Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Thomsen-menninir leggja árar í sjógv !

...tað sigur ikki so lítið um vinnuliga framsøkni hjá hesum monnum, at Bendtse, eitt kvøldið í samtalu á bryggjuni segði við havnarmeistaran: “Oknin” er nú komin til eitt vegamót, har vit mega taka avgerðina um at gevast ella at keypa annað og nýggjari skip ístaðin.” Og so legði hann afturat: “Tað ber ikki til onga vinnu, - onga drift at hava !”

... Greinina niðanfyri hevur Tórbjørni Jacobsen, skrivað.

Í 1962 stovnaðu brøðurnir Petur, Jóhan David, Samson og Bendtse Thomsen og svágurin Jóhannus Tausen í Runavík Pf. Lógv við tí endamáli, at útvega sær skip. Teir skrivaðu undir sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju í 1963, sum hevði til endamáls, at Mohr-menninir og teirra dugnamenn skuldu smíða teimum eitt fiskifar við frystilast. Kjølurin varð strektur í 1963. Støddin var 289,54 br. reg. tons og motorurin var av Vølund slagnum. 330 hestakreftir.

 Skipið fekk navnið “Oknin”, og var hon klár til fiskiskap á heysti í 1964. Elsti bróðurin, Petur Thomsen, sáli, førdi hana frá byrjanini og at kalla øll árini fram til 1986. Bendtse og versynir Peturs, Símun og Tonny sáli, loystu hann av einstakar túrar hesi árini. Fá føroysk fiskiskip hava verið so víða á fiskiveiði, og í so nógvum ymiskum driftum, sum “Oknin”. Teir hava ikki verið bangnir av sær Thomsen-menninir. So hvørt sum ein møguleiki hvarv funnu teir rætta alternativið. Um øll Norðurhøv hava teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur, á tunfiskaveiði við Vesturafrika, við strendurnar heilt suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi. Tá hesin møguleikin hvarv av kendum orsøkum løgdu teir um til garnadrift á heimaleiðunum eftir svartkalva og havtasku. Teir eru framvegis í hesi vinnu.

Í 1978 stovnaðu somu menn Pr. Lógv. Felagið keypti hin polskt smíðaða línubátin “Hagaleitið” úr Leirvík. Hesin var umbygdur til trolveiði hjá J. K. Joensen & Soni í Miðvági. Skipið fekk navnið “Nípan”. Hon var á ísfiskaveiði undir Føroyum øll árini og Bendtse Thomsen var skipari, og fyri tað mesta avreiddu teir til flakavirkið í Saltangará, sum tá róptist “Lynfrost”. Teir seldu hana til keypara í Svítjóð í 1991.

Røkiskapur hevur verið eitt av mongum dygdareyðkennum hjá hesum monnum. Skilamenn í øllum lívsins viðurskiftum. Hóast “Oknin” er farin at tátta í eina hálva øld, so sæst næstan ikki aldur á henni, men nú mettu teir, at tíðin var komin hartil, at ein avgerð mátti takast um framtíðina. Og tað sigur ikki so lítið um vinnuliga framsøkni hjá hesum monnum, at Bendtse, eitt kvøldið í samtalu á bryggjuni segði við havnarmeistaran: “Oknin” er nú komin til eitt vegamót, har vit mega taka avgerðina um at gevast ella at keypa annað og nýggjari skip ístaðin.” Og so legði hann afturat: “Tað ber ikki til onga vinnu, - onga drift at hava !”

Tað er sjaldsom hending, at menn, sum eru komnir somikið upp í árini, taka so rívan til, og so óræddir leggja árar í sjógv av nýggjum. Óneyðugt er siga hvussu mikið til árs teir eru komnir, teir báðir Bendtse og Samson, men til ber í hvussu er at siga, at teir fóru til skips fyri væl meira enn 60 árum síðani. Og nú eru teir á heimveg úr Noregi við avloysaranum fyri “Oknina”. Hetta er eisini eitt greitt tekn um, at teir hava álit á yngra ættaliðnum í fjølskylduni, m.a. Símuni hjá Peturi, sum hesi nógvu seinru árini hava rikið “Oknina” á garnaveiði. Sjálvir taka teir sær av landsíðuni og so hava nestorarnir báðir útróðrarbátin “Lóm” liggjandi kláran til fiskiveiði í bátahylinum í Heiðunum.

Hjá øllum okkum, sum hava búð um hesar leiðir, hevur “Oknin”, síðani hon á fyrsta sinni kom inn á fjørðin, inn í havnina í Runavík, í 1964, verið ein partur av samleikanum. Av longum og styttri leiðum er hon aftur og aftur komin higar, og eigararnir hava megnað kynstrið, at bógva seg ígjøgnum, eisini ígjøgnum brotasjógvarnir, sum eisini mega hava verið uppi onkuntíð í so mong ár. Tí er tað eisini sjaldsamt í føroyskari fiskivinnusøgu, at sama felag endurnýggjar seg eftir so mong ár í vinnu.

Runavíkar havn fer við hesum fáu orðum at ynskja Pf. Lógv hjartaliga tillukku við nýggju “Oknini”. Mátti eydnan og blíður byrur framhaldandi fylgt tykkum og samstarvsvilji higani skal heldur ikki skorta í ókomnum døgum. Fram eftir degi í dag verður skipið á Runavík.

tj-.

Kelda: www.runavik.fo