Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey sálarsjúku verða altíð gloymd

Um vit ynskja at konstruera eina glamourmynd av okkara psykiatriska øki, sum leggur dent á, at hetta øki altíð hevur eina høga politiska raðfesting og er í útvikling og er tíðarsvarandi og ikki er blivin grivin inni í ein fastlæstan spiral, har alt skal dokumenterast , vigast og málast, so er bert at ásanna, at vit mugu hugsa umaftur.

Eg eri sálarliga sjúkur. Bara tað ,at skriva ella fortelja hetta til onnur er fyri meg at bróta eitt mark, tí eg eri altíðso bangin fyri, hvussu fólk reagera uppá hetta svarið og tí royni eg við allari mínari megi, at ganga á leistum og ikki gera vart við meg, tí so veit eg av drúgvum royndum, at eingin sær, hoyrir ella merkir meg verða tilstaðar og hendan máta at møta tilveruna, hevur formað meg til ein serligan persón, sum eg vil royna at lýsa við orðum.

Eg havi skizofreni og fái medicin, sum lindrar mítt kaos inni í mínum høvdi, men eg gerist troyttur av Invega, men trúgv mær góði lesari, tú hvørki sær ella hoyrir mínar harðrendu røddir og tá eg gerist troyttur, skal eg nokk fjala meg, tí eg ynski ikki at órógva teg ella, at tú gerst bangin.** Tá ta ringasta ikki er at vera útihýstur.

Tú hevur møguliga roynt tað einaferð, tvær ferð ella fleiri ferðir, at verði tann persónurin, sum aldrin slapp upp í part, tá øll 33 fólkini skuldu sessast við borðið og tað hóast ,at stólur nummar 34, stóð tómur við borðendan. Eg havi aldrin vant meg við at kunna rúma tí niðurbrótandi kensluna, sum fevndi seg rundanum meg, hvørja ferð, ein av hesum fólkunum segði við meg, at eg var ikki vælkomin, tí eg hevði einki at bjóða uppá og tískil var tað betur fyri allar partar, um stólurin bara stóð tómur og ikki virkaði sum eitt forstýrandi element. Hesi avvísandi orðini frá hesum autentisku røddunum, hava fest seg í mítt sterka sinn og tey bera og eggja meg til at hyggja frameftir og geva mær trúnnað uppá, at tað eisini er pláss fyri mær í samfelagnum og at eg eisini gerist ein borgari, sum kann identifisersa seg við býin, fólkið og verða ein partur av býarmyndini. Tað, sum mann ikki doyr av, verður mann sterkari av og hvørja ferð orðið ” gevast ” doyvir meg, minni eg meg á ,at orðið stavað aftanifrá samansett vid bókstavum sigur ” Tú – stendur – annars – við – eini –gávu ”.

Møguliga hugsar tú, at liva við einari slíkari stigmatisering, má verða tað ringasta, eg kann koma út fyri, men her fert tú heilt skeivur, tí tað er nógv verri og meira skaðiligt fyri mín stoltleika, mítt sjálvsálit, sjálvirði og fyri meg, sum persón ,at verða boðin inn um dyrnar og fáa ein sess við borðendan, eittans tí , at so hava hesi fólkini góða og reina samvitsku, men tey tosa ikki við meg, spyrja ikki um míni sjónarmið og tey hyggja ikki eftur mær. Her er eingin autentisk rødd, sum talar til mín og einki smílandi andlit ella viðurkennandi eyga. Eg eri ikki til staðar og eg velji at trúgva tí, so hesi 33 fólkini fáa sálarfrið og eg fái frið. Ringt er at verða lagdur fyri hatur, ringt er at verða gjørdur til láturs, men tað mest skaðiliga er at blíva ignoreraður.

Hetta kundi verda søgan um meg ella teg, men hetta er ein søga, um persónar sum á ein ella annan hátt hava tilknýti til psykiatriðina og eftursum vit flest øll kenna onkran sálarliga sjúkan persón, so gerast vit eisini ein partur av søguni.

Tá einasta ynski er at kunna savnast.

