Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tey eldru skulu liva og ikki bert ana - útgjaldið úr Samhaldsfasta má hækkast

Tey eldru, sum einans hava fólkapensjón, Samhaldsfasta og oljuviðbótina at liva av, gera tíðum vart við hjá Landsfelag Pensjónista og yvir fyri politiska valdinum, at ikki ber til at liva eina peningaliga nøktandi gerandistilveru, um ein einans hevur hesa upphædd at liva av. Tey eldru, sum einans hava fólkapensjón, Samhaldsfasta og oljuviðbót at liva av, liva í støðugum fátækradømi (liva av inntøku, ið ár undan ári er lægri enn 60% av miðinntøkuni í landinum).

Politiskt má framhaldandi gerast vart við, at “tey eldru skulu liva og ikki bert ana”. Tey, ið einans hava fólkapensjón, Samhaldsfasta og oljuviðbót at liva av, eiga at fáa í minsta lagi 1.000 kr. aftaná skatt afturat mánaðarligu inntøkuni at tryggja, at fíggjarligu livikorini gerast eitt sindur betri.

Eginpeningurin hjá Samhaldsfasta rímuliga høgur
Eginpeningurin hjá Samhaldsfasta veksur ár undan ári og er nú vorðin rættiliga høgur og kann útgjaldið úr Samhaldsfasta tí verða hækkað. Roknskapurin fyri árið 2013 vísir, at hin 31. desember 2013 var eginpeningurin hjá Samhaldsfasta 1.057.861.000 kr. ella uml. 1,06 milliardir kr.

Tað hevði komið sera væl við hjá fíggjarliga illa støddum fólkapensjónistum, um mánaðarliga útgjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað við 1.000 kr. um mánaðin. Hetta soleiðis at útgjaldið úr Samhaldsfasta beinanveg fer úr verandi 3.010 kr. um mánaðin upp í 4.010 kr. um mánaðin.

Hækkar útgjaldið hjá Samhaldsfasta, hækka skattainntøkurnar
Verður útgjaldið til hvønn fólkapensjónist hækkað við 1.000 kr. um mánaðin, fer á leið 40% burturav til kommunuskatt og landsskatt.  

At hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta við 1.000 kr. um mánaðin til hvønn fólkapensjónist kostar uml. 92 mió. kr. fyri árið. Meirskatturin, sum t.d. Landskassin vildið fingið av at hækka útgjaldið hjá Samhaldsfasta við 1.000 kr. um mánaðin, hevði soleiðis givið lands-kassanum 18 mió. kr. fyri árið (92 mió. kr. x 20%) sum meirskatt. Á henda hátt kundi ein hækkan av útgjaldinum hjá Samhaldsfasta viðført, at eitt sindur meira av inntøkum kom í strongda landskassan.

Ikki neyðugt at goyma allan peningin hjá Samhaldsfasta til framtíðar fólkapensjónistar
Á heysti 2009 varð skipað fyri fundi við formennirnar fyri politisku flokkarnar, har fíggjarligu livikorini hjá teimum eldru vórðu viðgjørd. Landsfelag Pensjónista gjørdi á hesum fundi vart við, at tey eldru máttu fáa meira pening at liva av og setti fram ynski um, at útgjaldið úr Samhaldsfasta varð hækkað, so tey eldru kundu fáa meira pening at liva av. Jørgen Niclasen, ið nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði tá, at onki var í vegin fyri at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta við t.d. 1.000 kr. um mánaðin, tí sum hann helt fyri “Tá eg og mínir javnaldrar gerast fólkapensjónistar hava vit hvør í sínum lagi spart so nógv upp til egna pensjón, at vit behøvast ikki so nógvan pening frá Samhaldsfasta”. 

At tey, sum nú eru ung, ikki nýtast at fáa so nógvan pening frá Samhaldsfasta, tá tey gerast fólkapensjónistar, er sannlíkt. Tí nú er við lóg ásett, at í framtíðini skal hvør einstakur gjalda til egna eftirløn, og verður tískil ikki so stórt trýst á Samhaldsfasta um 20 til 40 ár, tá tey, sum nú eru ung og í góðum arbeiðsárum, gerast fólkapensjónistar.  

Tey eldru, sum hava arbeitt og strevast alt lívið at uppbyggja hetta land, eiga á ellisárum at fáa nøktandi fíggjarlig kor. Og eigur løgtingið beinanveg at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta við 1.000 kr. um mánaðin, so øll eldri í Føroyum kunnu fáa frægari fíggjarlig livikor.

Tórshavn, hin 16. mars 2015

Ingrid S. Henriksen
Gundadalsvegur 53
Tórshavn