Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey lægri løntu arbeiða niðursetta tíð

TEMA UM NIÐURSETTA TÍÐ: Lønarhagtølini frá Fíggjarmálaráðnum yvir sáttmálaøkið hjá Starvsmannafelagnum vísa, at tað serliga eru teir limirnir, sum forvinna minni, sum arbeiða niðursetta tíð. Tey í teimum lægru lønarbólkunum. Og í hesum bólkunum eru kvinnurnar í stórum meiriluta
 
Sveinur Tróndarson, journalistur

Tølini yvir limir í Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá landsins stovnum, vísa, at tað eru serliga tey, sum eru lønt í lægru lønarbólkunum, tað vil siga, bólki 1, 2 og 3, sum arbeiða niðursetta tíð.
 
Í fyrstu greinini um evnið vístu vit á, at tað ikki er samsvar millum kynini, tá tað snýr seg um at arbeiða niðursetta tíð. Kvinnurnar telja fyri tveir triðingar í hesum tølunum, men tá hugt verður eftir kynsbýtinum er sjónligur munur. Kvinnurnar eru í stórum meiriluta, tá tað snýr seg um at arbeiða niðursetta tíð.
 
Býtið millum kynini er 90-10.
 
Og støðan er á leið tann sama, tá hugt verður eftir býtinum millum lønarbólkar. Nógv tey flestu, sum arbeiða niðursetta tíð, eru lønt eftir lønarbólki 1 til 4.
 
Í lønarbólki 1, har mánaðarlønin er millum 19 og 23.000 krónur, eru góð 60 prosent, sum arbeiða niðursetta tíð, í lønarbólki 2 eru 45 prosent, í lønarbólki 3 er talið 35 prosent og í lønarbólki 4 eru tey 39 prosent.
 
Miðaltalið fyri øll 974, sum arbeiða hjá stovnum landsins, er góð 31 prosent.
 
Í yvirskriftini til hesa grein skriva vit, at tey lægri løntu arbeiða niðursetta tíð, og tað eiga vit kanska ikki at undrast yvir. Tí tað er meira sjáldsamt, at fólk sum hava ábyrgd, og harvið fáa hægri løn, arbeiða niðursetta tíð.
 
Tað ber tó ikki til at siga, at tey ikki gera tað. Tí í lønarbólkunum 5-7 arbeiða millum 20 og 30 prosent niðursetta tíð. Og í lønarbólki 8 eru tey tíggju prosent.
 
Tann einasti lønarbólkurin sambært yvirlitinum, sum Starvsmannafelagið hevur fingið frá Fíggjarmálaráðnum, har eingin arbeiðir niðursetta tíð, er tað sum eitur ”onnur flokking”. Hjá teimum liggur lønin omanfyri 32.000 krónur um mánaðin.
 
Umframt tað sum stendur omanfyri, kann eisini mangt annað lesast úr tølunum frá Fíggjarmálaráðnum. Millum annað tað, at kvinnuligu limirnir hjá Starvsmannafelagnum, sum arbeiða hjá stovnum landsins, forvinna væl minni enn menninir.
 
Kynsbýtið í yvirlitinum er á leið 2/3 kvinnur, men tá farið verður inn í ymsu lønarbólkarnar sæst, at kvinnurnar eru í størri meiriluta í lægru lønarbólkunum enn kynsbýtið ”loyvir”. Og í teimum hægru eru menninir ikki bara lutfalsliga fleiri enn kynsbýtið leggur upp til. Teir eru eisini fleiri í absoluttum tølum. Men tað koma vit inn á í einari aðrari grein.