Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bent Madsen, rithøvundur og granskari.

Temadagur um inklusjón: Vit læra í felagskapinum

Hetta var ein av niðurstøðunum á temadegnum á Østrøm hósdagin, har danski granskarin og rithøvundurin Bent Madsen, var gestur.

Skrivað hevur: Øssur Winthereig PRESS

Bent Madsen, rithøvundur og granskari.

Øll sum arbeiða við inklusjón á dagstovnaøkinum, eiga at minnast til og læra seg tey amboð, sum sosialpedagogikkurin brúkar – at hugsa inkluderandi. Inklusjón verður í pedagogiskum høpi brúkt um, at felagsskapurin rúmar øllum børnum.

Sannføringin er, at øll hava okkurt at geva felagsskapinum.

”Tá vit arbeiða við børnum við serligum tørvi, skulu vit taka alt umhvørvið við – uppvøksturin hjá barninum, umhvørvið hjá lærarum og pedagogum. Sosialu viðurskiftini liggja undir øllum øðrum. Tað er grundtankin undir inklusjón”, sigur Bent Madsen.

Á temadegnum vóru fleiri evni tikin upp, sum hava týdning fyri, hvussu dagtilboð og skúlar kunnu mennast, so pláss verður fyri øllum børnum og ungum. Bent Madsen legði eisini nýggjastu granskingarúrslitini á økinum fram.

”Sosialpedagogikkurin dugur til dømis at arbeiða tvørturum mørk. Har verður eitt nú arbeitt saman við sálarfrøðiligu skipanini og saman við foreldrum, sum hava trupulleikar at dragast við. Og í øllum hesum ber til at menna sambandið millum børn og sambandið millum børn og vaksin”, sigur Bent Madsen, sum heldur, at tað verður meiri og meiri brúkt fyri sosialpedagogisku amboðunum.

Guðrun Eysturlíð, master í sosialpedagogikki, sum starvast á Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu var ein av luttakarunum.

”Í inklusjón verður dentur lagdur á samstarvið um børnini. Eitt breitt samstarv, har pedagogar, foreldur, lærarar og politikarar eru við”, sigur Guðrun Eysturlíð. Á Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu er Guðrun ráðgevi hjá pedagogum á dagstovna- og frítíðarskúlaøkinumum, sum arbeiða inkluderandi. Tað er ein fortreyt fyri at kunna rúma øllum, at arbeitt verður inkluderandi.

Í Tórshavnar Kommunu er málið inklusjón, tað vil siga, at øll børn skulu rúmast í felagsskapinum við onnur, og tey skulu vera partur av felagsskapinum og taka lut. Rákið, at nøkur vera tikin frá og sett í serligar flokkar ella bólkar er á veg út. Hendan hugsan kemst m.a. av, at tað er í felagsskapinum, vit læra mest.

Bent Madsen vísti á, at tey vaksnu kunnu ikki læra børnini alt sum er vert at læra, tí tað er í barnafelagsskapinum tey í veruleikanum læra mest, tað sum tey skulu brúka til at vera menniskju.

Samstundis ávaraði Bent Madsen móti, at gera tað sama, sum man í mongum førum hevur gjørt í donskum kommmunum, har inklusjón í stóran mun hevur verið brúkt fyri at spara.

“Tað má bara ikki henda, tí tá ger tað meira skaða enn gagn. Í einstøkum kommunum hevur man eftir heilt stuttari tíð niðurlagt alt sum eitur serstovnar og serstovur, fyri at koyra øll børn í senn inn í vanlig tiltøk. Og tað hevur gingið heilt galið. Við at gera tað missa vit eina serliga vitan, sum er blivin bygd upp gjøgnum fleiri ár. Hon má ikki sparast burtur, hon má brúkast, tí hon er eitt tilfeingi sum skal brúkast í inklusjónsgongdini. Inklusjón krevur ressursur og kostar pengar – og hon tekur tíð”, sigur Bent Madsen.

“Men tað loysir seg at gera íløgur í inklusjón tí tað hevur stórar sparingar við sær í longdini. Um man gevur smábørnum við serligum tørvi tað, sum tey hava brúk fyri í dagstovnunum, so verða færri børn sum mugu hava serundirvísing, færri sum gevast í skúlanum og fleiri ung sum fáa útbúgvingar. Harafturat fáa tey eitt betri lív sum vaksin og gerast betri foreldur og alt sum tað inniber. So tað býttasta man kann gera, er at spara her og nú, tí so koma útreiðslurnar seinni”, vísir Bent Madsen á.

"Inklusjón er ein máti at hugsa uppá, tað er ein máti at vera uppá, tað er eitt mannasýn. Og tað mannasýnið eigur at merkja mátan vit skapa umstøður og leggja gerandisdagin til rættis uppá. Um vit hyggja væl, so er tað ofta har, vit finna forðingar fyri spæli, læring og luttøku, altso forðingar fyri, at børn verða inkluderað”, sigur Guðrun Eysturlíð.

Barnið er ikki trupulleikin. Tað er mátin, sum vit hugsa um trupulleikan, sum er sjálvur trupulleikin. Barnið hevur ein trupulleika, um tað ikki er uppi í felagsskapinum”, sigur Guðrun Eysturlíð.

”Tað eru tey vaksnu á einum stovni ella í einum skúla, sum avgera, hvussu rúmlig vit eru og hvussu vit vilja vera á staðnum. Tað eru tey vaksnu, sum avgera, um felagsskapurin heldur ymiskleika verða eina dygd ella um ymiskleiki er ein forðing í arbeiðinum,” sigur Guðrun Eysturlíð, sum vísir á, at vit hava øll brúk fyri einum felagsskapi. Eisini vit vaksnu – nú á døgum eitur tað kanska netverk”, sigur Guðrun Eysturlíð.

Ein annar spurningur var, hvussu foreldrini kunnu vera samstarvsfelagar í stovnum og á skúlum. Hvussu kunnu foreldrini stuðla felagsskapin við vitan og tilfeingi.

”Foreldrini skulu ikki uppdragast, men inndragast – og harafturat eru foreldrini longu einaferð uppdrigin. Uppgávan hjá teimum professionellu er at finna bestu hættirnar at gera tað, tí foreldrini eru eitt tilfeingi, sum næstan ikki verður brúkt. Ja, nógv foreldur halda tað vera ringt at sleppa upp í part í eitt nú dagstovnunum”, sigur Bent Madsen.

Ein av staðfestingunum hjá Bent Madsen var, at tá vit renna okkum í børn við serligum tørvi ella tað, sum fyrr æt óuppdrigin børn, so hava vit lyndi at leggja trupulleikan inn í barnið. Heldur skulu vit royna at taka trupulleikan út í felagsskapin, tí har ber betur til at loysa trupulleikan. Eisini her skulu øll foreldrini hugsast við inn.