Eg havi havt nógvar samrøður og saman við sálarliga sjúkum fólkum arbeitt við ymiskum ásettum málum, við vón um at menna ymiskar førleikar, so tey gerast meira sjálvhjálpin og øll, sum arbeiða innan tað psykiatriska økjid, vita væl, at málsetningarnir, sum eru skrivaðir tann sálarsjúka til frama ofta mugu umjusterast ella heilt broytast, tí knappiliga gevur tað størri meining, at seta fokus á eitt annað stað, tí líkasum við okkum, hava tey sálarsjúku eitt skiftandi lyndi og skiftandi mál, tey ynskja at stremba og røkka eftur.

Felags fyri øll tey sálarsjúku fólkini eg havi, á ymiskar háttir havt eitt samstarv við er, at tey ynskja at hava nakað at síggja fram til og at tað er eitt ljós fyri endanum á tunnlinum. Ljósið er eitt stað har tey kunnu verða saman við øðrum líkasinnaðum og okkum øðrum, men tankin er, at tey føla seg á heimavølli og áseta normarnar og hava ávirkan á, hvussu reglugerðin á staðnum skal verða og at tey standa fleiri enn 33 fólk og veruliga og sannførandi bjóða okkum øðrum inn. Hetta kallast, sum støðan er nú, fyri tann umvenda verð.

Tey, sum eru ,sum vit.

Tey sálarsjúku hava altíð havt mótvind og í tíðarskeiðum hava tey antin veri fólk, sum blivu fjald burtur, um mann so má siga, tí tað var skomm, at verða sálarsjúkur og hava eina so løgna atferð, sum fólk ikki dugdu at tulka ella vildu síggjast saman við.

Eisini hava tey sálarsjúku, verði uppfataði sum vandamikil fólk, sum kundi verða ágangandi og hóttandi, uttan ,at koma við einari nøktandi grundgeving og ikki vilja átaka sær skuldina fyri brotsgerðunum.

Tey sálarsjúku hava eisini skula bart við tankan um, at verði forfylgd og blivin eksluderaði frá samfelagnum, tí, tað altíð má verða ein minnilutabólkur, sum ikki skal fáa tillutað viðurkenning, so majoriteturin, kann upphevja seg og teirra status og hava tí skipaða balancuna í samfelagsstrukturinum, sum signalerarar og við megi legaliserar, at summi fólkasløg verða mett sum verðandi meira týdningarmikil enn onnur.

Tá Inklusión gerst til Eksklutión!

Hvat verður meint við, tá onkur av hesum 33 fólkunum, sleingir runt vid orðinum ” inklusión”, so skjótt eitt økið, far tillutað pening av fíggjarlógini. ! Um nakar trýr, at eitt økið, verður inkluderað við restina av samfelagnum, um peningur verður játtaður, so er hetta er fullkomuliga burturvið, tí pengarnir eru bara tann berandi platformurin, fyri teimum rammum og tí hugsjónini, eitt økið skal virka undir og tað er úti í arbeidisplássunum og øðrum støðum, har fólk kunnu savnast at, reglugerðin og mentanin verður skapt og ándin gevur plássinum lív.

Um hetta eru teir skrivligu og muntligu normarnar og berandi hugsjón, sum vit vilja streba at virka eftur er eingin vón fyri framman, tí um hugburðurin er ,at peningur í sjálvum sær er málið og loysnin, so er tað betur, um tey sálarligu sjúku ikki fáa játta pening til eitt Fountain hús, tí eingin, sum hevur tørv fyri stuðul til eitt átak vil hava pening, bara so mótparturin far frið, men tey ynskja ,at fáa váttað peningin, um tann gevandi veruliga ynskir at hjálpa, sær eina meining við projektinum.

Tey sálarliga sjúku verda ikki, als ikki, inkluderaði í okkara samfelag, uttan so, at tey eisini fáa eitt stað, sum er staðkent fyri, at tað staði er teirra og at staðið ber eydkenni fyri, at tey, hvør sær fáa ment teirra socialu førleikar við at verða socialt inkluderaði í arbeiðnum, har málsetningurin og fokus ikki er ; hvat tey ikki megna, men hvat tey megna og hvat tey megna at gera saman. Hetta snýr seg um, at menna umsorgan, tolsemi og samstarsevnini, so øll fáa tillutað ein leiklut og eina ábyrgd og harvið skapa eina rørðslu og felagsskap við trivnaða, útvikling, ágrýtni, lívsgleði og trúnna uppá lívið.

