Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teitur Lassen fekk heiðurslønina: LISTIN 2013

Á almennari samkomu í Steinprentin í gjár varð avdúkað, at Teitur Lassen fekk heiðurslønina: LISTIN 2013. Listabloggurin stendur aftan fyri heiðurslønina, ið er eitt listaverk, sum Steinprent letur eina ferð um árið í sambandi við, at Forlagið í Støplum gevur árbókina Listina út.

Úr grundgevingini:

Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik, og ársins heiðurslønarmóttakari er ein listamaður, sum er egin og sum seinastu árini hevur sýnt serligt dirvi til at vera trúgvur móti sær sjálvum og sínum egnu listarligu hugsjónum. Við verkinum Story Music, sum hann gav út í heyst, er listamaðurin komin heim. Í ummæli á Listablogginum varð tónleikurin á útgávuni lýstur sum eitt slag av Velbastað World Music.

Sangurin "If you wait" verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, samlaða reglan ljóðar:

"If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Og tað er nokk so nógv tað, sum serstaka universið hjá Teiti snýr seg um; um at bíða eitt bil, um at drála og um at finna tað stórsligna í uppihaldum, seinkingum og at steðga á í gerandisdegnum og vera til staðar.

Fyrsta orðið, sum kemur fyri í "Story Music" er "Hopeful", og hetta orðið eyðkennir kensluna, sum hesin lurtarin situr eftir við, tá hon hevur hoyrt útgávuna. Tí heilt frá teirri lyrisku byrjanini og allan vegin gjøgnum aldututl, yndisligan barnasang og heiðafuglaljóð, talar henda útgávan til tað góða í áhoyraranum, so at tú rætt og slætt kennir teg vónríka av at hoyra hana. Story Music er eitt ektað og eyðmjúkt tónleikaverk, sum er borið fram av musikaliteti og eini listarligari trongd til at siga søgur.

Útgávan er eisini sera væl teimað í mun til post-fíggjarkreppulig heimsrák, nú alsamt fleiri eru farin at virðismeta hitt einfalda lívið uttan materialismunnar ok - at vera góð við umhvørvið, at geva sær tíð til hvønn annan og at vera til.

Samanumtikið sameinir henda sætta útgávan hjá Teiti fleiri síður av honum, bæði tann serstaka, dygdargóða sangskrivaran við melodiøsum sterkum og stillum sangum og ekvilibristiska sangaran í føgrum og flott útsettum balladum, umframt samtíðarlistamannin við áhuga fyri monotonum, minimalum og konseptuellum tónasmíði.

Allir teir nógvu træðrirnir eru flættaðir saman í ambitiøsa verkinum, stýrdir við tryggu hondini hjá einum listamanni, sum eisini hevur pláss og yvirskot til at siga søguna um sín egna kærleika til ta stillu tilveruna og heimlandið.

Tóroddur Poulsen hevur gjørt ársins heiðurslønarprent.