
Telduspøl í Føroyum?
Hósdagin 16. august kl. 19 skipar MFS fyri eini røð av fyrilestrum í Jónas Broncksgøtu 25 um at arbeiða við at gera telduspøl og at liva av tí. Fyrilestrahaldararnir eru Mark Craig úr Onglandi, ið starvast hjá Lucid Games, Julius Biskupstø, ið mennir telduspøl í Føroyum hjá Simprentis og Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum tosar um, hvussu ein skal bera seg at sum íverksetari.
Skráin fyri kvøldið er hendan:
Kl. 19 MFS bjóðar vælkomin
- Petur Zachariassen setur tiltakið
Kl. 19.15 Fyrilestur við Mark Craig
- Menning av telduspølum og umhvørvið í Liverpool
Kl. 20.15 Steðgur
Kl. 20.30 Julius Biskupstø
- Menning av telduspølum í Føroyum
Kl. 20.50 Rani Nolsøe
- Íverksetan í Føroyum
Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilestrarnar, ið eru ókeypis.
Vinarliga
MFS