Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teldusníkar royna aftur at bróta inn í føroyska netbankan

Teldusníkar royna at sleppa inn í føroyska netbankan við eini falskari skermmynd, har teir biðja um nummar og slag av fartelefon. Slíkar upplýsingar skulu ikki latast, og heitt verður á kundar um at boða peningastovnunum frá, um teir varnast, at teldusníkar royna at sleppa inn í netbankan á henda hátt.

Um skermmyndin "Installer mobil certifikat" sæst í netbankanum, eiga brúkarar beinanvegin at útrita seg og seta seg í samband við peningastovnin.

Teldusníkar biðja við hesi følsku skermmyndini brúkararnar upplýsa nummarið á fartelefonini, og hvat slag fartelefonin er.

Brúkarar eiga áhaldandi at tryggja sína egnu teldu. Peningastovnarnir hava javnan ávarað ímóti teldusníkum seinastu tíðina, og vegleiðing um, hvussu fólk varða seg fyri teldusníkum, sæst á heimasíðunum hjá øllum peningastovnunum.

Fyrsta álopið í søguni á føroyska netbankan var í mai í ár, og peningastovnarnir royna áhaldandi at tryggja sínar skipanir ímóti teldusníkum. Tað er kortini eisini neyðugt, at brúkararnir tryggja sínar teldur so væl sum gjørligt. Tí er boðskapurin um, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, áhaldandi verdur at hava í huga, tá talan er um netbanka-innbrot og teldusníkar.