Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí eru Føroyar eitt heimastýri

Onkuntíð hoyra vit røður ella síggja greinir, sum vilja mála eina mynd av, hvussu nógv betri møguleikar vit høvdu havt, um Føroyar vóru eitt fullveldisríki, og eisini hvussu avmarkað vit eru í heimastýrinum. Seinasta dømið um hetta er tað sum hevur verið sagt og skrivað í sambandi við hóttanirnar frá ES um handilstiltøk.

Onkur hevur gjørt sær stóran ómak við at undirstrika, at Danmark er partur av ES (fyri ikki at siga, at Danmark er ES – ella ræður í ES), og onkur hevur hevjað seg upp til at siga eitt forhánisligt ”Bei bei Helle.”

Eitt val ímillum fyrimunir og vansar

Tað er einki at ivast í, at líkamikið hvørja skipan vit velja, so fáa vit bæði fyrimunir og vansar. At vera heimastýri hevur nakrar fyrimunir og nakrar vansar, og at vera fullveldisríki hevur eisini bæði fyrimunir og vansar. Spurningurin er bara, hvat gevur fleiri fyrimunir og hvat gevur færri vansar. Hevði tað verið so einfalt.

Um tað var so einfalt, at vit, við at skipa Føroyar sum fullveldisríki, bara fingu fyrimunir og samtíðis sluppu av við allar vansarnar, so hevði valið verið lætt. Men hvussu var tað nú tað gekk, tá føroyskir fullveldispolitikarar seinast ætlaði at broyta ríkisrættarligu støðuna?

Samráddust í fýra umførum

Tey fóru til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina. Um hvat? Um tað bara handlaði um at sleppa av við vansar og at fáa fyrimunir, so skuldi ikki verið neyðugt við nøkrum samráðingum. So skuldu tey bara farið til Danmarkar og handað forsætismálaráðharranum eina uppsøgn. Men tað gjørdu tey ikki.** Landsstýrið var ikki minni enn fýra ferðir til samráðingar, eftir at hava fyrireikað seg í hálvtannað ár. Á fjórðu samráðingarferðini sleit landsstýrið samráðingarnar, tí tey kundu ikki ganga við til treytirnar – hesar treytirnar, sum bara skuldu geva okkum fyrimunir ístaðin fyri vansar.

Ræddust neyvan fyrimunirnar

Tað er eitt ella annað sum sigur mær, at vansarnir munnu hava verið størri og fleiri enn fyrimunirnir, tí annars hevði eingin sett seg heilar fýra ferðir við eitt samráðingarborð, og enn minni slitið samráðingarnar uttan at vera komin á mál. - Og hetta var eitt landsstýri sum var skipa við tí høvuðsendamáli at gera Føroyar til fullveldisríki.

So tað er í fínasta lagið, at fullveldisfólk royna at vísa á fyrimunir við fullveldinum og vansar við heimastýrinum. Og tað ger kanska heldur einki um tey vísa seg sum óskikkilig skúlabørn, sum siga við læraran ”takk fyri at tú fórt” - aftaná at hann er farin. Men høvdu tey veruliga trúð uppá hatta fullveldið, so høvdu tey nokk eisini gjørt nakað við tað, tá tey høvdu møguleikan. - Men tey valdi at lata verða!

Tí eru Føroyar framvegis eitt heimastýri, við teimum fyrimunum og vansum, sum tað nú einaferð hevur við sær.

Helgi Abrahamsen

løgtingsmaður