Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí atkvøddi eg fyri at beina málið um hjúnarbandslógina aftur í nevnd

Hjúnabandslógin var til viðgerðar í Løgtinginum í gjár. Eg atkvøddi fyri einum uppskoti at koyra málið aftur í trivnaðarnevndina.

Orsøkin til, at eg atkvøddi fyri hesum uppskoti var, at alt ov nógvir ivaspurningar vóru. Eg vil hava málið lýst betri, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

Lat meg undirstrika, at eg eri fyri at geva teimum samkyndu borgarlig rættindi, tað segði eg eisini undir viðgerðini í gjár. Men eg vil hava vissu fyri, at ætlaða broytingin av hjúnabandslógini eisini tryggjar tey rættindi, sum fólkakirkjan hevur.

Løgtingið má ikki lóggeva tey samkyndu inn um kirkjugátt. Um tað má fólkakirkjan sjálv gera av.

Grundleggjandi spælireglurnar
Grundleggjandi karmarnir, sum vit virka undir, eru, at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum. Í Føroyum galda føroyskar løgtingslógir og ríkislógir, sum eru settar í gildi her. Europeiski Mannarætindasáttmálin er eisini galdandi í Føroyum.

Í Føroyum hava vit eina hjúnabandslóg, sum er ríkislóg. Hon ásetir í § 14, stk. 2, at tey sum verða borgarliga vígd, hava rætt til at fáa hjúnalagið vælsignað í kirkjuni. Galdandi hjúnabandslóg kann ikki setast til viks við eini føroyskari løgtingslóg, ella verða tikin av við eini broyting í eini løgtingslóg um fólkakirkjuna.

Løgtingið hevur fult lóggávuvald innan føroysku fólkakirkjuna. Men Løgtingið er eisini bundið av Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Mannarættindasáttmálin ásetir, at maður og kvinna skulu tryggjast rætt til at kunna ganga í hjúnalag. Men Mannarættindasáttmálin ásetir eisini, at lóggávuvaldið ikki kann diskriminera í mun til tey rættindini, sum sáttmálin verjir.

Feilir og stórir ivaspurningar
Um løgtingið samtykkir eina lóg sum ásetir, at “hjúnalag” eisini umfatar samkynd, so havi eg fingið upplýst, at vandi kann vera fyri, at verandi uppskot fer at hava við sær, at avgerðarrætturin hjá fólkakirkjuni verður skerdur. Men tað er eisini ein sera prinsipiellur spurningur fyri meg at viðtaka eina lóg, sum beinleiðis hevur til endamál at diskriminera tey samkyndu.

Eg havi fingið upplýst, at ein máti at sleppa burtur úr hesum trupulleika er ein broyting av donsku hjúnabandslógini soleiðis, at ásetingin í § 14, stk. 2 um, at borgarliga vígd hava rætt til vælsignilsi frá fólkakirkjuni, verður tikin av.

Eg havi eisini fingið upplýst, at sjálv høvuðsbroytingin, tann nýggja grein 1, sum gevur samkyndum loyvi at giftast borgarliga, kanska kann verða mett sum diskriminatión í mun til Europeiska Mannarættindasáttmálan, tí at tey ikki fáa rætt til at verða gift í kirkjuni, eins og hinskynd. Eg veit ikki um tað er rætt, men eg síggi, at fyrisitingin hjá Løgtinginum sigur, at hon ikki hevur havt tíð til at kanna, um uppskotini kunnu vera í stríð við altjóða sáttmálar. – Og eitt veit eg: Tá ein lóg verður dømd at vera í stríð við Europeiska Mannarættindasáttmálan, so má hon víkja, tí hann kemur framum vanligar lógir. So vit kunnu kanska enda í eini støðu, sum ein stórur meiriluti av tingfólkum er hart ímóti, men vit vita ikki, eingin hevur kannað tað.

Tað er fyri mær eisini ein trupulleiki, at Løgtingið samtykkir eina broyting í eini hjúnabandslóg, har Løgtingið ikki hevur lóggávuvald. Tað er skeiv mannagongd.

Aftur í nevnd
Hetta málið er serstakliga kompliserað. Tí er avgerandi, at allir tættir verða væl og virðiliga lýstir, áðrenn Løgtingið tekur endaliga støðu í málinum.

Tá man stendur við einum løgtingsmáli, sum heilt greitt ikki er nóg væl upplýst, so eru bara tvinnir kostir: Fella uppskotið, ella senda tað aftur í nevnd. Alt annað er ábyrgdarloysi. Nú vildi eg ikki fella uppskotið, tí atkvøddi eg fyri at senda málið aftur í nevnd at verða lýst betri.

Hví komu vit í hesa støðuna?
Hetta málið byrjaði so skeivt, sum tað kundi, nevniliga við at ein tinglimur leyp framav og rýmdi úr bæði flokki og samgongu beint eftir valið, áðrenn nakað var farið at virka, og síðani skuldi seta eitt uppskot fram, uttan at hava fyrireikað ella kannað nakað sum helst. Málið hevði langt síðani verið deytt, um ikki nakrir tinglimir høvdu roynt at gera manngarð um uppskotið, og tingnevndirnar og fyrisitingin hjá tinginum hava síðani gjørt eitt risaarbeiði – alt fyri at uppskotið ikki skuldi fella. Tað hevði jú verið harmiligt, tí vit eru ein stórur meiriluti, sum eru samd um endamálið.

Men tað kann vera sera ringt at fáa nakað á beint aftur, sum bæði er byrjað skeivt og á skeivan hátt.

