólk hava størri møguleika at fylgja við.

Má gevast her

Eg kundi hugsað mær at sagt nógv meira um hetta evnið, men eg má heldur gevast her, tí eitt av hesum bløðunum, sum hava eftirlýst, at samgongufólk úttala seg meira, hevur eisini givið mær harraboð um, at mínar greinir mugu ikki vera longri enn í mesta lagið 6.000 bókstavir, tí annars sleppa tær ikki við í blaðið.

Eg undrist bara á, at onnur, sum kalla sínar greinir ”kronik” ella ”politisk tíðargrein”, fáa heilt aðrar treytir frá sama blaði. Eg veit ikki, hví treytirnar eru so ymiskar, men kanska hevur tað okkurt við demokratiskt undirskot at gera ???

Helgi Abrahamsen