Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

The Weather Diaries: Mentanarnátt í Norðurlandahúsinum

Í sambandi við at árliga Summarframsýningin letur upp bjóðar Norðurlandahúsið til eitt heilt serstakt tiltak frá klokkan 16.00.  

Summarframsýningin 2015 ber heitið: The Weather Diaries, Veðurdagbøkurnar, og er skapað av listakvinnunum Cooper og Gorfer. 

Cooper & Gorfer hava í tvey ár savnað søgur millum sniðgevarar og listafólk í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Tær byrjaðu sítt arbeiði í 2012 við eini kunningarferð til øll trý londini fyri at hitta ymiskar sniðgevarar. Eftir kunningarferðina funnu tær útav, at veðrið hevur ein serstakan leiklut í øllum trimum londunum, og tí fekk framsýningin heitið The Weather Diaries.

Listarliga eyðkennið hjá Cooper & Gorfer eru sterkar frásøgumyndir við greiðum tilvísingum til mentanararv, søgu og klædnabúnar. Søgan, tær ynskja at fortelja, snýr seg um tann týdning, ið móti og nútímans sniðgeving hevur fyri okkara mentanarsamleika. 

Framsýningin setir gjøgnum myndir og onnur listaverk spurnartekin við, hvussu vit brúka sniðgeving til at lýsa okkara mentanarliga eyðkenni, okkara mentanararv og samleika, og hvussu estetiskur framburður mennir okkara fatan av okkum sjálvum og tí staði, har vit búleikast. 

Harumframt fær áskoðarin eisini innlit í tær meira persónligu søgurnar hjá sniðgevunum, har greitt verður frá mýtum, sagnum og hugmyndum, ið hava spælt ein stóran leiklut fyri skapandi tilgongdina.

Listafólkini eru: 
Barbara I Gongini (FO), Bibi Chemnitz (GL), Cooper & Gorfer (US, AT), Guðrun & Guðrun (FO), JÖR by Guðmundur Jörundsson (IS), Kría (IS), Mundi (IS), Nikolaj Kristensen (GL), Rammatik (FO) og STEiNUNN (IS).

Skrá
16.00 Sif Gunnarsdóttir, stjóri, bjóðar vælkomin
16.05 Heðin Mortensen, borgarstjóri. 
16.15 Kata. Sangbólkurin Kata er ein acapella bólkur samansettur av fimm songkvinnum, sum allar hava gjørt vart við seg hvør sær: Arnfríð Lützen, Greta Svabo Bech, Guðrið 

Hansdóttir, Eyð Berghamar Jacobsen og Unn Paturson.
16.20 Sarah Cooper og Nina Gorfer fortelja um hvussu Weather Diaries bleiv til.
16.40 Kata.
16.50 Barbara í Gongini letur framsýningin upp.