Tí hava nú sjálvt uppskotssetararnir ásannað, at tað einasta rætta er, at einki fer at virka, fyrr enn ásetingin í grein 14, stk. 2 í hjúnabandslógini er broytt ella tikin av. Tað kann bara gerast við, at donsku myndugleikarnir gera eina “lov for Færøerne om...”. Tí er eingin meining í at royna at skunda málið ígjøgnum. Hetta fer nevniliga kortini at taka nakrar mánaðir eyka, men so heldur ikki meira enn tað. – Serliga ikki, um undirtøkan í Løgtinginum er stór, tí so fara donsku myndugleikarnir ikki at liggja á boðunum. Tí er verandi støða eitt gylt høvi hjá okkum øllum at umhugsa enn einaferð, hvussu vit seta loysnina saman, fyri at hon kann tæna endamálinum so væl sum til ber.

Loysnir
Rættasta og tryggasta loysnin hevði helst verið, at føroyskir myndugleikar yvirtaka persóns- familju og arvarættin og síðani samskipa hjúnabandslógina og løgtingslógina um fólkakirkjuna. Tað kann gerast rættiliga skjótt, tí eingin grund er til at gera allar lógirnar føroyskar, áðrenn man yvirtekur eitt øki.

Ein onnur heilt røtt og púra trygg loysn hevði verið, at Løgtingið helt uppat at spæla, at tað kann lóggeva á einum ikki yvirtiknum øki, og heldur samtykti eitt uppskot til samtyktar, sum heitti á landsstýrið og ríkisstjórnina um at gera eina serliga ríkislóg fyri Føroyar, sum gevur samkyndum pørum full borgarlig rættindi, men sum ikki nervar støðuna hjá kirkjuni og hinum trúarsamfeløgunum. Vit kundu sett tíðarfreist á, tað nýtist ikki taka longri tíð.

Fyri mær at síggja er endamálið at geva eitt sólarklárt signal um, at Føroyar, samstundis sum tað er trygt rótfest í siðaarvinum, er eitt frílynt, framkomið samfelag, her eisini samkynd pør skulu hava sjálvsagdan rætt til at verða gift borgarliga.

Fyriliggjandi uppskot sigst at hava til endamál, at samkynd skulu fáa akkurát tað sama sum hinskynd pør. Men tað fáa tey ikki. So at siga hvørt einasta av tingfólkunum, sum høvdu orðið, og søgdu seg fara at atkvøða fyri, gjørdu beint tvørturímóti nógv burturúr at undirstrika, at tvey av sama kyni skuldu ikki fáa møguleika at giftast í kirkju, ella at fáa hjúnalagið signað í kirkju, ikki fyrr enn kirkjan sjálv ger av, at so skal verða. Tí vilja tey broyta grein 14, stykki 2 í hjúnabandslógini, fyri at tryggja 100 %, at hetta ikki skal bera til.

Men hvussu er: Eitt hjúnalag, sum ikki kann verða stovnað ella signað í kirkjuni, er tað ikki eitt skrásett parlag? Hvør er munurin? Er bara navnið á muni?

Vit hoyrdu nógv andstøðutingfólk siga, at hevði talan verið um skrásett parlag, høvdu tey heilt vist atkvøtt fyri. Men hevði tað so ikki verið ein nógv betri og tryggari loysn?

Um nú eingin nevniverdur munur er millum skrásett parlag og hesa skerdu atgongdina til hjúnalag. Og um tað tekur akkurát líka langa tíð at fáa lóg fyri Føroyar um skrásett parlag í gildi, sum lóg fyri Føroyar um hjúnalag, meðan hetta ger, at tey sum atkvøða fyri vera eini 25 ella fleiri, heldur enn eini 15-16. Er tað so ikki eitt nógv sterkari og tryggari signal frá føroyska samfelagnum um, at vit eru fegin um at hava øll her, uttan mun til kynsligan samleika? – Er tað ikki tað, sum er endamálið við lógini, tá samanum kemur?

Ella er tað so týdningarmikið at kunna látast sum um at samkynd fáa nett tann sama pakkan sum hinskynd?

Samanumtikið
Her havi eg roynt at greiða frá, hví eg eri sannførdur um, at einasti ábyrgdarfulli møguleikin var at senda málið aftur í nevnd, hóast eg sjálvandi vil tryggja samkyndum pørum borgarlig rættindi.

Eg havi eisini roynt at greiða frá teimum týdningarmestu ivaspurningunum, sum eg siti við, og sum mugu vera svaraðir, áðrenn eg kann umhugsa at trýsta á grøna knøttin.

Eisini havi eg roynt at vísa á nakrar møguleikar aftrat, sum vit hava, nú vit tíverri lendu í verandi støðu.

Hjúnalagið hevur verið ein grundarsteinur undir okkara samfelagsskipan  í øld eftir øld eftir øld. Heimsins allarfyrsta skrásetta parlag var í Danmark 1. oktober 1989 – fyri bara 26 ½ árum síðani. Sæð í hesum tíðarperspektivi og tá vit hugsa um, at allarflestu lond í verðini (onkur tingmaður segði fleiri enn 180 av gott og væl 200 londum) ongar lógarkarmar hava fyri parløg millum fólk av sama kyni, so eiga vit at kunna bíða í nakrar mánaðir afturat fyri at tryggja okkum, at arbeiðið, sum vit gera, ikki fær avleiðingar, eitt nú fyri kirkjuna ella hini trúarsamfeløgini, sum vit ikki ynskja.

Sum sagt: Eg haldi tað er sjálvsagt, at vit tryggja samkyndum borgarlig rættindi.
Tað ber væl til. Vit hava fleiri góðar møguleikar, sum eg havi víst á.

Men vit mugu taka okkum tíð at kanna ivamálini fyrst, og vit mugu fyrireika málini á rættan hátt, so vit vita hvat vit gera.

Heðin Mortensen
tinglimur fyri Javnaðarflokkin