Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagstovnurin á Hamrinum á Argjum varð bygdur í 2003

Tey seks ára gomlu stórtrívast

Í trý ár hava tey seks ára gomlu børnini í Dagstovninum á Hamrinum á Argjum havt sína egnu stovu við egnari námsætlan, ið tekur støði í menningarstignum hjá hesum aldursbólki og fyrireikar skiftið frá dagstovni til skúla. Dagstovnurin ræðist ikki kappingina frá grannanum, Skúlanum á Argjahamri, sum fer undir forskúla eftir summarfrítíðina.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen:

Teir tríggir smádreingirnir Hugin Vágfjall, Sofus Durhuus og Martin Gaard Jakobsen eru djúpt konsentreraðir og púra burtur í arbeiðnum at mála gosfjøllini, teir hava gjørt úr pappírsdeiggi.

Sjálv læriløtan er av, og verkætlanin, sum tey seks ára gomlu – Spírarnir – í Dagstovninum á Hamrinum á Argjum eru í holtur við í løtuni, er um, hvussu Føroyar fyri milliónum av árum síðani vórðu skaptar av goysandi og froysandi eldfjøllum.

Men teir tríggir eru so hugtiknir av spennandi søgunum um gosfjøll, og hvussu Føroyar vórðu til, at teir sleppa ikki evninum.

Meðan teir mála, fer hugurin á flog, og tann hjá Hugin sveimar úr føroysku frumtíðini suður um høv og niður til Afrika.

”Hetta er hægsta gosfjallið í Afrika”, ger hann av og vil hava at vita, hvussu tað eitur.

”Kilimanjaro”, fær hann at vita.

”So lærdi eg eisini tað”, sigur hann fegin.

Við eitt annað borð sita seks børn og klippa pappírsblómur og við tað triðja sita trý og tekna við litblýantum. ”Soleiðis skal tað vera, tey skulu ikki noyðast at arbeiða við verkætlanini, men gera tað, tey hava hug til. Um onkur als ikki hevur hug at fáast við verkætlanina undir sjálvari læriløtuni, so er tað eisini í lagi”, sigur Sóley Samuelsen, námsfrøðingur á stovuni hjá teimum seks ára gomlu og varaleiðari í Dagstovninum á Hamrinum.

Gott tilboð

Tað eru trý ár síðani, at tey á Hamrinum fóru undir hetta miðvísa arbeiðið við teimum seks ára gomlu. Frammanundan var tilboðið til aldursbólkin avmarkað til nakrar fáar tímar um vikuna.

Astrid Joensen, námsfrøðingur, arbeiðir eisini við Spírunum, og arbeiddi eisini á stovninum, áðrenn tey seks ára gomlu fingu sína egnu stovu og námsætlan. Hon er ikki í iva um, at skipanin er eitt gott námsfrøðiligt tilboð, ið bæði stimbrar undir menningina av børnunum og undir námsfrøðiliga arbeiðið.

”Her fáa vit arbeitt miðvíst við námsfrøðini, ið er ætlað júst hesum aldursbólkinum. Vit fáa eisini betur drigið øll við í prosessina, tá tey eru savnað á henda hátt, tí tað er ikki so lætt at goyma seg burtur, sum tá allir aldursbólkar á stovninum er blandaðir saman”, sigur hon.

Annika Wenningsted Jacobsen, leiðari í Dagstovninum á Hamrinum, dylir ikki, at hon heldur enn fegin vil hava eina fullmannaða spírastovu aftur eftir summarfrítíðina, tá hesir Spírarnir eru farnir í 1. flokk í grannahúsunum, Skúlanum á Argjahamri. Men tá fær dagstovnurin eisini kapping um sjálvar Spírarnar, tí forskúli verður í Skúlanum á Argjahamri næsta skúlaár.

Ein kapping, sum Annika Wenningsted Jacobsen tó ikki ræðist.

Læra gjøgnum spæl

”Vit halda okkum hava eitt óvuliga gott tilboð til henda aldursbólkin, sum vit ætla at halda fast um. Eitt tilboð, har børnini sleppa at spæla og eksperimentera seg til vitan, uttan stívar karmar við møtiskyldu, har tey skulu undirvísast. Vit vita, at børn í hesum aldrinum læra best gjøgnum spæl, og vit síggja eisini, at børnini sjálvi søkja læringina, tá tey eru til reiðar”, sigur Annika Wenningsted Jacobsen.

Í staðin fyri tradisjonella undirvísing hava Spírarnir sonevndar læriløtur.

Pitsa varð til ufo

”Endamálið við læruløtunum er at kveikja hugflogið hjá børnunum, víðka teirra sjónarring og styrkja bæði teirra fysisku, mentalu og sosialu førleikar, millum annað sleppa tey at royna at standa fram og royna, hvussu tað er at vera í miðdeplinum. Børnini hava ikki føst pláss, men sita sum tey vilja. Vit leggja eisini dent á at brúka tøkni sum teldur og sjónvarp, og stovan verður eisini brúkt og umskipað alt eftir, hvat evnið er.

Læruløturnar verða skipaðar alt eftir, hvussu áhugin og bindindini eru í løtuni”, greiðir leiðarin frá.

Læruløturnar verða hildnar sum partar av verkætlanum, og ofta koma evnini av tilvild sum úrslit av barnanna egna hugflogi.

”Fyri jól høvdu vit til dømis eina rúmdarverkætlan. Ein dagin høvdu børnini etið pitsasniglar, og so helt onkur, at ein pitsasnigil líktist akkurát einari ufo. So bleiv prátað um tað, hugflogið ferðaðist víðari, og so skuldu vit sjálvsagt hava eina verkætlan um rúmdina og alt tað, ið henni hoyrir til”, sigur Annika Wenningsted Jacobsen.

Hugsa í litum

Sóley Samuelsen leggur dent á menningina av teimun sosialu førleikunum.

”Grundstøðið undir okkara námsfrøði her er viðurkenning og inklusjón. Viðurkenningin er millum annað tað, at tað skal verða rúm fyri barninum, sum tað er og hevur tað í løtuni. Vit og børnini sínamillum skulu viðurkenna ymisku kenslurnar hjá tí einstaka. Tí skelda vit heldur ikki børnini her. Inklusjónin snýr seg um felagsskapin. Hvørt einstakt barn skal hava rætt at vera partur av felagsskapinum. Um onkur hevur serligan tørv í so máta, so er tað okkara uppgáva at seta tiltøk í verk at menna barnið, so tað fær verið partur av felagsskapinum. Ein stórur partur av hesum er, at barnið skal duga at fáa vinir”, sigur hon.

”Samanborið við skúlahugsanina, so hugsa vit meira í litum her, bæði ítøkiliga og myndaliga sæð. Børn í hesum aldrinum er smekkfull í hugskotum og hava eitt hugflog uttan mørk. Tað skal hava loyvi at breiða seg út, og royndir vísa, at tey læra mest gjøgnum spæl og við tí eisini fáa læringina inn á rættasta hátt. Í skúlanum snýr tað seg meira um, at børnini skulu tilpassast – har verður hugsað meira grátt”, sigur Sóley Samuelsen.