Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tekur stig til royndarverkætlan í fólkaskúlanum fyri orðblindar næmingar

Hetta kom fram tá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, svaraði einum fyrispurningi í løgtinginum. Hetta varð gjørt fyri at hava ítøkiligt grundarlag at taka støðu til, um skipast skuldi fyri einum orðblindaskúla fyri børn, ella henda undirvísing kann skipast í nøkrum fólkaskúlum, sum hava hølisumstøður og amboð og ikki minst vælútbúnar lærarar á økinum.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, svaraði soleiðis:

Landsstýrið leggur dent á, at orðblind fáa hjálp so tíðliga sum til ber, og eru orðblind ítøkiliga umrødd í samgonguskjalinum, har landsstýrið hevur sett sær sum mál, at áðrenn farið verður í 1. flokk, eigur tørvur hjá sjónveikum, hoyriveikum, orðblindum o.ø. at verða staðfestur.

Landsstýrið leggur stóra áherðslu á tann týdning, ið útbúgving hevur, og fari eg sum landsstýrismaður í útbúgvingar- og mentamálum at virka fyri, at málið í samgonguskjalinum, um at landsins skúlaskapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving, verður rokkið so væl sum til ber í mun til fíggjarligu karmarnar.

Miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at veita orðblindum og lesiveikum sum heild fakliga hjálp í undirvísingini. Vit hava serundirvísing og eina sernámsfrøðiliga skipan, sum saman við serlærarum gera eitt stórt arbeiði at varnast næmingar við lesitrupulleikum, og at seta hóskandi skipanir í verk. Seinastu árini eru eisini fleiri útbúgvingar settar í verk, tí tað krevur serligan fakliga førleika at veita orðblindum og lesiveikum røttu undirvísingina. Útbúgvingarnar eru ein liður í at menna læraraførleikan at veita børnum, ungum og vaksnum, serkøna hjálp, so tey kunnu menna sín lesi- og skriviførleika.

Ítøkiligar ætlanir og skipanir, sum arbeitt verður við at seta í verk og menna, eru fyrst og fremst at veita øllum næmingum fakliga hjálp í lesing og í skriving, so tey, ið eru orðblind og aðrir næmingar, ið eru lesi- og skriviveikir kunnu menna sín førleika í lesing og skriving. Fyri at røkka hesum úrsliti eru útbúgvingar settar í verk innan hesi fakøki við atliti at orðblindi og lesi- og skriviførleikum sum heild:

Orblindalærar skulu serliga taka sær av vaksnum, sum eru orðblind. Hesir tóku prógv á vári 2010 og starvast í vinnu- og miðnámsskúlum, eldru flokkum fólkaskúlans og í frítíðarundirvísingini innan vaksnamannundirvísing, har átta øki í landinum bjóða útbúgving fyri vaksnum, ið eru orðblind. Faldari, “Vit kunnu hjálpa”, við frágreiðing um, hvar fólk kunnu leita sær hjálp innan orðblindni, er latin øllum kommunum, og liggur vónandi frammi í handlum, skúlum, kommunuskrivstovum og aðrastaðni.

Mentamálaráðið vónar, at orðblindalæraraútbúgvingin fer at vera holl hjálp hjá teimum, sum eru lesi- og skriviveik, serliga teimum orðblindu. Orðblindalærararnir hava ognað sær fakligan og námsfrøðiligan førleika, har teir m.a. við eygleiðingum og kanningum kunnu avdúka lesibrek sum orðblindi, og síðani kunnu veita teimum lesiveiku, ið eru orðblind, serliga undirvísing innan lesing- og skriving, so orðblind kunnu ogna sær haldgott fakligt støði, javnbjóðis teimum, sum ikki eru orðblind.

Í vár verða yvir 20 lærarar lidnir við eina 3-ára útbúgving sum serlærarar. Serligur dentur er lagdur á, at tey lesandi hava ognað sær fakligan førleika at viðgera lesi- og skrivitrupulleikar, herímillum orðblindi. Fyrra hálvár skúlaárið 2010/11 snúði seg um lesi og skrivitrupulleikar sum heild og seinna hálvár um orðblindi. Sostatt skuldi fólkaskúlin nú verið munandi betri fyri viðvíkjandi fakligum førleikum innan lesing og skriving at hjálpa næmingum, ið eru orðblindir.