Tá Recovery og Flow bara eru orð.

Hugtakið er komplekst at arbeida við og tað ber sjálvsagt ikki til, at mála ella seta fólk í kassar, fyri at koma fram til nøktandi úrslit, tí fólk arbeiða individuelt við hugtakinum í arbeiðnum og hava ymsar uppfatanir at , hvat tað vil siga ,at koma seg. Lat ongan verða í iva um, at um so er ,at tankin er ,at tey sálarsjúku, eisini skulu gerast ein partur av teimum fólkunum, ,sum skulu hava møguleika ella fáa tilboði um, at styrkja teirra persónligu og socialu førleikar, so krevur tað eisini, at vit tora at møta teimum og veruliga lurta eftur teimum siga frá, hvønn tørv tey hava og hvørs støðu tey pt, standa í. Vilja vit ikki tað, so kunnu vit líka so væl erstatta orðið ”recovery” vid ”no-covery”.

Vilja vit so eisini gera álvara av, at tey sálarliga sjúku fáa møguleika fyri at skapa ein samanseting ímillum, skapandi og-nýskapandi avbjóðingar og teirra førleikar, so krevur tað, at tey gerast involveraði í einum aktiviteti og fáa succes-upplivilsir, tí annars er Flow-hugtakið einki vert.

Tá trivnaður gerst til mistrivnaða.

At trívast ella at merkja trívnaða, gevur tí einkulta menniskjanum eitt mentalt yviskot og mót uppá at møta og taka upp nýggjar avbjóðingar. Ein máti at arbeiða við hugtakinum og kunna vurdera, um og kunna konkludera eina støðutakan útfrá, um ein persónur ella ein bólkur av fólki trívast, kann gerast við at skoða sjónarmiðið um trivnaða við at arbeiða utfrá hesu fýra punktunum.

1. Hvussu er tann persónliga stødan hjá tí einkulta menniskjanum.

2. Fokus uppá, tey krøv og mál, persónurin hevur ásett sær og hvørji av hesum málum eru gjøgnumførd.

3. Samarbeiði og tær relatiónir, persónurin far skapt við at gerast involveraður og fáa tillutað eina ábyrgd í sínum umhvørvi og í tí almenna rúminum.

4. Ein sociologiskur máti at skoða trivnaða uppá, gerst við at kanna, hvørjir møguleikar hesin persónurin ella bólkurin hevur í samfelagnum, til at kunna fakliga menna seg og hvørji tilboð annars fyriliggja, so tey, kunnu møtast í tí almenna rúminum.

Mest nærliggjandi er tað sjálvsagt, um tú kanst identifisera teg við øll hesi punktini og kanst seta orð á upplivingar og avbjóðingar tú møtir hvønn dag. Tey flestu av okkum taka hetta fyri givið, tí at hava ein leiklut og áhugamál innan ymisk øki í samfelagnum, hava vit fingið implementera við egnari hjálp, men eisini blíva vit biðin og lokkaði til at gerast virkin av ítróttarfeløgum, verða við í sangkóri, gerast skóti etc. Ikki sagt, at nøkur sálarsjúk ikki integrera seg í ymiskum tilboðum, býurin og landið hevur at bjóða uppá, men tey flestu velja at trekkja seg, tí tey ynskja bara at fáa teirra egna stað, sum tey kunnu idenfisera seg við og tað er alt.

Lukkutíð, hava vit í okkara landi sannar eldsálir, sum arbeiða í teirra frítíð ókeypis og sum leggja eina sera stóra orku í at fáa samla pening saman til ,at tey sálarsjúku kunnu fáa eitt hús og hesar eldsálir skulu verða okkara fyrimyndir og fyrimyndirnar hjá okkara 33 tingfólkum, og vit skulu ganga í teirra fótasporum og stuðla teimum, tí vit vilja og innarliga og so hjartaliga ynskja tað, so vit fáa, eitt samfelag, har vit bjóða teimum og ynskja teimum vælkomin.

Karl Jóhan Staksberg.

e-mail addr : runesean66@hotmail.com