
The Mirror Men við singulplátu
Í dag gevur TUTL fyrsta staklagið hjá bólkinum The Mirror Men út. Lagið, ið kallast ”Out of Tune,” er hart og buldrandi.-Tað snýr seg um at velja røttu avgerðina í røttu løtuni," sigur høvuðsmaðurin Sigmund Zachariassen.
Sangurin kemur út á sjey tumma singulplátu gjøgnum TUTL og fáast til keyps í Tutl handlinum á Káta Horni í dag. Á plátuni eru eisini b-síðu uppøkurnar av ”Tea is Served” og ein akustisk útgáva av ”Out of Tune” við munn-harmoniku intro.
Bólkurin er mannaður av Aksel Tórgarð á trummum og Sigmund Zachariassen á sang og gittar. Bólkurin The Mirror Men hevur eftirhondini nøkur ár á bakið og gjørdi serliga um seg í 2011, tá ið teir endaðu á 2. plássi í Sement finaluni og seinni vóru millum nøvnini eitt nú á G! Festivalinum.
Í samband við nýggju singulplátu útgávuna er eisini ein so kallað ”lyric video” gjørd, ið kann síggjast á Youtube omanfyri:
Facebook síðan hjá The Mirror Men finst her: https://www.facebook.com/themirrormen
[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Jpv97eVl9ek]