Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey høgraradikalu

Tey høgraradikalu

(Brot frá 1940 - 2012)

Heilini hoyrdust í høllum

stavnamaðurin yvir øllum

vísti høgravegin langa

øll skuldu ganga.

Einligar kvinnur við børnum

skýrdar vórðu horur

og børn teirra óektað.

Vorðin sum móttøka

av ósekum Guðsgivnum gávum.

Nakrar máttu rýma

og føða uttanlanda,

og fleiri føldu seg noyddar

at lata børnini frá sær,

til ókunnug fólk

uttan at síggja tey aftur

fyri at fáa frið

fyri teimum "reinu "-

ið ikki einans kastaðu fyrsta steinin,

men allar steinarnar

til eingin var eftir.

Seinri límaðu tey síður í skúlabókum

- við kunning um kynslívið -

og fortaldu m.a. ,

um fólk , ið búðu í steinum -

ikki mansins, men í stórum steinum

sum sløddust í haganum.

Vegføringin varð mangan broytt,

so tey forniski kundu fáa frið.

Vitan var ofta tillátursgjørd og fjald,

tí hon hótti og hóttir høgra,

ið byggir kúganina á fávitsku,

yvirtrúgv og lygnir.

T.d. fekst vitan um havsins loynidómar

einans við at pissa í saltan sjógv

varð sagt

og ikki við lesna, sum var av tí ónda.

Vøo. niðara høvdið bar krónuna.

Kanska høgraføroysk fallostilbiðjan?

Kvinnufrígerðingina varð sett

á svartalista.Hattadamur og kvinnurheima við børnum og kjøtgrýtum

undirbrotligar, men altíð til reiðar

at nøkta mansins tørv

var idealið.

Og tey stuðlaðu høgraherum

- í kríggi kring allan knøttin -

ið framdu pínu og neyð

hungur og hall

og dráp á tey civilu

kvinnur og børn

gomul og sjúk.

Helviti á jørð.

Apartheid fekk fullan stuðul

við stavnamanninum á odda.

Søguligir skamblettir

fyri okkum sum fólk.

Hildu og halda seg vera útvald.

Og yvir øllum. ``Uber alles.

Aids varð skýrt Guðs straffur,

og hítin varð bannlýst.

Kanska var aids eitt av teim mongu

biologisku vápnunum, ið eru skapt

í "Guðs egna landi"? Og ikki av einum óndum høgra -Guði?

Hvør veit?

Og nú er túrurin aftur komin

til tey øðrvísi sexsuelt orienteraðu,

sum tey "reinu" elska at hata og "steina".

Hellige enfold.

Óndskapurin tykist ongan enda at taka.

Og júst í hesum døgum sita høgraradikal

á hægstu rókum

og ogna sær og sínum tað jarðiska góðsið

meðan tey dríta á fólkið og

grava fíggjarligar og sosialar gjáir

har eingin skal kunna koma yvirum.

Eins og við Lázarus og ríka manninum?

Tankavekjandi.

Á gerningunum skalt tú fólk Mítt kenna

varð sagt á sinni.

Sostatt kann staðfestast,

at tey høgraradikalu

umboða eina ónda makt,

sum ikki tykist at vera av hesum heimi.

Kúgan, hatur og forfylging

í staðin fyri,

sum skrivað stendur:

Børn míni, elskið hvørt annað.

Ein góð gerð

- sum eisini hevði verið fult í tráð við boðið,

- hevði tí verið,

at steðgað hesum óndskapinum,

og tað ongantíð ov skjótt.

Latum okkum ti - í dag heldur enn í morgin -

taka lógvatak saman

leggja alt í Harrans hendur

og síðani fara til verka

móti høgraradikala óndskapinum

hvør eftir sínum førimuni

og ikki helma í

fyrr enn hann er bastur.

Mai 2012

Dagfinnur Danbjørg.