Á vári 2010 tóku 30 lærarar prógv sum lesivegleiðarar, og starvast teir í fólkaskúlunum. Skúlaárið 2011 – 2012, eru tímar játtaðir øllum skúlum, so útbúgvin lesivegleiðari kann verða knýttur at skúlanum. Lesivegleiðararnir skulu menna lesi- og skriviundirvísingina í skúlunum, ráðgeva leiðslu og lærarum, leggja lærarum lag á næmingalagaða undirvísing í flokkunum og vísa á, um næmingar hava lesi- og skrivitrupulleikar m.a. orðblindi.

Sum ein liður í arbeiðinum at uppstiga læraraførleikan verður í hesum skúlaári og næsta skúlaár skipað fyri 5 daga skeiði í fakligari lesing og kunningartøkni fyri øllum lærarum. Faklig lesing er umráðandi førleiki í øllum lærugreinum, og harumframt er kunningartøkni eitt neyðugt amboð ikki minst í sambandi við samvirknar talvur og at undirvísa lesiveikum og orðblindum, tí serlig telduforrit geva orðblindum stórar møguleikar í undirvísingini.

Umframt nevndu útbúgvingar og skipanir við serkunnleika í skúlunum við atliti at menna lesi- og skriviførleikan hjá øllum næmingum, eisini teimum orðblindu hevur Felagið Lesi- og skriviveik í fleiri ár veitt orðblindum ráðgeving og undirvísing. Mentamálaráðið veitir felagnum árligan stuðul til hetta virksemi av serligari játtan á fíggjarlógini til lesi og skriviveik.

Á miðnámsskúlaøkinum er serlig játtan til næmingar, ið tørva sernámsfrøðiliga hjálp, herundir eisini til undirvísing í sambandi við orðblindar næmingar.

Eisini eru í útbúgvingarverkinum fyriskipanir í lógum og kunngerðum um rættin hjá orðblindum til hjálp og hjálpitól í undirvísingini og í sambandi við próvtøkur.

Arbeitt verður á fleiri økjum, so at munagóð hjálp kann veitast bæði børnum og vaksnum, sum eru orðblind. Stórur dentur er lagdur á at skipa eftirútbúgving fyri lærarar, tí at fakligur førleiki at udirvísa orðblindum er ein fortreyt fyri at kunna veita orðblindum neyðuga undirvísing, vegleiðing og venjing.

Tað er heldur ikki sama undirvísing, ið verður givin børnum sum vaksnum, tí eru orðblindalærarar serliga ætlaðir at taka sær av teimum ungu og vaksnu, sum eru orðblind, meðan serlærarar og lesivegleiðarar undirvísa næmingum fólkaskúlans og børnum undir skúlaaldur. Børn, sum eru orðblind skulu hava málsliga venjing so tíðliga sum til ber, meðan hjá vaksnum og eldru næmingunum verður størri áherðsla løgd á at læra tey at nýta hjálpiamboð í lesingini og skrivingini, m.a. teldu við serligum forritum.

Tað er staðfest, at orðblindi og trupulleikar annars við lesing og skriving hanga neyvt saman við ansinum fyri ljóðum í málinum, at knýta saman bókstav og ljóð. Mentamálaráðið hevur fyri trimum árum síðani í samstarvi við Nám og Sernám givið út tilfarið TRAS, sum er eitt eygleiðingaramboð at brúka á dagstovnum til at meta um málsligu menningina hjá børnum undir skúlaaldur. Eisini fatar tilfarið um ástøðiligar frágreiðingar og praktisk hugskot um, hvussu tú kanst menna børnini málsliga.

Eg fari í næstum at taka stig til at samskipa arbeiðið, sum gjørt verður innan orðblindi, tí eg meti tað vera sera umráðandi, at allir partar, sum arbeiða við orðblindi, Sernám, dagstovnar, skúlaverkið, frítíðarundirvísingin og Felagið Lesi- og skrivveik standa saman um hesa týdningarmiklu uppgávu, soleiðis at m.a. fólkaskúlin byggir á arbeiðið, ið gjørt verður á dagstovnum og hevur tætt samstarv við Sernám og samstarv við Felagið Lesi- og skrivveik, um næmingar í fólkskúlaaldri, sum fáa undirvísing hjá felagnum.

- Harumframt er tikið stig til at skipa eina royndarverkætlan í fólkaskúlanum fyri orðblindar næmingar, soleiðis at vit kunnu hava ítøkiligt grundarlag at taka støðu til, um vit skulu skipa ein orðblindaskúla fyri børn, ella henda undirvísing kann skipast í nøkrum fólkaskúlum, sum hava hølisumstøður og amboð og ikki minst vælútbúnar lærarar á økinum, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, at enda í svarinum til fyrispurningin.