Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tekstlýsing: Stjóri til Búnaðargrunnin

Í sambandi við at verandi stjórin í Búnaðargrunninum hevur sagt seg úr starvi, verður søkt eftir stjóra at byrja skjótast til ber.

Um Búnaðargrunnin

Endamálið við Búnaðargrunninum er at veita lán til landbúnaðin og at fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Harumframt umsitur grunnurin fígging av festikontu og felags festipulju.

Búnaðargrunnurin verður umsitin av einum av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum valdum stýri við 5 limum.

Í løtuni eru 5,25 fulltíðarstørv í grunninum.

Meiri fæst at vita um Búnaðargrunnin á www.bg.fo

Starvið

Stjórin hevur dagligu leiðsluni av Búnaðargrunninum um hendi við tilvísing til stýrið, og skal tryggja eina dygdargóða, dagliga fyrisiting av grunninum.

Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga samskiftinum við lántakarar, almennar myndugleikar og onnur viðskiftafólk og skal koma við tilráðingum til stýrið í sambandi við lántøkur/umleggingar av lánum, fígging av festikontum og felags festipulju og í sambandi við umsóknir um saneringar.

Stjórin hevur somuleiðis ábyrgdina av ognarumsitingini hjá grunninum undir teimum fyritreytum, sum stýrið setur.

Løn

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsøkjarin

Dentur verður lagdur á, at umsøkjarin

• hevur royndir innan fíggjarviðurskifti, roknskap, leiðslu og fyrisiting.

• hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar.

• dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

Umsóknir

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Advokatfelagið við Strond 4,Yviri við Strond 4, postsmoga 359, 110 Tórshavn, att.: Ingi Højgaard, adv. ella umvegis teldupost til ih@lawfirm.fo.

Fyri at tryggja sær, at umsóknin verður viðgjørd, vera umsøkjarar at lata umsóknina inn áðrenn mikudagin, tann 15. januar 2014, tó soleiðis at Búnaðargrunnurin fyriheldur sær rættin til eisini at kunna taka ímóti umsóknum eftir freistina.

Eru spurningar til starvið, ber til at venda sær til Inga Højgaard, advokat á tlf. 503064.

Allar upplýsingar og umsóknin verða viðgjørd í trúnaði.