Tekstur burturbeindur í mikro-filminum
Undan digitaliseringina av fjølmiðlunum, og helst eisini partvíst enn, verða bløð mikrofilmaði á Landsbókasavninum, har alt skrivligt tilfar verður savnað til eftirtíðina. Nú kann Oyggjatíðindi prógva, at tað ikki bara hetta blað, sum er undir sensuri, men at onnur bløð eisini – helst uttan at vita tað, eru rakt av sensurinum.
Sjálvt um tað eru nógv ár síðani, so minnast helst tey flestu ógvusliga eldsbrunan, tá Havnar Timburhandil brann í áttatiárunum. Av einhvørjari orsøk valdi løgreglan at peika Jørgen av Volanum út, sum brennivargurin, tó at tann tá 21 ára gamli maðurin, ikki hevði verið úr seingini ta kvøldið, sum eisini eftirfylgjandi varð váttað av løgregluni í sjónvarpssending.
Tað eru ikki nógv ár síðani, at Jørgen av Vollanum, var leyslatin. Hann hevði tá sitið 20 ár í viðgerðarfongsli, og undir strongum eftirliti, tó at hann varð frídømdur fyri allar ákærur, og ikki eitt einasta brógv var í móti honum.
Men hendan rættarsakin í móti Jørgen av Vollanum, sum var fyri nevningatingi, avdúkaði fleiri sera ivasom og ólóglig viðurskiftir, sum eisini Einglapressan kom at nevna av ósketni, tí Sosialurin hevði grein frá rættarsakini, og m.a. var vitnifrágreiðingin hjá danska kriminalpolitistinum endurgivin, men tað fall ikki í góða jørð.
Í greinini í Sosialinum kom hetta brot at standa:
Tá verjin, Trygvi Jacobsen, spurdi kriminalpolitistin, Jens Bigum, um tað kann hugsast, at løgreglan brúkar sama avhoyringarhátt sum starvsfólkini í Egehuset, svaraði hann nei:
Løgreglan má ikki brúka slíka atferð sambært rættargangslógini.
Júst hetta brot hevur onkur gjørt sær sera stóran ómak at strika.
Hvør fremur sensur á Landsbókasavninum, er ikki gott at vita, men neyvan hevur stovnurin sjálvur áhuga, at burturbeina tekst av einari blaðsíðu, sum er mikrofilmað….
Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum
Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.
Keypið blaðið á netinum:
Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.
http://oyggjatidindi.com/arkiv.html