Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Peter Qvortrup Geisling.

Temadagur um strongd

Starvsmannafelagið hevur latið gjørt stóra kanning um strongd, sum verður løgd fram í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 12. september. Felagið skipar eisini fyri almennum tiltaki í Norðurlandahúsinum, fríggjakvøldi 12. september, har m.a. danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling fer at luttaka.

Strongdkanningin løgd fram

Seinnapartin fríggjadagin 12. september klokkan 13, skipar Starvsmannafelagið fyri temadegi um strongd í Norðurlandahúsinum. Har verður løgd fram stór kanning um strongd, sum er gjørd millum limir felagsis. Fundurin er fyri álitisfólk, varaálitisfólk, almennar stjórar og leiðarar og umboð fyri almenna arbeiðsgevaran, arbeiðseftirlitið og heilsumynduleikar.

Niclas Heri Jákupsson, stjóri í felagnum Fegin, sum hevur gjørt kanningina fer at leggja kanningina fram. Harnæst fer Peter Qvortrup Geisling, lækni og vertur fyri sendingini "Lægens bord", at gera viðmerkingar til kanningina og sammeta hana við aðrar norðurlendskar kanningar. Eisini fara umboð fyri almenna arbeiðsgevaran og arbeiðssálarfrøðingur at gera viðmerkingar til kanningina.

Alment tiltak í Norðurlandahúsinum

Fríggjakvøldið 12. september kl. 19.30 verður so eitt alment tiltak um strongd í Norðurlandahúsinum. Starvsmannafelagið bjóðar øllum vælkomin til tiltak, sum er ókeypis.

Á almenna tiltakinum vera tveir fyrilestrahaldararir. Fyrst fer Niclas Heri Jákupsson at greiða frá hvussu tað er at liva við strongd, hvat tað ger við fólkn og hvussu ein kann koma fyri seg aftur. Eftir stuttan steðg fer kendi danski sjónvarpslæknin, Peter Qvortrup Geisling at hava fyrilestur um strongd. Fyrilestur verður sjálvandi merktur av, at Peter er lækni og hevur fingist nógv við strongd tey síðstu árini.

Peter Qvortrup Geisling er best kendur frá sjónvarpssendingunum "Lægens Bord", "Diagnose søges" og "Ha' det godt" hjá Danmarks Radio. Hann er útbúgvin lækni og journalistur. Í dag hevur Peter Qvortrup Geisling ábyrgdina av upplýsingarsíðuni www.dr.dk/sundhed og netup upplýsing um strongd er nakað av tí læknin hevur størstan áhuga í.

Niclas Heri Jákupsson er stjóri og eigari av felagnum Fegin. Hann skipar millum annað fyri kanningum og fyrilestrum um strongd og tað góða lívið. Niclas Heri Jákupsson hevur staðið fyri stóru kanningi fyri Starvsmannafelagið.

Tiltakið er keypis, men tað er avmarkað atgongd.