Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Telja, men eingin hoyring...

Munnligur fyrispurningur um ætlanir landsstýrisins at avtaka Landsbanka Føroya til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

1. Hví velur landsstýrismaðurin at avtaka, heldur enn at styrkja óheftu, tjóðarbúskaparligu førleikarnar og ráðgevingina við serligum atliti til føroyska fíggjargeiran ?

2. Hví verður umsitingin av virðunum í samhaldsfasta eftirlønargrunninum (AMEG), ið hevur virðir á nærum 1 mia. kr., flutt frá óheftum stovni til Gjaldstovuna framyvir ?

3. Hví ynskir landsstýrismaðurin eina nýggja íløgustrategi fyri landsins gjaldføri, ið væntandi kann kosta landinum í miðal 15-20 mió. kr. árliga í mistum vinningi ?

4. Hví lækkar landsstýrismaðurin krøvini til minstainnlán hjá landinum úr 1.900 mió. kr. niður í 600 mió. kr. ?

5. Hví tekur landsstýrismaðurin stig, ið kunnu geva Føroyum eina verri altjóða rating, og harvið hækka rentuna og dýrka skuld landsins við fleiri mió. kr. árliga ?

6. Hví verða somu krøv ikki sett til óheftnið, breiða samanseting og samfelagsliga kjølfesting hjá ætlaða Gjaldstovuráðnum sum í Umsjónarráðnum hjá Landsbanka Føroya?

7. Hví verða somu krøv ikki sett til stjóran á Gjaldstovuni, sum til stjóran á Landsbanka Føroya, tá umræður óheftnið av landsstýrismanninum og øðrum áhugamálum í samfelagnum?

8. Hví metir landsstýrismaðurin, at umsitingin hjá Búskaparráðnum verður í nøktandi fakligum umhvørvi tá einstaka starvsfólkið, ið hevur umsitingina um hendi, verður sett sum einsamallur búskaparfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya ?

9. Er framhaldandi ætlanin at niðurleggja Hagstovu Føroya og seta á stovn nýggjan stovn kallaður «Telja» ?

Viðmerkingar

Landsstýrið hevur ætlanir um at avtaka Landsbanka Føroya.

Samstundis verður fólkið, ið hevur umsitinga hjá Búskaparráðnum um hendi, flutt til Fróðskaparsetur Føroya. Hartil hevur landsstýrið, í samband við fíggjarkarmarnar, boðað frá, at ætlanin er at niðurleggja Hagstovu Føroya og seta á stovn nýggjan stovn, kallaður Telja.

Talan er um umfatandi og grundleggjandi broytingar. Fleiri uppskot til lógarbroytingar eru løgd fyri Løgtingið, uttan at hesar lógarbroytingar hava verið til hoyringar áðrenn framløguna.

Fyri at fáa lýst nakrar av mongu ósvaraðu spurningunum í samband við málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi