Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttakararnir av ársins Wintherheiðursløn, sum starvast á tíðindarekasjónini í Kringvarpi Føroya. Frá vinstru Óluva Zachariasen, Liljan Weihe, Jan Lamhauge, Jógvan Eli Dam og Brynhild Thomsen.

Tí fekk Kringvarpið heiðursløn

Dómsnevndin fyri miðlaheiðurslønina heldur, at avdúkingin av loyniligu samráðingunum og loyniliga sáttmálanum við danska íløgufelagið, var eitt sera týðandi journalistiskt arbeiði. Her var talan um politiskt handverk, sum skuldi krógvast, til milliardsáttmálin við danska íløgufelagið var undirskrivaður. Men journalistisku avdúkingarnar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu politisku skipanina til at endurskoða sínar ætlanir.

Her er grundgevingin fyri at lata tíðindaredasjónini í Kringvarpi Føroya Wintherheiðurslønina 2013, sum varð lisin upp á móttøkuni í Hornahúsinum í gjárkvøldið klokkan 19:

Hetta var árið, tá elsta blaðið í Føroyum, Dimmalætting,varð løgd í grøvina. Hóast hetta eru vit í eini tíð, har tíðindastreymurin ongantíð hevur verið størri, um vit hyggja eftir tali av netmiðlum og teimum greinum, sum verða lagdar út har. Talan er tó í rættiliga stóran mun um endurgevandi greinar, sum ganga aftur á fleiri miðlum.

Tiltakið við miðlaheiðurslønini er ein roynd at pilka veruliga journalistikkin burtur úr stóra tíðindameldrinum, tí miðlarnir hava sum kunnugt nógvar uppgávur. Eisini uppgávur, sum onki hava við jouralistikk at gera. Høvuðsendamálið við Winther-heiðurslønini er at fáa dygdarjournalistikkin fram í ljósið.

Sagt verður í grundgevingini fyri Winther-heiðurslønina, at talan er um evnir, sum miðvíst hava viðgjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni. Heiðurslønin verður latin teimum, sum við serliga góðum journalistiskum handverki megna at lýsa viðkomandi viðurskifti, ið á serstakan hátt upplýsa, røra, hugtaka og øsa móttakaran.

Dómsnevndin vil við heiðurslønini venda eyguni hjá lesarum, lurtarum, hyggjarum og ikki minst journalistum sjálvum, móti innihaldinum í journalistikkinum.

Kapping er góð, men seinnu árini hava vit sæð í so nógv av neiligari kapping, har tað ikki snýr um at vera fyrst við tí besta innihaldinum til frama fyri okkum brúkarar og samfelagið annars, men heldur leggja eftir hvørjum øðrum og illgita hvønn annan fyri alt møguligt annað, enn tað, sum hevur við journalistikk at gera.

Í øllum fjølmiðlameldrinum kann vera torført hjá leikum og lærdum at halda seg til evnið. Og tí verður oftari og oftari lagt eftir boðberanum, heldur enn fyrihalda seg til innihaldið í teimum málum, sum eru á breddanum.

Eyðkennið fyri dygdarjournalistikk er, at spurnartekin ikki kann setast við dokumentatiónina. Nakað, sum skilir seg greitt frá leysum páhaldum, ið mest skulu skaða. Eitt annað eyðkenni er, at dygdarjournalistikkur heldur longri enn oyðileggjandi viðmerkingin, og sum áhaldandi skal og torir at tosa valdinum ímóti. Ikki fyri at gera tað, men fyri at tæna einum av fremstu málnum í journalistikki – nevnliga vegna borgaran – at fylgja við, tala at og finnast at, tá valdið verður misnýtt, ella tá valdið ikki heldur tær reglur, sum eru galdandi.

Vit í nevndini halda, at brúk er fyri dygdarjournalistikki í okkara demokratiska samfelag, og vit halda, at tað verður gjørdur dygdarjournalistikkur í Føroyum.

Evnið, sum vit í ár velja at taka fram sum dygdarjournalistikk, er eitt sera stórt evni – bæði í vavi, í krónum og í tign. Eitt stórt og týðandi mál, sum eins væl kundi farið flótandi fram við Føroya fólki, uttan at nakar rættuliga fekk innlit í, hvat varð farið fram.

Hetta journalistiska avrikið hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið, tí tað vísti, hvussu valdið aftanfyri læstar dyr gekk sína egnu leið, har ivi við vissu kundi setast við, um alt var fór rætt fram.

Valdið verður avdúkað í hesum stóra máli, og valdið noyddist at taka í egnan barm. Men í royndini at fáa málið aftur á beint, tók politiski myndugleikin enn eina avgerð, sum heldur ikki var í tráð við tær demokratisku mannagongdir, sum eru galdandi.

Stóra málið er milliardíløgan í ein Eysturoyartunnil, og brotið á demokratisku mannagongdirnar er fyrsta valið av kanningarstjóra til at fara ígjøgnum, hvat var farið fram í hesum stóra og týðandi máli.

Í fyrsta lagi heldur dómsnevndin, at avdúkingin av loyniligu samráðingunum og loyniliga sáttmálanum við danska íløgufelagið, var eitt sera týðandi journalistiskt arbeiði. Her var talan um politiskt handverk, sum skuldi krógvast, til milliardasáttmálin var undirskrivaður. Men journalistisku avdúkingarnar vístu almenninginum, hvat var um at henda og noyddi hægstu politisku skipanina til at endurskoða sínar ætlanir.

Í øðrum lagi heldur nevndin, at áhaldandi arbeiðið at vísa á, at tað ikki kundi góðtakast – vegna føroyska borgaran – at seta ein kanningarstjóra, sum sjálvur á ymsan hátt var partur í málinum um Eysturoyartunnilin.

Upprunarliga er talan tvey mál og tvær ymiskar journalistiskar uppgávur, men málini eru so tengd hvør at øðrum, at vit halda ikki, at vit kunnu heiðra øðrum og ikki hinum.

Vit vilja tí heiðra dagliga tíðindajournalistikkinum í Kringvarpi Føroya í hesum báðum málum og vit heiðra somuleiðis sjónvarps-sendingina ”Skálafjarðartunnilin kosta hvat tað kosta vil!” Tit á tíðindaredaksjónini í Kringvarpinum, sum hava gjørt hetta journalistiska avrik hava uppborið ársins Wintherheiðursløn.

Dómsnevndin fyri Miðlaheiðurslønina

Helgi Arntórsson

Ingrid Bjarnastein

Kári Mikkelsen

Øssur Winthereig