Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar (Jákups bræv, kap. 2 vers 26)

Ferð eftir ferð verða vit – serstakiliga í morgunlestrinum – bombarderaði við: frelstur við trúgv, gerningar hava einki at siga - og víst verður til Luther, sum annars var alvorliga avsporaður á fleiri økjum, m.a. viðvíkjandi jødunum, sum hann hataði í orð, talu og skrivt, og sum Hitler tí kundi brúka sum fundament undir jødatýðningunum (Holocoast) har 6 mill jødar vórðu píndir, gassaðir og dripnir á annan hátt. Nei, Luther var einki sannheitsvitni. (Far t.d. inn á Google ella líkn. og les). At brúka Luther ímóti skrivtini og tileinkisgera næstakærleiksboðið, kloyva hægsta boð um bæði at elska Guð og at elska næstan og síðani fasthalda frelsu eina við trúgv, meðan gerningarnir verða tileinkisgjørdir, er ífylgi skrivtini reint nonsens, tí í Halgu Bók verður sligið fast, at trúgvin uttan gerningar er deyð, og hvat kunnu vit brúka eina deyða trúgv til?

At siga seg vera trúgvandi, men bert fremja illgerðir førir sjálvandi - eftir kristnu læruni _einans ein veg – lúkst í avgrundina. Hin einstaki hevur valið um, hvørjum Harra hann ynskir at tæna. Og hin einstaki velur av fríum vilja – uttan tvang, hvørjum Harra hann vil liva lív sítt saman við í kærleika. 

Sum Johan Weihe, prestur lærdi okkum konfirmantar á sinni: Várharra vil ikki hava trælir í sínum ríki. Tey sum koma har hava trúð Honum og elskað næstan. 

Eitt av Harranum vælsignað nýggjár verður ynskt tykkum øllum. .

Dagfinnur Danbjørg.