Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teitur Vágadal er óseriøsur

Teitur Vágadal hevði eina grein í miðlunum í farnu viku, har hann umrøddi løgtingsviðgerðina av ferðastuðlinum til tey fólkavaldu. Í greinini endurgevur hann nógv av tí, sum bleiv sagt á tingsins røðarapalli undir viðgerðini.

”Nógv er tosa og nógvir eiðir, eru nokk eisini havdir á lofti. Upp á tíðina siga flest øll, men bíða nú, hvussu er kjakið á tingið?” skrivar Teitur, og so endurgevur hann úr orðaskiftinum.

Men mitt í øllum endurgevingunum skrivar hann: ”Helgi Abrahamsen roynir at sláa tað upp í glens, at vit taka frá vinstra lumma og koyra í høgri, fyri síðani at gera akkurát tað øvugta enn einaferð.”

Tað er rætt, at eg havi brúkt hasa myndina um at flyta rokningar millum vinstra og høgra lumma, men tað var ikki undir viðgerðini av ferðaendurgjaldinum. Eg brúkti hasa myndina í eini blaðgrein, sum umrøddi heilt onnur viðurskifti.

Teitur Vágadal og onnur skulu vera vælkomin at endurgeva úr mínum blaðgreinum. Øll eru eisini vælkomin at endurgeva tað, sum eg sigi á tingsins røðarapalli. Men at taka ein setning úr eini blaðgrein og seta hann inn í eina løgtingsviðgerð av einum heilt øðrum máli, er djúpt óseriøst.

Helgi Abrahamsen